týsdagur 3. mai 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og
langomma
Elisa Jensen
(Lisa á Dul)
f. 23.03.1921 d. 10.01.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á Eysturoyar Ellis- og
Røktarheimi. Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við
jarðarferðina og ervið. Takk til Bøgesvang fyri
løtuna á Ellisheiminum. Tøkk til Símun P. Jacobsen
prest. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar.
Tøkk til øll, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Ingerð og Pola
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara elskaði sonur, beiggi, svágur
og gubbi
Jónleif Debes
f. 1. juli 1966 d. 31. oktober 2015
doyði og varð jarðaður.
Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til Emil
Olsen prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni. Takk til bæði búfólk og starvsfólk
á Mørkini fyri ta hjálp og umsorgan, ið var víst
honum. Takk til Ulrike Steuerwald fyri serstaka
góða viðgerð og takk, at tú altíð vart til at heita á.
Takk til familju og vinir fyri alla hjálp í sambandi
við jarðarferðina og ervið. Takk fyri lán av Eydnuni
til ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til GSD-felagið. Takk til tykkum, sum ringdu og til
tykkum, sum komu inn á gólvið. Takk til tykkum,
sum fylgdu Jónleif til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hjørdis, Steingrím og Rannvá við familju
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, hjálp
og stuðul, tá kæra móðir, vermóðir, omma og
langomma okkara
Hannilina Poulsen á Kirkju
andaðist og varð borin til gravar.
Ein serlig tøkk til tykkum, ið vóru um hana seinastu
tíðina.
Tøkk fyri góð og troystandi orð í kapellinum og til
jarðarferðina.
Tøkk fyri gávur til til barnaheimið í India.
Vegna familjuna
Masa, Jógvan Páll, Lisa, Sigurd, Laura, Andrea,
Jutt og Jóngerd
Náði mín er tær nóg mikið. 2 Kor. 12,9
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, nú
okkara elskaða kona, mamma, omma og vermóðir
Sunrið M. Mortensen
f. 1. juli 1955 d. 26. apríl 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum, ið hava verið um Sunrið í hesi
sváru tíð, nú hon var sjúk. Takk til vinir og
kenningar, ið komu inn á gólvið. Takk til prest fyri
góð orð í kirkjuni.
Takk til sangarar í kirkjuni og við grøvina.
Takk fyri blómur, kransar og gávur – og ein serlig
tøkk til tykkum, ið skipaðu fyri og hjálptu við
ervinum. Takk fyri lán av B-36 húsinum. Takk øll
tit, ið fylgdu henni til hennara hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Páll, Rúni, Bjarni og Jákup
Landavegur 38 • 100 Tórshavn • Tel 215950
TIL URTAGARÐIN
Opið er: mán - frí ...10.00 -18.00
ley ...10.00-17.00
*Annars eftir avtalu!
Nógv sløg av staudum
(fleiriára plantur)
til ymisk vakstrarlíkindi
Rabarbur, kryddurtir o.m.a
Gudstænastur Kristi
himmalferðardag 5. mai
Havnar kirkja kl 11 Sonja Klein
Nólsoyar kirkja kl 12 Ann D. Hansen. Konfirmatión
Argja kirkja kl. 11.00: Uni Næs. Talvan gongur fyri Føroysku
heidningamissiónina hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri J. Joensen. Talvan gongur fyri
Føroysku
heidningamissiónina hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Hests kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Altargongd.
Kollafjarðar kirkja kl.11:00. Maria Jørðdal Niclasen.
Altargongd
Sørvágs kirkja kl. 11.00 Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð
Hvalvíkar kirkja kl. 12, Bergtórur H. Bjarkhamar. Vágakórið
luttekur.
Elduvík kl 11, Marjun Bæk
Hellurnar kl 14, Marjun Bæk
Funningsfjørður kl 15.30, Marjun Bæk
Sjóvar kirkja kl. 11 v/Ova Brim
Glyvra kirkja kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Talvan
gongur fyri Føroysku heidningamissiónina hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum
Gøtu kirkja kl. 11. Lestur. Talvan gongur fyri Kirkjuliga
Missiónsfelagið.
Fríðrikskirkjan kl. 11. Lestur. Talvan gongur fyri Kirkjuliga
Missiónsfelagið.
Funnings kirkja: gudstænasta kl. 12 v/ Henning Bøgesvang
Elduvík kl 11, Marjun Bæk
Hellurnar kl 14, Marjun Bæk
Funningsfjørður kl 15.30, Marjun Bæk
Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 11.00
Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00
Svínoyar kirkja, Jóannes Purkhús, kl. 12.00. Altargongd.
Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum og Halvor
Nordhauge
Dals kirkja: kl. 12, Havstein Klein. Talvan gongur fyri
Føroysku heidningamissiónina
Hvalba 12.30: Jens Mortan Mortensen