leygardagur 28. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 163 - 28. august 2004
Nr. 163 - 28. august 2004
7
UTTAN ÚR HEIMI
Stórur áhugi fyri
oljuleiting
Áhugin fyri at leita eftir olju í bretskum og norskum
sjógvi er sera stórur, og hann tykist veksa støðugt.
Tá bretar herfyri høvdu eitt nýtt útbjóðingarumfar,
vóru tað ikki færri enn 68 feløg, sum søktu um at fáa
leitiloyvi, og tá norðmenn seinast høvdu eitt útbjóðing-
arumfar, lógu 16 feløg framvið. Hetta merkir kortini
ikki, at áhugin fyri tí norska økinum er so nógv minni,
og fyrradagin vóru 14 feløg á fundi við norska olju-
málaráðharran, Thorhild Widvey, har tey bóðu um at
verða góðkend til at leita eftir olju og gassi í norskum
øki, skrivar Aftenposten. Tey 14 feløgini hava bretska
góðkenning, men ikki norska.
Thorhild Widvey sigur við blaðið, at higartil eru tað
yvirhøvur norsk og stór altjóða oljufeløg, sum hava
fingið leitiloyvi í norskum øki, men at stjórnin kortini
hevur áhuga í at tosa við tey smærru feløgini eisini.
Hetta er ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra tað
norska økið, sigur hon.
Lurtaðu eftir telefonini
Finska løgreglan kannar nú, um telefonfelagið Sonera
fór út um lógarinnar mark, og um trygdarløgreglan
hjálpti felagnum, tá tað fyri fýra árum síðani kannaði,
um nakað av starvsfólkunum hevði avdúkað innanhýsis
viðurskifti.
Upprunin til kanningarnar eru nakrar greinar í
blaðnum Helsingin Sanomot, sum vildi vera við, at
trygdarløgreglan SUPU hevði hjálpt Sonora. Millum
annað visti blaðið at siga, at Sonora hevði avlurtað
telefonir og fartelefonir hjá fleiri starvsfólkum í leiðsl-
uni, og blaðið skrivaði eisini, at Sonora hevði avlurtað
telefonina í tænastubilinum hjá Paavo Lipponen,
forsætisráðharra.
Kanningar hava síðani víst, at telefonirnar hjá meiri
enn 60 fólkum vórðu avlurtaðar, og málið hevur longu
elvt til nakrar uppsagnir í Sonora. Men ákæruvaldið
hevur eisini sett sær fyri at kanna, um leiðslan í trygd-
arløgregluni var uppi í málinum, og sambært finsku
tíðindastovuni er nógv, sum bendir á, at leiðslan visti,
hvat fór fram, og at hon hjálpti Sonora við avlurtingini.
Ov nógvar myntir
Felags evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur yvirhøvur
roynst væl, síðani hon kom í gildi í teimum flestu ES-
londunum, men nú vísir tað seg kortini, at tær nógvu
myntirnar eru ein trupulleiki.
Tær minstu myntirnar eru ein og tveir cent, sum
svara til ávikavist umleið sjey og fjúrtan oyru, og
nógvir ES-borgarar halda tað vera óneyðugt at hava so
smáar myntir. Nógvir handlar hava gjørt sær dælt av
skipanini og hava tí prísir sum 1,98 evru, men
brúkararnir vilja heldur hava prísin upp á 2,0 evrur enn
at dragast við tær smáu myntirnar.
Í Finnlandi tóku myndugleikarnir atfinningarnar í
álvara beinanvegin, so har hava fólk ikki brúkt tær
smáu myntirnar seinastu tvey árini. Niðurlendingar
hava gjørt av at strika tær minstu myntirnar frá 1. sep-
tember í ár, og tað hevur fingið evropeiska miðbankan
at umhugsa at gevast við at gera myntir, sum eru ein og
tveir cent, skrivar DPA.
Ølsvik
Eins og aðrastaðni er alkoholinnihaldið avgerandi fyri,
hvussu nógv svenskir innflytarar skulu rinda í avgjaldi,
tá teir keypa øl úr útlondum. Men nú hava teir funnið
upp á ráð.
Blaðið Metro skrivar, at tað hendir meiri enn so, at
innflytarar merkja ølið til at hava 3,5 prosent av alko-
holi, sjálvt um tann veruliga styrkin bara er 2,8 pro-
sent. Í tollvaldinum vátta tey upplýsingarnar. Thomas
Lindgren í tollvaldinum sigur við Metro, at tað eru
serliga innflytarar í Stockholm og Malmø, sum fáa teir
útlendsku sølufyritøkurnar at seta skeiv merki á ølið,
áðrenn tað kemur til Svøríkis.
