Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 MATVØRULÓGIN Árni Gregersen Nýggja matvørulógin, sum kemur í gildi 1.oktober, fer at gera, at vit famhaldandi kunnu keypa skerpikjøt, turt kjøt og neytakjøt í smá­sølu. Nýggja lógin ger eisini, at matstovur, heilsølur og handlar nú kunnu selja neyta- og seyðakjøt, sum ikki er handfarið á løg­gild­ um sláturstøðum. Fyri ein part av føroy­ ingum verður hetta mett sum eitt stórt framstig, með­an ein annar partur – sjálv tann professionella vinn­an – heldur, at lógin fer heldur vítt við á hesum øki, heilt at sleppa øllum eftir­litið við framleiðsluni. Í Løgtinginum var stór semja um, at hetta lógar­ upp­skot skuldi setast í gildi nú, tí var onki gjørt, so fór ikki at bera til at keypa før­oyskt kjøt í handlunum eftir 31. desember. Millum bøndur og onn­ ur, sum virka í land­bún­ að­inum, verður hetta í stór­an mun mett, sum eitt fram­stig. Nú er ikki longur neyð­ugt at fletta í hølum, góð­kend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men kortini ber tilat selja kjøtið til handl­ar og matstovur. Tá ið málið var til við­ gerðar í Løgtinginum, so var Bjørt Samuelsen, Tjóð­ veldi, ímóti upp­skot­inum og mælti í minni­luta­álit­ inum frá vinnu­nevnd­ini, ting­inum frá at sam­tykkja mál­ið. Bjørt Samuelsen vísti á, at manglandi eftirlitið, sum nú verður, er at sleppa tí fram­burði, sum annars er gjørdur í Føroyum á hes­ um øki. Eins og onnur, so helt hon, at tað ikki er neyð­ugt at hava allar ES-redglu­ gerð­ir galdandi í Føroyujm, men harfrá og til at sleppa øllum eftirlitið, er eitt sera langt fet. Ivasom hoyringsvar Eini 25 hoyringssvar komu inn í sambandi við upp­skot­ ið um at broyta mat­vøru­ lógina, sum lands­stýris­ maðurin við vinnu­mál­um, Poul Michelsen, Fram­sókn, legði fram. Í fleiri av svarunum verð­ur ómetaliga stórur dent­ur lagdur á sporføri. Hoyr­ingarpartarnir siga, at uttan mun til um løg­gild­ ingin verður tikin burtur, so er alneyðugt at tryggja, at kjøtið kann sporast aft­ ur til framleiðaran. Ein annar spurningur, sum fleiri taka fram, er um okkurt hendir og fólk ger­ast sjúk av matinum, hvør er tað so, sum hevur ábyrgdina og hevur endur­ gjaldskyldu. Hetta er bæði galdandi, tá ið maturin er keyptur í smásølu í einum handli og so sjálvandi eisini, hendir hetta á einari matstovu. Matstovurnar siga, at tær vanliga kunnu tryggja seg móti slíkum, men tær ivast í um hetta ber til, er talan ikki um vørur frá løg­ gildum framleiðara. Fleiri av teimum, sum hava sent viðmerkingar til uppskotið vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vøran er mert, so kund­ ar­nir í handlum kunnu velja millum vørur, sum koma frá løggildum virkj­ um – og so aðrar vørur. Í matstovuvinnuni sig­ ur onkur, at tað er torført at gera mun á hesum í gerandisdegnum. Landsdjóralæknin var ímóti Nógv halda, at málið hevur fleiri spurningar, sum ikki eru svaraðir, men kortini so taka tey undir við broytingunum. Men landsdjórlæknin var ímóti at lógin var broytt. Í einum hoyrings­skrivi mælir landsdjóralæknin frá, at matvørulógin var broytt til tað, sum hendi í seian­astu viku. – Í staðin vil eg væla til, at hugt verður nærri at, hvussu vit í Føroyum betri framhaldandi kunnu hava okkara sið­bundnu vøru, uttan at tað verður neyð­ ugt at broyta áset­ingar­nar í mat­vøru­lóg­ini, skrivar Birna Mørkøre, lands­djóra­ lækni. Síðan 1988 hava átta til­burðir verið av botu­ lismu aav mati – seianstu til­burð­irnir vóru í 2007. Sjálvt um tølini eru smá, so eru tey ikki minni enn aðra­staðni, tí fólkatalið er so lágt í Føroyum, skrivar lands­djóra­læknin eisini. Tølini eru so smá, at teyu heldur ikki kunnu brúk­ast til at siga, at føroy­ ingar nú eru so dugnaligir at handfara matvørur heima, at ongin vandi er fyri sjúkum. Løgtingið hevur sam­ tykt at gera broyt­ingar­nar í matvørulógini. Næsta stigið er, at lands­stýris­ mað­urin við vinnu­mál­um fer at gera eina kunn­gerð, sum skipar ger­andis­ar­beið­ ið á hesum øki. Nýggja matvørulógin ger sølu av neyta- og seyðakjøtið lættari, men nú er alt eftirlit slept Sleppa heilt eftir­litið við neyta- og seyðaslátri matna, og skotið verður tí upp at broyta mat­vøru­lóg­ ina, so fyrilit verður tikið fyri hesum, stendur í við­merk­ ing­unum. Í viðmerkingunum stend­ ur eisini greitt,a t sjálvt um lógin er broyutt, so eru tað framvegis framleiðararnir, sum hava ábyrgdina av,a t fram­leidda vinnan er í lagi. Stórt framstig Fyrireikingarnar til broyt­ ingarnar í amt­vøru­lógini vóru gjørdar saman við vinn­ uni og myndug­leik­unum á økinum, men sjálvt fundar­ virk­semi eydnaðist ikki ser­ liga væl. Men endaliga uppskotið um broytingarnar var sam­ tykt og fleiri persónar, sum dagliga í tí smáa fáast við at menna føroysku mat­ment­ an­ina eru sannførd um, at hetta er eitt stórt framstig. – Hetta fer at vekja tey, sum hava ætlanir um at menna onkrar matvørur, men hava sæð ov nógvar forð­ingar á vegnum, sigur ein teirra. Nýggja lógin umfatar í hesum føri neyta- og seyða­ kjøt. Birna Mørkøre, lands­djóra­ lækni vísti á, at vit síðani 1988 hava havt einar átta tilburðir av botulismu Savnsmyndir