Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 163 - 28. august 2004 Nr. 163 - 28. august 2004 5 Føroyskt og vistfrøðiligt ÍSF gloymt Í grein í hósdagsblaðnum um móttøkuna hjá KÍ á 100 ára degnum var umboðið fyri ÍSF sum tað einasta ikki nevnt í greinini. Men sjálvandi var Ítróttarsambandið eisini umboðað á stóra degnum hjá Klaksvíkar Ítróttar- felag. - sae - Rendi á gravkúgv Bjørn og Lükka Pat- ursson fingu saman við Martin og Borg- hild á Fløthamri handað vistfrøðiliga góðkenning fyri virksermi sítt VISTFRØÐI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um døgurðaleitið hósdagin vórðu fyrstu vistfrøðiligu góðkenningarnar í Føroy- um handaðar. Vistfrøðiligu góðkenningarnar verða latnar í samstarvi við Vátt- anarstovuna Tún í Íslandi. Hetta tí vit enn ikki hava nakra lóg á vistfrøðiliga økinum her í Føroyum. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, handaði virðislønir- nar, og hóast hann ásann- aði, at vit í hesum høpi eru komin haltandi aftan á grannum okkara, so fegn- aðist hann um, at føroy- ingar her høvdu brotið upp úr nýggjum. – Vit vildu hava jørðina og fenaðin at geva meira og skjótari av sær. Intensivi landbúnaðurin, tøkniliga menningin og tráanin eftir skjótum og stórum vinningi stýrdi alt meira, til vit sóu, at vit høvdu bjóðað kreft- um av, sum vit ikki til fuln- ar kendu, og sum ikki lótu sær stýra. – Og eins og Rousseau á sinni fóru vit nú eisini at tosa um, at vit máttu venda aftur til náttúruna og lata hana á einum vistfrøði- ligum grundarlagi stýra sær sjálvum. Loysunnarorðini í dag eru umframt reint um- hvørvi, at vit fara um náttúruna burðradygt, og at vit virða hennara evni til endurnýggjan og til at vera sjálvberandi, segði Jóannes Eidesgaard millum annað. Hann vísti í hesum sam- bandi á avtaluna um sjálv- berandi Norðurlond, sum Anfinn Kallsberg saman við starvsbrøðrum sínum í Norðurlondum undirskriv- aði í 1998 Eisini vísti hann á, at brúkarin í alt størri mun eftirspyr vistfrøðiliga fram- leiddum matvørum, og hann legði eisini dent á týdningin, sum tað kann hava fyri Føroyar, at vit kunnu kappast um dygdir sum feskleika og góðsku, tá tað er sera sjáldan, at vit hava møguleika at kappast í veruligari hópframleiðslu. Og so skuldu virðislønir- nar handast. Og fyrstu móttakararnir vóru tveir í tali. Bjørn og Lükka Paturs- son hava, síðani tey festu í Koltri, lagt stóran dent á vistfrøðiliga framleiðslu, og sum viðurkenning fyri hetta fingu tey góðkenning av øllum teirra jarðarbrúks- virksemi. Herundir neyta- og seyðhald, eins og bæði gæs og grønmeti úr Koltri nú kann fái spjaldrið, vistfrøðilig framleiðsla. Martin og Borghild á Fløghamri hava seinastu tíðina rikið bóndagarð í Oyndarfirði. Tey er farin undir vistfrøðiliga tillaging av lendinum, sum hoyrir til garðin, og soleiðis kunnu seyðir og gæs av teirra garði eisini fáa sama spjaldur, sum tey nú hava í Koltri. Umframt løgmann og góðkenningarstovnin, Tún, vóru umboð fyri stóru handlarnar í Føroyum á staðnum, eins og Heilsu- frøðiliga Starvsstovan, MBM og brúkarasamtakið. Eitt álvarsligt ferðslu- óhapp hendi við Ánavegin fyrrapartin hósdagin. Ein bilur kom koyrandi norð- anífrá, tá hann brádliga fór tvørtur um