Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 163 - 28. august 2004 Nr. 163 - 28. august 2004 11 Ein kanning av støðuni hjá einsamøllum uppihaldarum og teirra børnum í Havn hevur avdúkað, at hesi liva undir sera vánaligum korum. Talan er um einsamallar møður við einum ella fleiri børnum. Støðan er so vánalig, at nakrar av familjunum eru á markinum til at líða beinleiðis neyð. Verður samanborið við líknandi bólkar eitt nú í Danmark, so er myndin tann, at hesir bólkar í Danmark hava nógv betur umstøður. Tað kann ikki góðtakast, at ein lítil sera veikur samfelagsbólkur so at siga verður sleptur upp á fjall. Tað eru sum vera man børnini, sum líða mest undir hesum ósømiligu korum. At børn skulu mangla tað mest neyðturviliga so sum mjólk og klæðir í Føroyum ár 2004 fer ikki at bera til. Her má vend koma í. Undan valinum setti Javnaðarflokkurin fokus á korini hjá børnum og barnafamiljum. Flokkurin lovaði at bøta um livikorini hjá hesum bólkum. Flokkurin lovaði m.a. bíligari mjólk og skúlamat. Mjólkin er alt ov dýr í Føroyum, og søgurnar um at børn eta góðgæti heldur enn at hava matpakka við í skúla, eru mangar. Hetta er ikki gott og her má vend koma í! Vit vita væl, at løtan er kanska ikki tann besta at mæla til at økja um almennu útreiðslurnar. Hinvegin kann landsstýrið ikki sita hendur í favn, nú tað er dokumenterað, at einsamallar møður ikki fáa endarnar at røkka saman. Er peningur ikki tøkur, so má okkurt raðfestast øðrvísið. Løgting og landsstýrið áttu at spegla sær í Danmark og øðrum norðanlondum, har einsamallar møður fáa dyggan fíggjarligan og praktiskan stuðul frá tí almenna. Har hugsar ein fyrst og fremst um børnini, um at tey ikki mugu gerast offur og fáa skaða fyri lívið av einum ótryggum barndómi. Her verða einsamallar møður og børn teirra mestsum revsað. Hetta ber ikki til! Her má vend koma í! So er tað sagt. DAGSINS MEINING Sosialurin Ósømilig kor VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tjóðveldisflokkurin hevur víst á loysnir í útlendingamálum Høgni Hoydal ÍSF hevur heitt á allar flokkar á Løgtingi um at gera støðu sína greiða til útlendingapolitikkin hjá samgonguni. Ikki skuldi verið neyðugt at sagt, at Tjóðveldisflokk- urin hevur barst ímóti út- lendingapolitikkinum hjá núsitandi samgongu í orð- um og í verki, síðani hetta landsstýrið tók við. Vit hava sett bæði munn- ligar og skrivligar fyri- spurningar – longu í febru- ar og mars í ár. Og vit hava heitt á bæði løgmann og landsstýris- málanevndina um at kanna landsstýrismannin, sum eftir okkara fatan hevur givið tinginum og almenn- inginum skeivar og vill- leiðandi upplýsingar um útlendingamál. Rættartrygd er ongin Eftir okkara tykki hevur landsstýrismaðurin vavt bæði lóggávu, avtalur og umstingarligar avgerðir saman í ein slíkan ellibita, at serstakliga stórur ivi valdar um rættartrygdina á økinum. Í seks mánaðir hava øll, sum verða rakt av hesum, livað í óvissu. Og so verða knappliga frá degi til dags mannalagnur broyttar og familjur syndr- aðar, meðan kaos valdar á øllum økinum. Síðani sigur løgmaður við Hondbóltssambandið, at tey ítróttarfólk, sum eru í landinum, skulu viðgerast eftir gomlu reglunum. Men merkir tað so, at málsvið- gerðin av einstøkum mál- um verður broytt, orsakað av politiskum trýsti? Hvussu er so støðan hjá teimum, ið ongan hava at leggja trýst á landsstýrið fyri seg? Láturlig avtala Og tann sonevnda avtalan, sum nú er kunngjørd fyri ítróttarfólk, er beinleiðis láturlig. Skal nú eitt før- oyskt ráð, sum virkar á einum donskum málsøki, hava eftirlit við privatu fíggjarligu viðurskiftunum hjá einum ítróttarfólki – í prosentum? Og hvat er endamálið og grundgevingin? Er tað ikki føroyska samfelagið og tey einstøku lokalu økini, ið koma at bera kostnaðin kortini? Er tað ikki nógv betur fyri trivna, integrasjón