Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sigmund Vang Íverksetarahúsið skipaði fyri námskeiðinum »Startup Tourism« í BankNordik í Havn­ini næstsíðsta viku­ skifti. Luttakararnir komu við hugskotum til nýggjar fyri­tøkur innan fyri ferða­ vinn­una, og – stuðlað av fyri­lestrum og leiðbeining – ar­beiddu tey við úr­vald­ um verkætlanum alt viku­ skiftið. Fyriskipararnir vóru imponer­aðir av hugskot­ unum. – Hugskotini hava flutt seg øðiliga nógv, síðani vit byrjaðu fríggjakvøldið, frá at vera øðiliga rá, og tey hava ser­liga flutt seg nógv aftan á tey vóru í verkstovuni og gjørdu kundafeedback, sigur Sóley Heradóttir Hammer úr Íverk­setara­húsinum í Klaks­ vík. Luksusferðir gjørdist vinnari Ein metingarnevnd valdi sunnu­dagin hugskotið »Faroe Transcension« sum vinn­ara av vinninginum upp á ráðgeving, marknaðar­før­ ing og projektering til eitt virði upp á 50.000 krónur. Hug­skotið áttu Annette Lambert Gaardlykke, Emmanuel Chendela, Kristianna Rein og Sonja Dalsgaard Nolsøe. Dómararnir valdu Faroe Transcension úr fýra enda­ lig­um hugskotum og grund­ aðu tað á, at hug­skotið var tað allar mest gjøgnum­ tonkta, umframt at tað kann gjøgnum­førast og er áhuga­ vert. Faroe Transcension fer at gera fyriskipaðar ferðir fyri múgv­andi ferðafólk. Teir fýra íverksetararnir ætla at sam­starva við ferðastovur og flog­feløg og fara at miðsavna seg um Kina sum marknað. Nýggjar brillur í vinnuni Hóast hesi íverksetaraskeið hava verið gjørd fleiri ferðir, er hetta fyrstu ferð bæði til­ flyt­arar og innføddir føroy­ ingar hava verið málbólkur. – Um mann skal hava eitt kombinerað startup, har sum mann beinleiðis fer eftir til­ flyt­arum og føroyingum, so er hetta eitt øðiliga gott høpi, tí at ferðavinna er ein so­vorðin altjóða vinna, um­ framt tað at tey koma til Føroyar og hava heilt aðrar brillur enn ein vanligur før­ oy­ingur hevur, sigur Sóley Heradóttir Hammer. Í eini tíð, tá ið ferða­vinn­an verður alt meira týdninga­ mikil í búskapinum, er íverk­ setan bæði neyðug og hósk­ andi. – Í og við at vit fáa fleiri og fleiri ferðafólk til Føroyar, so er tað øðiliga stórt potentiali fyri fyri­tøkur á akkurat hesum markn­að­inum, og um vit hyggja til Íslands, so síggja vit, at fyri­tøkur bobla har, tí at ferðavinna­ marknað­urin er vorðin so stórur har, og vit eru í somu pro­sess í Føroyum, sigur hon. – Visit Faroe Islands hev­ ur gjørt eitt risaarbeiði fyri at fáa ferðafólk hendan­ vegin, og nú manglar innan­ lands­arbeiði. – Vit hava fleiri tilboð, men vit mangla fjølbroytni, legg­ur Sølvi Simonarson úr Visit Vágar afturat. post@sosialurin.fo 50.000 KRÓNUR TIL ÍVERKSETAN – Vindeygað er opið fyri íverksetan innan ferðavinnuna. Tað var ein boðskapur á íverksetaraskeiðinum »Startup Tourism« í Havn herfyri. Vinnararnir av kappingini á skeiðinum hava nú 50.000 krónur at nýta til júst tað endamálið »STARTUP TOURISM« FYRISKIPARAR Sølvi Simonarson úr Visit Vágar og Bjartur Nolsøe og Sóley Heradóttir Hammer úr Íverksetarahúsinum í Klaksvík, skipaðu fyri skeiðinum um hatta vikuskiftið DÓMARARNIR Teresa Kreutzmann úr Visit Tórshavn, Brynhild Absalonsen úr Vinnuframa og Hermund Johannesen úr BankNordik. Frá vinstru: Sonja Dalsgaard Nolsøe, Kristianna Rein, Annette Lambert Gaardlykke og Emmanuel Chendela gjørdust vinnarar við síni ætlan um ferðir fyri múgvandi