Sambært Metro loysir tað seg væl hjá innflytarunum
at svika við styrkini, tí avgjaldið fyri eina øl við 2,8
prosent alkoholinnihaldi er hálva triðju krónu minni
enn fyri eina øl, sum hevur 3,5 prosent av alkoholi.
Russisku myndug-
leikarnir halda fram-
vegis uppá, at talan
var um tvær van-
lukku, tá tey bæði
flogførini duttu niður
mikunáttina. Men
altjóða serfrøðingar
halda, at russar lúgva
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár vildi ovastin í russ-
isku trygdartænastuni FSB
(fyrr KGB) vera við, at
vánaligt viðlíkahald var
orsøkin til, at tey bæði
Tupolev-flogførini
duttu
niður mikunáttina. Stutt
eftir vanlukkurnar vildu
aðrir myndugleikar vera
við, at flogførini kundu
hava fingið skeivt brenni-
evni, áðrenn tey fóru úr
Moskva.
Men serfrøðingar ivast í
teimum russisku frágreið-
ingunum.
– Eg veit ikki um nakað
fordømi, har tvey flogfør
eru farin av sama flogvølli
um somu tíð við næstan
somu kós og eru dottin
niður um somu tíð. Um-
støðurnar tala eisini fyri, at
hetta var yvirgangur. Russ-
land hevur fingið fleiri
hóttanir um yvirgang, val
verður í Kekenia skjótt, og
Putin, forseti, var í Sosji
við Svartahavið, hagar ann-
að flogfarið skuldi. Nei,
hetta boðar ikki frá góðum,
sigur bretski flogtrygdar-
serfrøðingurin Mike Boyd
við BBC.
Danskir loftferðsluser-
frøðingar siga tað sama.
Ein talsmaður hjá Statens
Luftfartsvæsen segði við
danska sjónvarpið miku-
kvøldið, at hann hevur
heldur ongantíð hoyrt, at
tvey flogfør, sum fóru úr
somu floghavn, eru dottin
niður um somu tíð fyrr.
Dylja yvirgang
Russiskir serfrøðingar siga
seg hava illgruna um, at
myndugleikarnir royna at
venda orðaskiftinum burtur
frá yvirgangi, tí at val verð-
ur í Kekenia í næstu viku,
og at myndugleikarnir tí
vilja sleppa undan ófriði
har. Tað er eisini umráð-
andi, siga teir og vísa á, at
týsdagin skulu kekenar
velja nýggjan forseta fyri
Akhmad Kadyrov, sum
doyði í einari yvirgangsat-
sókn í mai.
Fyrr hava teir russisku
myndugleikarnir
annars
verið skjótir av geva teim-
um kekensku uppreistrar-
monnunum skyldina av
yvirgangi í Russlandi. Men
hesaferð er øðrvísi, og
harafturat hava uppreistrar-
menninir avsannað, at teir
høvdu nakað við vanlukk-
urnar at gera.
Eygleiðarar hava tó bitið
merki í, at samsvar er ikki
ímillum tað, sum myndug-
leik-arnir siga, og tað, sum
flogfelagið Sibir hevur
sagt. Hetta felagið átti tað
flogfarið, sum var á veg úr
Moskva til Sosji, og felagið
hevur sagt, at tað hevur
ábendingar um, at ein
spreinging var umborð á
flogfarinum.
Um hitt flogfarið hava
vitni greitt frá, at tey
hoyrdu eina spreinging,
áðrenn flogfarið datt niður.
Myndugleikarnir
hava
eisini sagt, at vrakpettini av
hesum flogfarinum lógu
spjadd um eitt ógvuliga
stórt øki, og tað kundi bent
á, at tað sprongdist í luftini,
siga teir.
Líkt er nú til, at fyrr-
verandi einaræðis-
harrin í Kili kortini
verður drigin fyri
rættin fyri tey mongu
brotsverkini, sum
stýri hansara framdi
KILI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hægstirættur í Kili hevur
ógildað órinið hjá fyrr-
verandi kilska einaræðis-
harranum Augusto Pino-
chet. Rætturin var kortini
ikki samdur um avgerðina,
tí átta av teimum seytjan
dómarunum
atkvøddu
ímóti.
Avgerðin ber í sær, at
Pinochet kann dragast fyri
rættin í sambandi við, at
umleið 3.000 av hansara
politisku mótstøðumonnum
hvurvu ta tíðina, hann sat
við valdið frá 1973 til
1990. Fleiri sakførarar hava
leingi roynt at fáa hann fyri
rættin, men tað hevur ikki
borið til, tí órin hansara
sum fyrrverandi forseti
hevur forðað tí. Harafturat
hevur Pinochet leingi verið
sjúkur, og læknar hansara
hava eisini sagt, at hann er
ov veikur til at koma fyri
ein dómstól.