vegin og so beint inn í grabban á einari gravkúgv, sum stóð í arbeiði við vegkantin. Løgregla og sjúkrabilur vórðu boðsend beinanveg- in, og tíbetur var skaðin ikki so stórur, sum hann, sambært løgregluni, kundi havt verðið. – Bilførarin var sera heppin, tí hann slapp við einum beinbroti, sigur vakthavandi á løgreglu- støðini í Klaksvík. Hildið verður, at bil- førarin fekk eitt dánilsi av onkrum slagi, og tí rendi bilurin á gravkúnna. Maðurin varð fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús og hevur tað eftir umstøðun- um gott. - sae - Bjørn og Lükka Patursson kunnu saman við Martini og Borghild á Fløghamri erpa sær av, at hava fyrstu vistfrøðiligu bóndagarðarnar í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang Bill spyr um Alv Til tingfundin komandi mikudag hevur Bill Justinussen sent lands- stýrismanninum í al- manna- og heilsumál- um, Hans Paula Strøm, fyrispurning um Alv- skúlan. Tingmaðurin vísir á, at stór ónøgd er millum næmingar, avvarðani og lærarar á skúlanum – og millum fólk sum heild – um avgerðina hjá stýrin- um um at seta stjóran frá uttan eyðsýniligar grundgevingar, sum hann málber seg. Bill Justinussen metir ikki, at almenningurin hevur fingið nóg stórt innligt í málið, og biðjur landsstýrismannin um eina góða frágreiðing um málið, um hann ikki beinleiðis vil taka stig til at fáa viðurskiftini á skúlanum í rættlag. Spurt verður um, hvørt landsstýrismaðurin er nøgdur við ótryggu støðuna á Alv-skúlan- um. Um landsstýris- maðurin hevur fult álit á stýrinum fyri skúlan. Hvørja meinin lands- stýrismaðurin hevur um, at stjórin á skúlanum brádliga varð uppsagd- ur. Um landsstýrismað- urin kennir grundgev- ingarnar fyri uppsøgnini Um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at fáa fráfarna stjóran aftur í starv. Um landsstýris- maðurin ætlar at kanna, hvørt fíggjarligt óreglu- semi er framt at stýrin- um fyri skúlan. Og um landsstýrismaðurin heldur, at almennu Før- oyar hava rætt til innlit í málið, nú talan er um almennan stovn. -jm Sumba og Tvøroyri leggja kanska saman á nýggjárinum Borgarstjórarnir í Sumba og á Tvøroyri miðja báðir eftir, at kommunurnar skulu leggja saman longu á nýggjárinum KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er stórur møguleiki fyri at Sumbiar Kommuna og Tvøroyrar kommuna verða lagdarsaman longu á nýggjárinum. Tað er greitt, nú summar- frítíðin er farin afturum bak og spurningurin er við- gjørdur nærri í teimum báðum kommununum í Suðuroy. Sumbiar Kommuna bjóð- aðu fyrr í ár øllum hinum seks kommununum í Suð- uroynni á fund at viðgera spurningin um at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu. Men tað var bara Tvør- oyrar Kommuna, sum tók av og møtti á fundi. Á tí fundinum avgjørdu bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri at taka málið upp aftur eftir summ- arfrítíðina. Avrátt varð, at býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba skuldu fyrst hvør í sínum lagi viðgera spurn- ingin og taka støðu til, antin tær báðar kommunurnar yvirhøvur skuldu samráðast víðari um samanlegging, hóast ongin av hinum kom- mununum vildu vera við. Sumbiar Kommuna við- gjørdi málið leygardagin og har samtykti ein