og samfelagsbúskap, at ítrótt- arfólk hava eitt lønandi starv afturat ítróttini? Samanumtikið kann sláast fast, at hetta lands- stýrið, uttan nakra hald- góða grundgeving, hevur skapt fullkomnan ruðuleika á økinum. Og hevði nøkur ábyrgdarkensla og nakað veruligt eftirlit verið hjá løgmanni og samgongu- tingfólki, so hevði hetta málið langt síðani fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin. Loysnin liggur klár Tað mest harmiliga er, at alt hetta syndarliga málið, var so óneyðugt sum nakað. Tjóðveldisflokkurin hevur givið øllum tingfólki eitt avrit av teirri avtalu, sum yvirritaði gjørdi við danska ráðharran í útlendingamál- um í november í fjør. Henda avtala skuldi undir- skrivast sama dag sum landsstýrisfólkini hjá Tjóð- veldisflokkinum vórðu send til hús. Eftirsum at ongin fjøl- miðil hevur viðgjørt hesa avtalu til fulnar, loyvi eg mær her orðarætt at endur- geva ta stuttu útgávuna av avtaluni, soleiðis sum hon varð send okkum frá danska ráðharranum. Ein og hvør kann við hesum vissa seg um, at ruðuleikan á økinum hevur nýggja landsstýrið bara sær sjálv- um fyri at takka. Adgangen til at søge om og opnå opholds- og ar- bejdstilladelse med henblik på beskæftigelse i Færø- erne Det er på et møde mell- em Integrationsministeriet og Færøernes Landsstyre den 26. november 2003 af- talt, at der gælder en særlig ordning for meddelelse af arbejdstilladelse til halv- professionelle idrætsud- øvere og –trænere: • Ansøgning om ar- bejdstilladelse kan indgives under lovligt ophold i Færøerne, men arbejdstil- ladelsen skal være opnået, inden arbejdet påbegyndes. • Der kan gives ar- bejdstilladelse til maksi- malt to deltidsarbejder ved siden af arbejdet i idræts- klubben. • Den samlede ind- komst skal mindst udgøre minimumsindkomsten i Færøerne. De halvprofessionelle idrætsudøvere og -trænere, der i dag arbejder uden ar- bejdstilladelse, kan frem til den XX søge om lovlig- gørelse af deres arbejde. Efter den XX risikerer halvprofessionelle idræts- udøvere og -trænere at blive udvist med indrejse- forbud og straffet for ulov- ligt arbejde, hvis arbejdet påbegyndes inden arbejds- tilladelse er opnået. Ar- bejdsgiveren risikerer lige- ledes at blive straffet for at have beskæftiget en ud- lænding uden arbejdstil- ladelse. For alle andre, der ønsker at søge om arbejdstilladelse i Færøerne, gælder fortsat, at ansøgninger om arbejds- tilladelse normalt skal ind- gives fra hjemlandet. Heri ligger blandt andet, at asylansøgere, der afvises i Danmark, ikke fra Dan- mark kan søge om ar- bejdstilladelse i Færøerne. Der gives kun tilladelse til arbejde på almindelige løn- og ansættelsesvilkår. Udlændinge, der arbejder ulovligt i Færøerne, risiker- er at blive udvist med ind- rejseforbud og sammen med arbejdsgiveren at blive straffet for ulovligt arbejde. VIÐMERKINGAR Heilsan úr Íslandi Christopher John Morden Eg eri kanadiumaður, bú- sitandi í Íslandi, og eg var í Føroyum í summar, har eg var á skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Eg hevði hoyrt um nýggja felagið hjá samkyndum í Føroyum, og eg hevði so eisini áhuga í at taka lut í teirra tiltaki í Grasagarði á ólavsøku og at lurta eftir, hvat Jóannes Eidesgaard fór at siga í røðu sínari. Eg var í Føroyum til 10. august, og kundi tí fylgja stóra orðaskiftinum í fjøl- miðlunum um játtanina hja løgmanni at taka lut í hesum tiltakinum við røðu sínari. Sjálvur helt eg røð- una vera sera góða, og tað at hann var við á tiltakinum var eitt positivt tekin um broyttar tíðir og tað at góð- taka minnilutabólkar í sam- felagnum. Tað minti meg um vitjanina hjá Vígdis Finnbogadóttir í hølunum hjá íslendska felagnum fyri samkynd, Samtøkan 78, tá hon var forseti í Íslandi. Eg mintist eisini, hvussu tóran týdning tað hevði, og hvussu positivt tað var, tá borgarstjórin í