leygardagur 28. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 163 - 28. august 2004
Nr. 163 - 28. august 2004
9
Grønlendska ferða-
lagið, sum í farnu
viku kunnaði seg
um føroysk viður-
skifti, fekk hópin
av hugskot og góð-
an íblástur á ferð-
ini, skrivar Vinnu-
húsið á heimasíðu
síni
VITJAN
www.industry.fo
- Vit kunnu læra nógv av
føroyskum
loysnum.
Hetta var niðurstøðan
hjá flestu av grøn-
lendsku gestunum, sigur
Ole Rud, stjóri í Grøn-
lendska Arbeiðsgevara-
felagnum.
Teir hildu at partar av
føroysku
umsitingini
eru minni og effektivari
enn í Grønlandi. Til
dømis var nógv spurt
um føroysku skattaskip-
anina og einføldu loysn-
irnar hon byggir á. Út-
búgvingarverki og høga
føroyska útbúgvingar-
støði var nógv umrøtt.
Føroyska Arbeiðsloysis-
iskipanin vakti eisini
áhuga.
Á vinnuliga økinum
hildu teir at Føroyar var
komið fitt ávegis seinnu
árini, og somuleiðis tá
tað kemur til infra-
struktur.
Í kjakinum millum
gestirnar og føroysku
luttakararnar var stað-
fest, at vit hava somu
trupulleikar á ávísum
økjum, t.d. stóra al-
menna
ognarlutin
í
vinnulívinum og í at fáa
eina effektiva kapping á
einum lítlum marknaði.
Tað var Arbeiðsgev-
arafelagið í Grønlandi
sum skipaði fyri vitj-
anini í farnu viku og 40
vinnulívsfólk, politikar-
ar og embætisfólk lut-
tóku.
Endamáli við ferðini
var at kunna seg um før-
oyar, hvussu vit hava
skipað samfelagið, um-
siting og vinnuviður-
skiftir.
Vinnuhúsið
hevði lagt dagarnar í
Føroyum til rættis. Talan
var bæði um fyrilestrar,
tjak og virkisvitjanir.
Væl
nøgdir
grønlend-
ingar
Á Toftum verður í
hesum døgum gjørt
nógv burtur úr, at 100
ár eru síðani tóna-
skaldið og kórleiðarin
Hans Jacob Højgaard
sáli varð borin í heim
í bygdini
TÍÐINDASKRIV
Nú
leygarkvøldið
28.
august kl. 20 verður ein
almenn kvøldseta, har tóna-
skaldið og kórleiðarin verð-
ur lýstur á ein lættan hátt.
M.a. fara næstrafólk hjá
Højgaard og fólk, ið hava
sungið hjá honum, at greiða
frá og nógvur felagssangur
verður eisini á skránni.
Lítið man vera at ivast í, at
við nógvum kórsangarum í
høllini verður trivið í onkr-
an fleirræddaðan kórsang.
Hans J. Højgaard var
lærari í heimbygdini frá
1929 til 1953 og hesi árini
var ein stórur partur av
fólkinum í bygdini við í
barna-, gentu- og vaksna-
mannakóri hjá honum, har
hann slapp at royna nógv av
teimum nýggju løgunum
hann hevði gjørt. Í 1953 fór
Højgaard til Havnar at vera
lærari, men hann hevði øll
árini til hann andaðist í
1992 nógv samband við
heimbygdina og tók upp
LP-plátur við Toftakór-
unum.
Ymisk onnur tiltøk eru á
Toftum í sambandi við 100
ára haldið. Næstseinasta
sunnudag høvdu Kórið í
Fríðrikskirkjuni og Havnar-
kórið
heiðurskonsert.
Leygarkvøldið 4. septemb-
er kl. 20 fer Ólavur Hátún
at halda fyrilestur um tóna-
skaldið av Toftum í kjall-
aranum í Fríðrikskirkjuni
og sama dag letur ein fram-
sýning upp um tónaskaldið,
kórleiðaran
og
læraran
Hans Jacob Højgaard.
Sjálvan 100 ára dagin 11.
september verður sangløta í
Fríðrikskirkjuni kl. 18, har
Kirkjukórið, eitt veterankór
og eitt barnakór við Mikael
Johan Heinesen sum leið-
ara fara at syngja. Sama
dag kemur ein fløga út við
løgum hjá Hans Jacob Høj-
gaard. Blandað kór, barna-
kór og gentukór av Toftum
syngja og tónaskaldið sjálvt
stjónar fleiri av sangunum á
fløguni. Flestu av upptøk-
unum hava ikki verið givn-
ar út áður.