Reuter skrivar úr Santi-
ago,
at
avgerðin
hjá
hægstarætti
hevur
býtt
kilska fólkið sundur í tvey.
Øðrumegin eru tey, sum
vilja draga hann til svars
fyri illgerðirnar hjá hernað-
arstýrinum, og hinumegin
eru tey, sum rósa honum
fyri tey búskaparligu fram-
stigini, sum hendu undir
stýri hansara.
Russar siga ikki sannleikan
um flogvanlukkurnar
Órinið tikið
frá Pinochet
Fleiri serfrøðingar ivast í, at russar siga sannleikan um tey bæði flogførini, sum duttu niður
mikunáttina
Augusto Pinochet
Mikkjal takkar fyri seg
Landsstýrismaðurin í
mentamálum, Jógvan
á Lakjuni, sigur, at
útvarpsstjórin, Jógv-
an Jespersen alt fyri
eitt tekur við stjóra-
sessinum í SVF, sum
1. januar skal leggjast
saman við ÚF
UPPSØGN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tá starvsfólkini í Sjónvarpi
Føroya koma til arbeiðis
mánadagin verður eingin
Mikkjal Helmsdal at finna
á stjóraskrivstovuni.
Stjórin
í
Sjónvarpi
Føroya seinastu trý árini
hevur sagt seg úr starvinum
frá 1. september, og fríggja-
morgunin boðaði Menta-
málaráðið frá, at uppsøgnin
er góðtikin.
– Tað kendist løgið, tá
samanleggingin av ÚF og
SvF varð kunngjørd. Síðan
hava eg summað meg, og
hugsað um støðuna. Niður-
støðan varð, at tað var
frægast hjá mær at siga
meg úr starvi. Nú avgerðin
er endaliga tikin, kennist
tað sum ein lætti, sigur
Mikkjal Helmsdal.
1. januar er ætlanin at
leggja Sjónvarp- og Útvarp
Føroya saman í ein stovn.
Stjórasessin í SvF frá 1.
september skal útvarps-
stjórin Jógvan Jespersen
røkja, sum eisini hevur
fingið ábyrgdina av saman-
løgdu stovnunum eftir 1.
januar.
– Hetta verður sami leist-
ur sum tá Tróndur Djurhuus
gavst í Sjónvarpinum. Eins
og tá verður Jógvan Jesper-
sen stjóri á báðum stovn-
um, áðrenn hann formelt
tekur við 1. januar, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Eingin meining
Í tíðindaskrivi til fjølmiðl-
arnar fríggjadagin sigur
Mikkjal Helmsdal, at hann
sær onga orsøk til at halda
fram í stjórasessinum í SvF
til 1. januar. Hann sigur seg
ikki vilja standa í vegin fyri
ella seinka tillagingina av
fráboðaðu samanleggingini
av ÚF og SvF.
– Eg meti, at tað í longd-
ini tænir starvsfólkunum í
Sjónvarpinum og tryggleik-
anum í dagliga arbeiði
teirra best, um tann til-
gongd, sum óafturvendandi
er sett út í kortið, sleppur í
gongd skjótast gjørligt og
tann leiðsla, sum Menta-
málaráðið ætlar skal taka
sær av dagligu viðurskift-
um hjá starvsfólkunum
frameftir, sleppur til verka
sum skjótast, vísir Mikkjal
Helmsdal á í tíðindaskrivi.
Spurdur, hvat hann nú fer
at takast, svarar fyrrverandi
sjónvarpsstjórin, at fyrstu
vikurnar fer hann at taka
sær av løttum, áðrenn nøk-
ur avgerð verður tikin um
framtíðina.
– Tað kendist løgið, tá
samanleggingin av ÚF og
SvF varð kunngjørd. Síðan
hava eg summað meg, og
hugsað um støðuna.
Niðurstøðan varð, at tað var
frægast hjá mær at siga meg
úr starvi. Nú avgerðin er
endaliga tikin, kennist tað
sum ein lætti, sigur Mikkjal
Helmsdal, ið hevur verið
stjóri í SvF seinastu trý árini
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroy-
ingur á
megin-
landinum
Føroyski Hans Petur
Hansen hevur seinastu
níggju árini búleikast í
Danmark, og millum
annað hevur hann her
havt tónleiki sum ítriv.
Hetta hevur so higartil
leitt hann til bólkin,
Fastland, har hann er ein
av trimum limum. Og
nú hevur bólkurin so
givið út fløgu, sum er
nevnd, Vennerne og jeg.
Talan er um melodiøs-
an popp-tónleik, har tað
ikki er heilt frítt við
einum lítlum rock-ís-
letti, og hóast tað sjáld-
an ber til at siga, nær
talan er um ein bólk,
sum
veruliga
slær
ígjøgnum, so ber í øllum
førum ikki til avskrivað
Fastland
framman-
undan.
