Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 163 - 28. august 2004 Nr. 163 - 28. august 2004 3 Ferðast í landsuður Enn eru sendarar á øllum sjey hvalunum, sum vórðu merktir í Sandavági mikudagin. Og enn eru allir sjey hvalirnir saml- aðir í einum bólki. Hetta sæst á kortinum, sum Føroya Náttúrugripa- savn hevur á heimasíðu sínari. Á kortinum ber til at síggja, hvussu grindin ferðast, og longu nú er hon komin væl frá landi. Eftir at hava stiklast eitt sindur frá Vágoynni yvir móti Hesti, varð kósin sett í ein landssynning, og so verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Til ber at fylgja við grindini á s l ó ð i n i , http://www.ngs.fo/sat200 4/index.htm. -jm Tit ræðast meg øll… Hósmorgunin funnu starvs- fólk í Damor eitt torvatrøll í einum vaski, sum var útstillað í handlinum. Eitt torvatrøll er ikki so óvan- ligt hesa ársins tíð, men hetta torvatrøllið mundi ivaleyst fáa fleiri at hyggja tvær ferðir. Og tekstin í sanginum um Torvatrøllið at koma til sín rætt. Hetta torvatrøllið var ikki minni enn 20 sentimetrar langt í tvørmáti. Meginparturin av starvs- fólkunum stóðu til endans rundan um hetta vaskið, sum torvatrøllið stríddist við at sleppa burturúr. Men tað eydnaðist tí ikki, hóast beinini vóru so long. – Vit sóu beinanvegin, at tað var eitt torvatrøll, men vóru ovfarin av, at tað var so stórt, sigur starvsfólk hjá Damor. Hetta ólukkudýrið fekk tó hjálp til endans at koma upp úr vaskinum, og starvs- fólkini hjá Damor settu tað út um og lótu tað ganga sína leið. Hvagar leiðin mundi ganga, er ikki gott at vita, men við hasum beinunum, skuldi verið lag á torvatrølli at komið langa leið. - sae - C M Y K 3 2