Nú er ein mánaður liðin,
síðani Televarpið byrj-
aði at spæla føroyskan
tónleik á Rás1, og einki
er at ivast í, at fólk eru
sera væl nøgd um hesa
tænastuna.
Laila Hentze, stjóri á
Televarpinum, sigur, at
tey hava fingið nógvan
respons frá fólki, sum
eru fegin um hesa
tænastuna, og sjálv er
hon eisini fegin um, at
Televarpið hevur valt
hetta modellið.
- Vit hava jú sera
nógvan og góðan før-
oyskan tónleik, og sam-
stundis er talan alla
tíðina um stóra varia-
tión. Á ein hátt undir-
strikar hetta kanska eis-
ini, at talan hjá okkum
er um eina føroyska
loysn, sigur hon.
Eisini verður víst, at
teir pengar, sum Tele-
varpið rindar í KODA-
gjaldi, á hendan hátt í
størst møguligan mun
koma føroyskum tón-
leiki til góðar.
Umframt
tónleikin,
inniheldur Rás1 í løtuni
tíðindi frá Sosialinum,
hús á sølulistanum hjá
Sp/f Inni, veðurtíðindi
frá Landsverki og valuta
frá Føroya Banka.
At enda sigur stjórin,
at
tey
framhaldandi
miðja eftir at menna
innihaldsliga partin av
Rás1, og er ætlanin, at
talan í framtíðini mill-
um annað eisini verður
um føroyskt framleitt
sjónvarpstilfar umframt
sjónvarpslýsingar.
-jm
Føroyskt er
væl umtókt
Heiðra tónaskaldið Højgaard
Kvinnupolitiska
seminarið, sum varð
hildið á Hotel Føroy-
um í vikuni, førdi við
sær eina ítøkiliga nið-
urstøðu við tí enda-
máli at betra um
javnstøðuna millum
kynini
JAVNSTØÐA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Niðurstøðan hjá kvinn-
unum er í fimm pørtum:
Fýra tilmæli og ein stað-
festing. Í fyrstu atløgu
verður mælt til at skipa fyri
einum javnstøðudegi í vest-
urnorði.
Kvinnupolitiska
semi-
narið mælir eisini politisku
flokkunum til at orða ein
javnstøðupolitikk, sum skal
standa í stevnuskránni hjá
flokkunum.
Harumframt varð tilmælt
at tillaga arbeiðsumstøð-
urnar í teimum vestur-
norðisku parlamentunum
við serligum atliti til fam-
iljulívið.
Í fjórða lagi staðfestir
kvinnupolitiska seminarið,
at kvinnur er líka væl egn-
aðar at luttaka í politikki og
at taka politiskar støður,
eisini sum ministarar. Í
sama viðfangi verður mælt
til, at londini gangnýta alt
teirra tilfeingi, soleiðis at
helvtin av tí politiska
potentialinum ikki fer til
spillis.
Endiliga verður mælt til,
at ein kanning verður gjørd
um samfelagið, og hvussu
hetta sær upp á kvinnuliga
luttakan í politikki.
Danska fyritøkan Telsome
ætlar at bjóða føroyingum
bíligari
telefonsamband
gjøgnum sokallað IP-tele-
foni. Fyritøkan sigur í
tíðindaskrivi, at ein tele-
fonsamrøða til eitt nú USA
kostar 25 oyru um min-
uttin. Hjá Føroya Tele er
hesin kostnaðurin 4,10
oyru um minuttin.
At ringja til Danmarkar
kemur at kosta 10 oyru um
minuttin, og minuttprísurin
til hini norðanlondini verð-
ur um 25 oyru.
-Vit hava valt at leggja út
við IP-telefoni í Føroyum,
tí vit halda, at tað er eitt
neyðugt tiltak á føroyska
marknaðinum,
sum
er
merktur av einkarsølu. Og
ikki minst tí vit sjálvsagt
duga at síggja, at føroy-
ingar kunnu spara nógvan
pening við at verða kundi
hjá Telsome. Ikki minst tí
Telsome-kundar kunnu tosa
fyri null krónur sínamillum
- sjálvt um tað er uttan-
landa,
sigur
stjórin
i
Telsome, Tim Chawes.
