mánadagur 2. mai 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
So var aftur hondbóltsgalla á skránni, sum almenni
endabresturin í føroyska hondbóltskappingar
árinum. Sum siður er, so verða eisini ársins spælarar
kosnir. Somuleiðis er siður, at einki høpi er í hvør
vinnur. Serliga er hetta galdandi fyri ársins spælara
hjá kvinnum í ár.
Fríðrún Olsen úr StíF er ein frálíkur spælari, sum
eisini er á landsliðnum. Í so máta er hon ein verdur
vinnari, tí huginum og spælinum bilar einki.
Kritikkpunktið er meiri, at StÍF at kalla ongan leiklut
hevur spælt í landskappingin hjá kvinnum í ár.
Hinvegin, so er Neistin greipuvinnari og vann eitt nú
FM finalurnar greitt. Hetta sæst ikki aftur á ársins
listanum, har Neistin bara vann ársins málverja, sum
eisini skuldi deilast við annan málverja.
Nú verður sjálvandi tosað í krókunum, og tað er
týdningarmikið at skilja í millum hvat er vert at luta
eftir, men tá sjálvt Fríðrún Olsen sjálv er bilsin um
heiðurin, so eru vit har, at heiðurin helst ikki hevur
tað tign, ið hann átti.
Tað eru venjarar og spælararnir, ið atkvøða. Tó
verður ikki navn sett á liðskiparan, sum tað verður í
fótbólti. Heldur eru tað »spælararnir«, ið atkvøða. Tá
er lætt at fjala seg og atkvøða antin við hjartanum
ella taktiskt.
Hetta var eisini í fótbóltsheiminum, har Sosialurin
hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni. Loysin
var, at kunngera allar atkvøðurnar. Vónandi
verður leisturin broyttur til komandi ár, so
hondbóltsspælarar kunnu kenna seg aftur í ársins
spælara.
Sum skilst, so hevur Hondbóltssambandið tikið stig
til at broyta hetta til komandi ár. Vónandi er tað
ikki bara tos, sum vit dómaraseðlunum, ið framvegis
liggja á láni!
Tey skilja
tað ikki ein
gongd sjálv
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
■ Píkadekk enn loyvd
í Tórshavn. O stig til
høvuðstaðin í dag
(Víkinga fjeppari)
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Tað sá álvarsamt út tá ÍF
miðvallarin,
Karl
Løkin,
eftir góðum hálvan tíma í
dystinum millum ÍF og HB
sunnudagin datt niður á
vøllin, eftir at hann hevði
steðgað HB leikaranum, Teit
Jacobsen, í einum skjótálopi.
Karl Løkin lendi so mikið illa
eftir at hann hevði takklað
Teit Jacobsen, at høvdið tók
fyrst til. Í fyrstani var mett
at Karl Løkin mundi fara at
koma upp aftur á vøllin, men
tað var nógv meira álvarsamt
enn so.
Tað
endaði
so
mikið
álvarsamt, at sjúkrabilurin
mátti á vøllin eftir Karl Løkin,
sum síðani varð koyrdur
suður á Landssjúkrahúsið í
Havn.
Sosialurin
hevði
seint
sunnukvøld samband við
avvarðandi hjá Karl Løkin.
Karl Løkin var tá framvegis
staddur á sjúkrahúsinum,
har støðan var lítið batnað
síðani
at
dysturin
var
liðugur. Karl Løkin var tá
framvegis ikki við fult vit.
Hann visti millum annað ikki
tá at dysturin var spældur
ímóti HB, og hvat støðan
endaði í dystinum.
Avvarðandi hjá Karl Løkin
bæði vónaðu og væntaðu tó
at støðan hjá honum kom í
rættlag seinni um kvøldið.
Tað
eydnaðist
okkum
ikki at fáa fatur á nøkrum av
avvarðandi hjá Karl Løkin
mánamorgunin, tá blaðið fór
til prent.
Støðan
sum
elvdi
til
heilaskjálvtan
hjá
Karl
Løkin hendi annars tá ein
góður hálvur tími var leiktur
av dystinum. Teit Jacobsen
hjá HB var á veg í skjótálop,
har sum Karl Løkin steðgaði
honum við einari takkling.
Karl Løkin fekk gult kort
í støðuni, men meiðslaði
seg so mikið illa at hann
noyddist við sjúkrabilinum
av vøllinum.
ÍF
leikarin,
Kristoffur
Jakobsen, loysti Karl Løkin
av á miðvøllinum hjá ÍF.
Sjálvur dysturin millum ÍF
og HB endaði við 4-2 sigri
til fuglfirðingar, sum nú
av álvara eru við aftur í
stríðnum um tey fremru
plássini í deildini.
KARL FEKK HEILASKJÁLVTA
Sjúkrabilurin noyddist á vøllin eftir Karl Løkin í dystinum millum
ÍF og HB sunnudagin, eftir at Karl Løkin lendi skeivt eftir eina
takkling. Karl Løkin fekk heilaskjálvta av støðuni, og seint
sunnukvøldið var støðan lítið batnað hjá ÍF miðvallaranum