meiriluti at fara undir samráðingar við Tvøroyrar kommunu um at leggja tær báðar kommun- urnar saman. Tríggir bygdaráðslimir vóru fyri, men tveir vóru ímóti! Tvøroyrar Býráð hevur ikki viðgjørt málið enn. Tað verður ein av komandi døg- unum, men borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michel- sen, sigur, at higartil hevur verið full semja í býráðnum um at leggja saman. Tí ivast hann onga løtu í, at Tvøroyrar býráð eisini fer at taka undir við at taka samráðingar upp við Sumb- ingar um at leggja tær báðar kommunurnar saman. Ongantíð ov skjótt Og tað er eisini heilt greitt, at stendur tað til báðar borgarstjórarnar, skal hend- an samanleggingin verða framd longu á nýggjárinum. Kommunustýrisval verð- ur seinni í ár og nýggju bygda- og býráðini taka við tann 1. januar og borgar- stjórarnir í Sumba og á Tvøroyri vilja báðir helst, at báðar kommunurnar leggja saman beinanvegin. Verður samanleggingin ikki nú, verður tað ikki fyrrenn um fýra ár, tá ið næsta kommunu-valskeið er lokið. Jacob Vestergaard, borg- arstjóri í Sumbiar Komm- unu sigur, at føra samráð- ingar um samanlegging á mál, liggur tað avgjørt í kortunum, at samanlegg- ingin skal fremjast nú. Starvsfelagið hansara á Tvøroyri, Kristin Michel- sen, er púra samdur. Við tí fyrivarni, at málið ikki er viðgjørt í býráðnum á Tvøroyri enn, sigur hann, at eftir hansara tykki verður tað ongantíð ov skjótt, at kommunurnar báðar leggja saman. Hvørgin av borgarstjór- unum síggja nakrar sum helst forðingar fyri eini samanlegging. Tvøroyri og Sumba hava ikki mark hvør ímóti øðr- um, men báðir borgarstjór- arnir vísa á, at norðanfyri hava kommunur lagt sam- an, sum heldur ikki eru tað og sum eru líka langt frá hvørjum øðrum, sum Sumba og Tvøroyri eru. Teir vísa eisini á, at um tvey ár er nýggi Hovstunn- ilin liðugur og tá verður tað ikki meiri enn ein hálvur tími at koyra úr Sumba til Tvøroyrar. Ikki tikið støðu til fólkaatkvøðu Semjast bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvør- oyri um samanlegging er tað kortini ikki heilt greitt um fólkaatkvøða verður í teimum báðum kommun- unum fyri at vita, hvat tey siga um samanlegging. Jacob Vestergaard sigur, at hetta er ein spurningur, sum bygdaráðið í Sumba skal taka støðu til og tað hevur bygdaráðið ikki gjørt enn. Kristin Michelsen sigur, at tað er ikki krav, at fólkaatkvøða skal vera. Men sjálvur fer hann at mæla býráðnum til at samtykkja, at fólkaatkvøða skal vera á Tvøroyri. Borgarstjórin á Tvøroyri væntar heldur ikki truplar samráðingar. Hann vísur á, at fleiri kommunur norðan- fyri hava gjørt sáttmálar um samanlegging og fara báðar kommunurnar undir sam- ráðingar, verða teir sátt- málarnir sjálvsagt brúktir sum fyrimynd. Báði borgarstjórin í Sumba og á Tvøroyri vænta, at leggja hesar báðar kommunurnar saman, fara aðrar kommunur í oynni at fylgja eftir. Teir eru eisini púra samd- ir um, at tað hevði tað givið Suðuroynni nógvar ferðir størri slagkraft mótvegis landspolitiska valdinum, um hon stóð saman í einari felags kommunu. – Sum er, tosa suðuroy- ingar í eyst og vest og so leingi tað er so stór spjað- ing í oynni, lurtar ongin eft- ir ov avleiðing er eisini, at vit fáa alt ov lítlar