Meri fæst at vita við at
ringja +45 4690 4000.
-hkm
Kostar onki at ringja
Javnstøðudagur skal fyriskipast
Benny Wilkinson er
dirigentur, og ou-
verturan til Egmont,
klaverkonsert nr. 1
og 5. symfoni,
Lagnusymfoniin,
eru á skránni, tá
Føroya Symfoniork-
estur fer at spæla
Beethoven í norður-
landahúsinum tann
31. oktober
SYMFONIKONSERT
tíðindaskriv
Egmont-ouverturan
er
inspirerað av dramatiska
sjónleikinum hjá Wolf-
gang Goethe um frælsis-
stríð Niðurlendinga móti
sponsku kúganini, sum
tyranniski hertogin av
Alba stendur fyri. Frælsi
og frælsiskravið vóru
nøkur av teimum viður-
skiftum, sum hugtóku
Beethoven. Tónleikurin er
eyðkendur
av
hesum
stríði, og verða tey lýst í
teimum motivum, sum
Beethoven
nýtir
í
verkinum.
Klaverkonsert nr. 1 í
c-dur
Hóast henda konsertin
hevur nr. 1, so er hon
komponerað seinni enn
konsert nr. 2. Men av tí at
hon var tann fyrra at
verða útgivin, so hevur
hon fingið fyrra talið.
Verkið stavar frá 1797, og
er Beethoven tá 27 ára
gamal og merkist í hesum
verki nakað ungdommi-
ligt og frískligt, einki av tí
stórbæra og máttmikla,
sum kennist í hansara
seinnu
verkum.
Men
verkið er hugtakandi og
avbjóðandi
bæði
fyri
solist og orkestur. Solistur
til klaverkonsertina er Jo-
hannes Andreasen.
Symfoni nr. 5 í c-moll
"Lagnusymfoniin"
Hetta er helst kendasta og
mest spælda symfoniin í
heiminum. Orsøkin er
uttan iva tað, sum Beet-
hoven hevur sagt um tær
fyrstu taktirnar í hesum
verki "So klopft das
Schicksal an die Tür!"
("soleiðis bankar lagnan á
hurðina") og hevur hetta
úttalilsi fingið tankarnar
hjá áhoyrarum at reika.
Verkið verður tí vanliga
fatað sum ein lýsing av
stríðið menniskjans móti
síni lagnu. Fortreytirnar
fyri hesi hugsan er eydnu-
leysa lagna Beethovens,
tann vaksandi deyvleikin,
sum fór at gera alt meira
um seg, meðan hann var í
holt við hetta verkið.
Tað ber til at meta teir
fýra satsirnar sum byrj-
andi við eini vreiði sum
linkar í tí róliga og meira
bjartskygda øðrum satsi, í
triðja ivi og svartskygni
til fagnaðarrómin í fjórða
satsi.
Sunnudagin, 5. september
kl. 16.00, verður føroysk
gudstænasta í donsku
kirkjuni í London.
Umframt
at
kirkju-
gongd er eín náttúrligur
partur av tilveruni hjá
nógvum føroyingum, so
er hetta eisini eitt frálíkt
høvi
hjá
»nýggjum«
føroyingum í London at
koma í samband við aðrar
føroyingar.
Sagt verður, at tað ikki
eru stórvegis trupulleikar
at koma til Kirkjuna, sum
liggur á St Katharine’s
Prcinct við Regents Park.
Undirgrundsstøðir
eru
nærhendis, og skjótt er at
ganga
frá
støðunum,
Camden Town, Gr. Porlt-
land Street og Regents
Park.
Eftir gudstænastuna ber
eisini til at keypa sær ein
døgurðabita,
og
er
kostnaðurin fyri hetta £
5,50.
-jm
Føroysk
gudstænasta
í London
Symfoniork-
estrið spælir
Beethoven
Einligu mammurnar
ongan góðan
Landsstýrismaðurin í
almannamálum,
Hans Pauli Strøm,
kann ikki lova einlig-
um mammum betri
kor í bræði. Hann
sigur kortini vilja
virka fyri, at bústað-
artrygging og so-
nevndi barnakekkur-
in verður settur í verk
EINLIGAR MAMMUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Betri kor hjá børnum og
barnafamiljum.