Toronto, Canada, kom til og talaði á árligu jólagudstæntastuni (við túsundtals áhoyrarum, hjá Metropolitan Comm- unity Chrurch (altjóða kirkjan hjá gjeikarum og lesbiskum) og tá hann møtti upp til ta árligu Gay Pride Parade. Vit sum eru gjeikarar og lesbisk hava verið til í øll- um samfeløgum í allari tíð, men hava ofta av trygdar- ávum verið »í skápinum«. Nakað sum hevur kostað stórar sálarligar skaðar. Tað at »spretta« hevur ikki verið ein møguleiki fyrr enn í nýggjari tíð. Tað var gott at síggja, at gjeikarar og lesbisk í Føroyum kunnu kenna seg væl við hægsta myndugleika tykkara. Eg vil eisini gera eina viðmerking til Jens av Rana og hansara nýtslu av orðin- um »kynvillingur«. Tað kann væl vera, at orðið finst í bíbliuni og í orða- bókum, men tað er bara ikki fólkaligt. Sjálvur vil hann helst verið nevndur sum »ein kristin« manna millum, men ivaleyst eru summi, sum nevna hann fyri ein »blindan religiøsan fanatikara« í sínamillum tosi. Fyrsta reglan fyri al- mennum orðaskifti um eitt og hvørt mál má vera vanlig fólkaligheit. Kaj Leo Johannesen Útlendingamál hava verið eitt heitt evni hesa seinastu tíðina, og serliga eru tað út- lendsk ítróttarfólk, sum hava staðið ovast á bredd- anum. ÍSF hevur í hesum sambandi spurt politisku flokkarnar, hvørja støðu teir hava til málið. Í veruleikanum er einki nýtt í málinum, tí bæði lóg og mannagongdir, sum verða nýttar, hava verið galdandi í nógv ár. Lógin hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, og átti tí heldur ikki at verið tað nú, og mannagongdirnar hava somuleiðis ígjøgnum lang- ar tíðir riggað væl. Løgtingið er ikki nakar trupulleiki, tí har bendir alt á, at ein greiður meiriluti ynskir, at viðgerðin av út- lendingaspurningum skal vera so smidlig sum til ber, og fyrrverandi landsstýris- menn á økinum hava ikki havt trupulleikar hesum viðvíkjandi. Í Útlendinga- stýrinum sær heldur ikki út til, at mannagongdirnar eru broyttar, so tað einasta, sum er nýtt í málinum, er at ein nýggjur landsstýrismaður hevur fingið málið at umsita. Sjálvandi skulu vit hava lógir viðvíkjandi útlending- um, sum koma til Føroya í stytri ella longri tíðarskeið. Men umráðandi er, at vit ikki viðgera fremmanda- fólk soleiðis, at tað verður til skaða fyri okkara um- dømi úti í heimi. Vit eiga ikki at gloyma, at føroying- ar mangan hava kunnað leitað sær til onnur lond at arbeitt, tá arbeiðsloysi hev- ur verið í Føroyum. Tá tað nú frættist, at útlendskar familjur, sum hava búð í Føroyum í fleiri ár, verða splittaðar, við at onkur av teimum verður sendur av landinum, meðan onnur fáa loyvi at verða verandi, má sigast, at málið er farið ov langt. Onkur hevur mælt til, at útlendingamál verða yvir- tikin sum føroysk sermál, fyri at skil aftur kann fáast á hesum viðurskiftunum, men tað loysir ongan trup- ulleika. Sum longu er víst á, so er tað ikki lógin, sum er trupulleikin, men einans ein partur av umsitingini. Líkamikið hvussu vit orða eina lóg, so fæst hon ikki at virka, um partarnir í málin- um ikki fáast at samstarva. Hetta er enn eitt dømi um, at samstarv er vegurin fram. Takk fyri, at tú rættaði upp á TV2., sum segði, at teir føroysku fiskimenn- inir fingu hægri skatta- frádrátt orsakað av blokkstuðlinum úr Dan- mark og fortjentu tað dupulta av tí, sum teir donsku fiskimenninir. Tað loysti seg at vera treiskur. Tí varð tað ikki tikið aftur, veit ongin, hvørjum tað kundi endað við. Tú ert ein ordiligur knassi og av góðum tlfari. Tú ert maðurin, alt Føroya fólk átti at givið eitt herðaklapp. Tú torir at siga tað, sum sigast skal. Tí hvat skuldu vit gjørt, tá ongin tímir at vera sjómaður meira í Føroy- um? Tað er hart nokk í forvegin. Tað var tú, sum skuldi umboðað Føroyar á Fóka- tingi. Sjómaðurin eigur ein góðan og rættvísan for- mann, sum vit eru stolt av. Vilhelm Hansen Leif