-jm
Høgni
Lisberg á
ferð í
Sveis
Í døgunum, 2. til 10.
september, fara Høgni
Lisberg og bólkur hans-
ara á konsertferð í
Sveis.
Byrjað verður í Lüz-
ern, har spælt verður á
einum av kendu spæli-
støðunum
í
Sveis,
Schuur, og síðani gong-
ur slag í slag. 3. septem-
ber verður spælt á Mus-
ic Culture Club í Frau-
enfeld, 4. september
verður spælt unplugged
í Tonart CD Shop í St.
Gallen, áðrenn kvøldið
býður á framførslu í
Hafenbuffet í Rorscach.
5. september veðrur tal-
an um unplugged í
Sommercasino Tresor í
Basel og 9. september
verður tað somuleiðis
unplugged í Habsburg,
Widnau.
Leggjast skal afturat, at
tá talan er um unplugg-
ed framførslur, verður
Høgni Lisberg einsa-
mallur á palli.
-jm
Tubbaksroykur, dust,
og ring inniluft er ein
stórur trupulleiki,
sum hevur við sær
høvuðpínu, kvalma,
og fólk hava ringt við
at savna seg, sigur
Karl Christiansen,
sum umboðar Op-
timAir luftreinsi-
skipanir í Føroyum
LUFTREINSING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Rein luft er sunn fornuft,
sigur Karl Christiansen,
umboðsmaður fyri Optim-
Air Føroyar. Hóast luft-
dálking fær tey flestu okk-
ara at hugsa um skorsteinar,
útstoyt á bilum, osandi
verksmiðjur o.l., so eru
trupulleikarnir av luftdálk-
ingini innandura ofta verri
enn teir, vit uppliva úti og í
náttúruni,
hetta
kemst
partvís av, at húsini sum
verða bygd nú eru sera tøtt.
Vón er fyri framman hjá
teimum sum hava trupul-
leikar við ringari inniluft,
sigur Karl Christiansen.
Ein luftreinsari er ikki
ein ventilatión, men eitt tól
sum reinsar luftina opti-
malt, hetta verður gjørt við
serligari tøkni, stutt sagt
einum elektriskum filtri íð
fangar alt dustið, og einum
kolfiltri sum millum annað
tekur royk og lukt.
Luftreinsarin
verður
settur til eina vanliga stikk-
kontakt og skrúvaður upp á
veggin við tveimum skrúv-
um, tað er alt. Teir kosta
millum 12-16.000 krónur.
Hetta er lítið í mun til, hvat
t.d. ein ventilatión kostar.
Karl Christiansen sigur,
at ein OptimAir luftreinsari
er lættur, líka ljóðleysur
sum ein telda, og brúkar tað
sama av streymi sum ein
vanlig pera, og er so gott
sum útreiðsluneutralur eftir
keyp.
Luftreinsarin reinsar luft-
ina fyri dust og bitlar frá
teldum, og har sum t.d.
roykt verður. Skipanin er
væl egnað bæði á skrivstov-
um, stovnum, heima við
hús, hjá astma/allergikar-
um, og umborð á skipum.
Ein OptimAir luftreinsari
er settur upp á bilstøðini
Auto í Havn við sera góð-
um royndum, serliga í
bíðirúminum har tað verður
roykt.
Karl heldur hetta verða
sera spennandi at fáast við,
tí tað gongur ikki bert út
uppá at sleingja okkurt í
høvdið á fólki, og so fangar
borði, nei her snýr tað seg
um vælnøgdar kundar, ella
gongur tað snøgt sagt ikki,
hann heldur skemtandi
fram, at hann selur reina
luft, betri heilsu, og færri
sjúkradagar, tað skuldi sagt
eitt sindur.
Optim Air er eitt danskt
produkt, og royndir frá
nógvum donskum fyritøk-
um sum hava hesar skipan-
ir, vísa, at í flestu førum
blíva tey starvsfólk, sum
hava heilsutrupulleikar av
ringari inniluft, heilt frísk
og trívast betri á arbeiðs-
plássinum.
Sum nakað forkunnugt í
Føroyum, ber til at royna
luftreinsarin í einar 10
dagar
ókeypis
og
óbindandi.
Karl Christiansen hittist á
tel. 505555 ella 311870.
Áhugaði kunnu eisini fara
inn
á
heimasíðuna:
www.luftrenser.dk.
Karl Christiansen, OptimAir Føroyar:
Rein luft er sunn fornuft
Karl Christiansen, sum umboðar OptimAir-luftreinsiskipanir í
Føroyum, vísir her munin millum eitt reint og eitt skitið filtur
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6