Bíligari
mjólk og skúlamat. Tað
treyt ikki við góðum val-
lyftum til føroysku familj-
urnar í valskrá Javnaðar-
floksins undan løgtings-
valinum í ár.
Í vikuni kunngjørdi Sosi-
alurin eina kanning av støð-
uni hjá einligum mammum
í Havn, og talan er um alt
annað enn eina sólskins-
søgu.
Einligu mammurnar vóru
so illa sperdar, at tær høvdu
ongan pening til at rinda
sjónvarp- og útvarpsgjald.
Fleiri teirra vóru noyddar at
útseta rokningar fyri at
hava pening til føðingar-
dagar og konfirmasjónir.
Einligu mammurnar kendu
seg í fleiri førum noyddar
at yvirdraga kontuna hvønn
mánað, tí tær fingu ikki
endarnar at røkka saman.
Síðan februar mánað hevur
Javnaðarflokkurin umsitið
almannaøkið, og vit hava tí
spurt landsstýrismannin,
Hans Paula Strøm, um
hvørji átøk, hann ætlar at
gera fyri einligu mammun-
um í Føroyum.
Skipanir vanta
Landsstýrismaðurin
í
almannamálum dylir ikki
fyri, at fremsta orsøkin til,
at føroysku mammurnar
hava tað torførari enn ein-
ligu mammurnar í okkara
grannalondum er, at før-
oyska almannaverkið ikki
kann bjóða somu endur-
gjaldsskipanir sum eitt nú
danska almannaverkið.
Hans Pauli Strøm vísir á,
at føroyska forsorgarveit-
ingin stendur fult í mát við
veitingarnar í øðrum Norð-
anlondum, men trupul-
leikin hjá einligu mamm-
unum
eru
høgu
út-
reiðslurnar.
– Ein høvuðstrupulleiki
er eisini, at vit løtuni ikki
hava nakrar sonevndar end-
urgjaldsskipanir, sum øll
okkara grannalond hava.
Her hugsi eg um bústað-
artrygging (boligsikring,
blðm),
familjuveitingar
(barnakekk,
blðm)
og
systkinafrádrátt,
sigur
landsstýrismaðurin
í
almannamálum.
Hann greiðir frá, at bú-
staðartryggingin er ein
frálík skipan, men hon er
nyttuleys í Føroyum í
løtuni.
– Í løtuni er bústaðar-
marknaðurin í Føroyum
fullkomiliga óskipaður. Vit
arbeiða í løtuni bæði við at
útvega
fleiri
bústaðar-
møguleikar og nýggjari
skattalóg fyri útleigan, sum
skal linka trýstið á bústað-
armarknaðinum. Áðrenn
hetta arbeiðið er liðugt, ber
ikki til at seta eina bústað-
artrygging í verk, tí so
endar allur peningurin í
lummunum á útleigaranum,
og tað er ikki júst enda-
málið, sigur Hans Pauli
Strøm.
Í aðru røð
Tað er einki dulsmál, at
skipanir sum bústaðar-
trygging, familjuveitingar
og systkinafrádráttur eru
kostnaðarmiklar, og tí er
væl hugsandi, at fleiri
pengar skulu setast av á
fíggjarlógini, um slíkar
skipanir skulu setast í verk.
Hesum er landsstýrismað-
urin fullgreiðir yvir.
– Fíggjarorkan er ikki í
løtuni til at seta hesar
skipanir í verk, og tí eri eg
noyddur at raðfesta eldra-
økið, sinnisveik, minnis-
veik fremst, og so mugu
nýggju skipanirnar koma í
aðru røð. Kortini má eg
sláa fast, at tað er ein
greiður langtíðarmálsetn-
ingur hjá mær at seta bú-
staðartrygging og familju-
veiting í verk, men í løtuni
er also ikki fíggjarorka til
skipanirnar, vísir Hans
Pauli Strøm á.
Hans Pauli Strøm kann ikki
lova einligu mammunum
betri kor, tí í løtuni er ikki
fíggjarorka til tað
Mynd: Jens Kristian Vang
Teir tríggir f.v: Fróði
Jacobsen, Jóhann Lutzen og
Rókur J. Jakobsen hava
kannað støðuna hjá einligum
mammum í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8