Petersen Herðaklapp til Óla Jacobsen Gerda Petersen, Esbjerg Í sanginum »For at tænde lys« syngur Lars Lilholt millum annað, hetta: Eg haldi at vit eru her fyri at tendra ljós fyri hvør øðrum. Vit eru øll við til at seta dám á verðina vit liva í. Um vit hava nógv ella lítið at siga í altjóða samanhangi. Um vit eru stjórar ella næmingar á arbeiðsplássin- um, so hava vit ávirkan á gerandisdagin hjá teimum menniskjum sum eru rund- anum okkum. »Tú hevur lagnu næsta tíns í hondum tínum«, soleiðis ljóðar eitt sitat – eitt sitat, sum bein- rakið fortelur at ein og hvør okkara ger mun. Tað er aðalmunur á um vit skapa tryggleika ella ampa har vit eru. Eru vit ljóskveikjarar ella ljósasløkkjarar. Jesus segði: »Tit eru ljós heimsins, staður ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan, so tað lýsir í øllum húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunna síggja góðu verk tykkara, og æra faðir tykkara sum er í himli«. Matteus, kap. 5, vers 14- 16 Vit hava øll fingið ta upp- gávu at birta ljós fyri øðr- um. Jesus hevur verið á jørðini at tendra ljósið. Hann hevur givið okkum tann setning, at bera ljósið longur fram á vegin. Tað ljós, vit kunna vera við til at bera framá, er ikki bara boðskapurin um kristnu trúnna – men eisini ta kristnu manna-áskoðan. Ein áskoðan sum sigur: Tú ert nóg góður sum tú ert – ein áskoðan sum sigur at vit øll eru líka, og at øll hava týdning. Undan olympisku leikun- um verður fest í tann ol- ympiska kyndilin, sum síð- ani verður borin frá landi til lands við at fleiri fólk renna við honum fram móti málinum: OL-býnum. Her verður so tann olympiski eldurin kyndur, meðan upplatingarseremoniin fer fram á sjálvum stadion. Eins og rennarin rennur við tí olympiska eldinum – soleiðis renna eisini vit sum kristin við boðskap- inum um Jesus. Í okkara renning er ikki bara pláss fyri útvaldum rennarum – her kunna øll renna við. Vit renna við ljósi hins æviga lívs – fram móti tí æviga stadion har tann ævigi lívslogin skal kveikj- ast. Himmalin varir til allar tíðir, login slíknar ongan- tíð, slóknar ikki sum ol- ympiski eldurin tá leikirnir eru loknir. Tað er umráðandi at vit hvør í sínum lagi gera okk- ara til at hjálpa kristna eld- inum á veg. Hettar kann gerast uppá fleiri mátar, tó mugu vit alla tíðina leggja okkum í geyma, at vit seta okkum í stað móttakarans. Á ein vegg hevði onkur skrivað: Kristus er svarið! Niðri undir hevði onkur annar lagt afturat: Hvør var spurningurin? Tendrar tú ljós fyri øðrum? Tendrar tú ljós fyri øðrum? Útlendingalógin er ikki trupulleikin Ikki óvæntað standa fólk á rað fyri at há- lova føroyska sang- fuglinum fyri sínar framførslur í Noregi EIVØR Í NOREG Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fantastisk. Framúrskar- andi. Bergtakandi. Før- oyski sangfuglurin úr Gøtu, Eivør Pálsdóttir, er ikki til at steðga. Á einari framførslu fyri og aðrari eftir verður hon róst upp um skýggini. Framførsl- urnar í Noregi týsdagin og hósdagin vóru einki und- antak. Føroyingar, ið hava luttikið á oljuráðstevnuni í Stavanger siga, at út- lendingarnir stóðu púra paff eftir framførslurnar hjá Eivør. Týsdagin spældi hon fyri Haraldi kongi í Noregi, og kom væl frá framførsluni. Eivør spældi tvey løg fyri kongi. Føroyski sangfugl- urin legði út við eini før- oyskari vøgguvísu, og síðan spældi hon eitt svenskt fólkalag. Úti konsert Hósdagin varð skipað fyri almennari útikonsert í Stavanger. Eivør spældi í ein góðan hálvan tíma fyri eini stúgvandi fullari fjøld. – Har vóru bæði fólk úr Amerika og Australia, og tey vóru skjót at skriva navnið, Eivør Pálsdóttir niður, tí tey gjørdist púra burtur í henni. Frálíka framførslan hjá henni gjørdi okkum stolt av at vera føroyingar, sigur ein føroyskur áhoyrari á úti- konsertini hóskvøldið. Eivør ikki til at steðga C M Y K 11 10