týsdagur 3. mai 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Hon er ung, aktiv og er á
tremur við heilsu, um vit so
kunnu siga. Hon er ikki júst
tað, vit seta í samband við
sjúku og vánaligan lívshátt.
Kortini hevur 36 ára gamla,
danska
kvinnan,
Pia
E.
Christensen, fingið byrjandi
slitgikt í mjadnarnar. Hon
líður av giktasjúku, sum
læknar og fysioterapeutar
ofta ikki geva sær far um.
Ikki ov prúð
Navnið slitgikt merkir, at
bróskið í liðunum er tynt, og
hetta er nakað, sum hend
ir líðandi og yvir langa tíð.
Ein av orsøkunum er fram
taksloysi, tá bróskið hevur
brúk fyri teirri føðslu, sum
aktivitetur gevur.
Tá tú íðkar, gerast vødd
arnir sterkir, og tá eru teir
við til at bera kroppin.
Hetta lættir um trýstið á
bróskið, sum heldur okk
ara beinagrind saman. Tí er
yvirvekt og eintáttaðar rørsl
ur eisini ein vandatáttur, tá
tað merkir, at liðirnir gerast
belastaðir ella tyngdir.
Pia E. Christensen er ikki
ov prúð, og hon hevur altíð
verið ógvuliga aktiv og hevur
íðkað fleiri ymiskar ítróttar
greinar,
eitt
nú
fitness,
boksing og renning. Hon
líkist slett ikki einum eyð
kendum sjúklingi við slitgikt.
Kortini er bróskið í aðrari
mjødn hennara tunnslitið.
Í fleiri ár – og við millum
bilum – hevur hon havt
trupulleikar við mjødnini,
men hon hevur sum oftast
skumpað pínuna frá sær
sum vanliga vøddapínu eftir
venjing.
Bæði læknar, fysiotera
peutar og kiropraktorar hava
yvirsæð orsøkina til ta pínu,
hon hevur søkt sær hjálp
fyri.
Hetta slag av slitgikt, sum
á donskum verður kallað
»impingement«, hevur bert
verið kent síðan 2008, og tað
er helst orsøkin til, at fleiri
viðgerðarar ikki kenna hesa
giktina.
Langtíðarárin
»Impingement« er eitt heiti
fyri, at tað bein í mjødnini,
sum lærbeinið situr á – ella
sjálvur knúturin á lærlegg
inum – veksur út. Tað merkir,
at bróskið við ymiskum
rørslum verður kleimt og
slítist. Í longdini kann hetta
føra
til
slitgikt,
soleiðis
sum tað er vorðið hjá Piu E.
Christensen.
Bent Lund, yvirlækni og
ortopediskur skurðlækni á
Universitetssjúkrahúsinum
í Århuus heldur – eins og
Aleris Hamlet, ein av ser
frøðingunum, sum vita mest
um »impingement« í Dan
mark – at dømi við Piu E.
Christensen ikki er óvanligt
í hansara verð.
– Støðan byrjar á ungum
árum, men vit vita ikki við
vissu, um orsøkin er arvalig,
um talan er um umhvørvis
ligar orsøkir, sum eru avger
andi – ella, um talan er um
bæði tingini. Støðan sæst
oftast hjá ungum, aktivum
fólkum, men hetta kann
hanga saman við, at tað
ofta gevur pínu, tá tú ert
aktivur og flytir beinini heilt
út í tær støður, har pínan
plágar mest. Vit vita eisini,
at tað eru mong, sum hava
»impingement« í lendunum
– uttan, at hetta førir til slit
gikt og pínu annars.
Tað er Bent Lund, sum
hevur
viðgjørt
Piu
E.
Christensen, og hann er eis
ini varugur við, at tað við so
nýggjari vitan eisini er nógv,
sum hann ikki veit.
– Vit kunnu gera eina
kikaraskurðviðgerð, har vit
taka burtur avlopsbein, so
leiðis at bróskið ikki longur
verður tyngt. Men, akkurát
nú er tøknin so nýggj, at vit
faktiskt ikki vita, hvussu
effektin er tíggju ella tjúgu
ár eftir viðgerðina, sigur
læknin.
Endurvenjing
Eftir skurðviðgerð er tað
týdningarmikið, at sjúkling
urin beinanvegin kemur í
gongd við endurvenjing, so
leiðis at arrvevnaður ikki
legst um liðin og ger hann
stívan.
Tað er júst her, at Pia E.
Christensen var stødd, tá
henda greinin varð skrivað.
– Eg merki væl, at tað við
hvørt er trupult at venja.
Eg tori ikki so væl at gera
rørslur, tí eg stúri fyri pín
uni – longu, áðrenn eg fari í
gongd. Eg eri eisini bangin
fyri at tyngja um liðin. Bent
Lund hevur sagt mær, at
eg ongantíð komi at renna
maraton, men tað er eisini í
lagi, um eg bara kann liva eitt
vanligt lív og íðka motión.
Á tann hátt er mítt fokus
broytt. Í byrjanini var eg
hørm um, at eg ikki longur
kundi luttaka í fitness-mara
ton í einar tríggjar ella fýra
tímar, men nú gleðist eg bara,
um eg ikki gerist avlamin,
sigur hon.
Kelda: www.helse.dk
Slitgikt kann raka ung og aktiv
Viðgerðarstøðirnar SANO
Lillan Garby, leiðari á Sano í Skælskør, sigur, at
nógvir giktasjúklingar hava trupult við at finna seg
í teimum avmarkingum, sum sjúkan hevur við sær
– Tað er trupult fyri mong
at viðurkenna, at tey eru
sjúk. Vanlig ting, eitt nú
at lata seg í og persón
ligt reinføri, kunnu vera
trupul, tá tú eitt nú hev
ur pínu í rygginum. Neyð
ugt er at læra at liva við
teirri pínu og teimum av
markingum, sum sjúkan
hevur, samstundis sum
roynt verður at bøta um
heilsuna og at fokusera
á
ítøkilig
mál,
sigur
hon. Sano hevur deild í
Skælskør, Middelfart og í
Århuus. Sjúklingar kunnu
visiterast til Sano, har
uppihaldið verður goldið,
men tað er ein fíggjarlig
ramma sum ger av, hvussu
nógvir sjúklingar kunnu
fáa uppihaldið goldið. Tað
eru eisini nøkur sum fáa
uppihaldið goldið um eina
heilsutrygging,
ella
tey
fáa eitt legat – og at enda
eru tað nøkur, sum gjalda
uppihaldið sjálvi.
Kelda: www.helse.dk
– Giktastøðan byrjar á ungum árum, men vit vita ikki við vissu, um orsøkin er arvalig,
um talan er um umhvørvisligar orsøkir, sum eru avgerandi – ella, um talan er um
bæði tingini, sigur Bent Lund, yvirlækni og ortopediskur skurðlækni
– Vit kunnu gera eina kikaraskurðviðgerð, har vit taka burtur avlopsbein, soleiðis at
bróskið ikki longur verður tyngt, sigur Bent Lund, yvirlækni og ortopediskur skurðlækni
Eftir skurðviðgerð er týdn
ingarmikið, at sjúklingurin
beinanvegin kemur í gongd
við endurvenjing, soleiðis at
arrvevnaður ikki legst um
liðin og ger hann stívan