Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Matvøruvinnan hevði ynskir um broytingar í mat­vøru­ lógini, men ongan­tíð var tað soleiðis, at hon helt, at slepp­ ast skal undan øllum eftir­lit­ ið og øllum løggildingum Tað snúði seg fyrst og fremst um at tryggja, at før­ oyksir handlar og før­oysk­ar mat­stovur skulu kunnu fáa hendur á røstum kjøti kring landið. Ikki um, at alt eftirlit skuldi sleppast. Matvørulógin var skipað soleiðis, at var onki broytt nú, so fór ikki at bera til at selja turt kjøt í handlunum 1. januar í ár, men hetta dato var tó flutt til seinasta des­ emb­er. – Grundleggjandi snúði tað seg um, at vit kundu fáa hend­ur á ræstum kjøti kring landið, sigur Jóhannes Jensen, Gist&Vist. Hann sigur, at ræst kjøt verður gjørt í nógvum hjøll­ um í Føroyum. Av teimum mongu hjøllunum eru berrt hendinga hjallar løggildir og teir megna sjálvandi ikki at metta marknaðin við røstum kjøti. Higartil hevur vinnan havt atgongd til allar hjallar, men 1. januar 2017, hevði tað ikki borið til longur at selja ræst kjøt lógliga. – Óansæð um kjøtið er flett á løggildum stað ella er ræsað í løggildum hjalli, so mugu vit fáa atgongd til tað, sigur Johannes Jensen. Fleiri hava gjørt viðmerk­ ing­ar til lógina og halda, at lógin spennir munandi víð­ ari enn tað hevði verið fyri neyðini. Myndugleikarnir hava havt ein leiklut. Eftirlit og løg­gild­ing er ein partur av hes­um og tað er upprunaliga komið í samband við út­flutn­ ing. Fleiri hava funnist at, at hesi krøv hava verið eins hørð til vørur, sum skulu seljast í Føroyum. Millum annað var eitt av krvøunum frá Heilsu­frøð­ iligu Starvs­stov­uni, at skal ein hjallur løggildast, so skal hann eisini hava WC. Hetta er slept og viður­ skiftini verða broytt. Skráseting Í framtíðini er nú ætlanin at skráset allar hjallar í Før­ oy­um og á tann hátt fáa eitt yvirlit yvir, hvar mat­vør­ur til brúkararnar verða fram­ leiddar – og undir hvørjum viður­skiftum. Johannes Jensen vísir á, at skulu vit koma víðari inn­ an føroyska matmentan, so mugu matstovur og handlar sleppa til tann siðbundna matin, sum føroyingar van­ liga eta. Broytingarnar nú eru eitt stig á leiðini. Í við­merk­ ing­unum til lógar­uppskotið, skrivar lands­stýris­maðurin: – Føroyska matmentanin er stórur partur av føroyska samleikanum, og ansast má eftir, at føroyska lóggávan hevur neyðuga fyrilitið fyri hesum. – Føroysk lóggáva skal hóska til føroysk viðurskifti, og tryggjast má, at føroyska matar­mentanin ikki fer fyri skeyt­ið, tí lóggávan leggur seg uppat útlendskum lóg­ gávu­siði, ið ikki hóskar til før­oysk viðurskifti. – Ásannað verður tí, at á ávísum økjum er mat­ vøru­lógin ov avmarkandi og forð­ar fyri skynsamari gagn­nýtslu av føroyska náttúru­til­feing­inum til LETUR MØGULEIKAR UPP FYRI FØROYSKARI GASTRONOMI Hóast okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, so lata broytingarnar í matvørulógini upp fyri føroyskari gastronomi – og matstovurnar fáaa hendur á røstum kjøti MATVØRULÓGIN Føroysku matstovurnar hava brúk fyri at kunna fáa fatur á føroyskum, røstum kjøti Bjørt Samuelsen, Tjóð­ veldi, tók ikki undir við upp­skotinum. Heilsu­ frøðiliga Starvs­stovan mælti frá, at lóg var broytt, men kortini sam­ tykti Løgtingið lógina Savnsmyndir