sømdir, siga teir báðir. Samstarv endurskoðast Annars hevur Tvøroyrar Kommuna nógv samstarv við fámjiningar og Hvalbi- ar Kommunu, sum fevnir um Hvalba og Sandvík. Kristin Michelsen sigur, at endar tað við, at Tvøroyri og Sumba leggja saman, mugu samstarvsavtalurnar við Hvalba og Fámjin end- urskoðast, tí so verða tað sumbingar, sum fáa fyrsta rætt til tænastur og tilboð á Tvøroyri, framum hval- bingar, sandvíkingar og fámjiningar. Annars Kristin Michel- sen til, at tvær umfatandi veljarakanningar vísa, at tvørafólk eru fyri saman- legging. Aðra kanningina gjørdi býráðið sjálvt og hina kanningina gjørdi Gransk- ingardepilin fyri Økis- menning fyri Lions Klubb- an í Suðuroy. Í greinini omanfyri verður víst til eina veljarakanning, sum granskingardepilin gjørdi fyri Lions Klubban í Suðuroy um kommunu- samanlegging í Suðuroy. Úrslitið av kanningini er, at í øllum kommunum í Suðuroy er greiður meiri- luti fyri at leggja kommun- ur í Suðuroy saman. Tvørafólk taka serliga væl undir við kommunu- samanlegging, tí har eru heili 82% fyri at leggja saman. Í Vági eru næstan 70% fyri eini komm-unu- samanlegging, og í hinum kommununum eru tølini áleið tey somu. Í Hvalbiar kommunu, har stuðulin til eina kommunusamanlegg- ing er minstur, eru umleið 60 % fyri eini kommunu- samanlegging. Kanningin vísir eisini at 57% av suðuroyingum halda, at øll oyggin skal vera ein kommuna. Tað eru serliga vágbing- ar, sum eru ímóti at leggja alla oynna í eina kommunu, tí har vilja yvir 50%, at tað skulu verða tvær komm- unur í Suðuroy. Í Sumbiar kommunu stendur á jøvn- um millum tey, sum siga tað skal vera ein kommuna, og tey, sum siga at tað skulu vera tvær kommunur í Suðuroynni. Umframt hesa veljara- kanningina, hevur eisini Tvøroyrar Býráð gjørt eina kanning, har allir veljarar í kommununi fingu spurnar- blað og har er úrslitið nakað tað sama. Men eitt úrslit av teirri kanningini er eisini, at tey allarfægstu á Tvøroyri vilja hava, at Tvøroyri verður verandi ein komm- una, sum hon er nú. Hetta er eitt kort av Suðuroynni. Tvøroyrar kommuna, sum er nummar 45 og Sumbiar Kommuna, sum er nummar 50, eru vístar við myrkari litum og tað eru hesar báðar kommunurnar, sum nú kanska verða lagdar saman. Annars er Hvalbiar kommuna nummar 44, Fámjins Kommuna nummar 46, Hovs Kommuna nummar 47, Porkeris Kommuna nummar 48 og Vágs Kommuna nummar 49 Meiriluti fyri at leggja saman C M Y K 5 4 Føroya Keypssamtøka í Hoyvík Søkt verður eftir fólki til grøn- metisdeildina / blómudeildina at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu Vit vænta av tær ..... at tú hevur hollan kunnleika til frukt, grønmeti og blómur frá núverandi ella fyrrverandi arbeiði ..... at tú hevur eyga fyri dygd og búskapi ..... at tú ert kreativur og virkin og kann vísa fram eina fyrsta floks deild, sum er tann besta í landinum Vit kunnu bjóða tær ..... eitt sjálvstøðugt og menn- andi arbeiði ..... eitt gott arbeiðsumhvørvi Løn: Sambært avtalu Áhugað kunnu venda sær til Bent Lundsgaard, deildarleiðara, tel 214016. Skrivlig umsókn skal sendast til FK Hoyvík, boks 349, 188 Hoyvík, innan 4. september Keypssamtøkan í Hoyvík Keypssamtøkan søkir eftir fólki til grønmetis- og blómudeildina