Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 28 Sosialurin STØRV Eitt av starvsfólkum okkara fer í barnsburðarfarloyvi, og tí søkja vit eftir fólki frá 1. juni í 2016, ella skjótast til ber eftir tað, og til 31. mai í 2017. Starvsøkið er at:  bóka í debitorskipanini og inngjaldsskipanini  arbeiða í skipanini Rokningarverkgongd og vegleiða brúkarum  samskifta við stovnar um ymsar bókhaldsfyrispurningar. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at:  gera rokningar í debitorskipanini  stemma av kreditorar og millumrokningar  bóka í inngjaldsskipanini  ljóslesa rokningar  skráseta grundardátur og útlendsk gjaldoyru  skráseta í høvuðsbókhaldi. Krøv til starvið Best er, at tú hevur hægri handilsskúlaprógv e.t. ella viðkomandi arbeiðsroyndir. Tað er ógvuliga týðandi, at tú skilir væl bókhald, hevur góðan ordan í tínum arbeiði, og at tað fellur tær lætt at hava yvirlit. Arbeiðið á Gjaldstovuni er fyri tað mesta skipað í bólkum, og tí er eisini týðandi, at tú hevur góð samstarvsevni og gert títt til, at bólkurin arbeiðir væl saman. KT-skipanir stuðla undir alt arbeiði á Gjaldstovuni, og tí er fyritreyt, at tað fellur tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir. Setanarviðurskifti Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið og verður lønt í lønarflokki 2 ella 3, alt eftir út búgv ing og royndum. Vilt tú fáa meiri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Agnas Djurhuus á tlf. 352411 ella Annu Højgaard á tlf. 352446. Umsókn Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 110 Tórshavn ella við telduposti til gjaldstovan@gjaldstovan.fo. Umsóknarfreistin er 18. mai í 2016 á middegi. Tíðaravmarkað starv í bókhaldinum á Gjaldstovuni Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & bókhald landsins, KT landsins og Fígging landsins. Gjaldstovan hevur eisini um hendi felagsuppgávurnar í Fíggjarmála ráðnum, t.e. reingerð, kantinu og móttøku. Á Gjaldstovuni starvast 53 fólk, 16 teirra eru í bókhaldinum. Meiri fæst at vita á heimasíðu okkara gjaldstovan.fo GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO søkir eftir ítrívsvegleiðara Søkt verður eftir ítrívsvegleiðara ella fólki við handaligari útbúgving til fast starv við 20 tímum um vikuna. Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir: Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og Verkstaðið á Traðabrekku. Starvfólkið søkt verður eftir, kemur at arbeiða á Dagtilhaldinum og Verkstaðnum. Dagtilhaldið hevur eina virkna vevstovu, ið framleiðir ymiskar vovnar lutir til sølu. Ymiskt handaligt arbeiði umfatar hornarbeiði, tøving, binding o.m.a. Á Verkstaðnum eru ymiskar handaligar og sosialar uppgávur. Brúkararnir her eru sjónveikir og lættari seinmentir. Starvsfólkið søkt verða eftir, kemur at vera ein partur av framleiðslutoyminum. Endamálið við Dagtilhaldinum/ Verkstaðnum er: • at menna og stuðla blindum og sjónveikum sálarliga og sosialt • at blind og sjónveik fáa sjálvvirði av innihaldsríkum virksemi • at virksemið verður lagt til rættis eftir ynski og førimuni hjá teimum blindu og sjónveiku. Sjóndepilin bjóðar: • fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar – atlit og arbeiðshættir Krøv til fakligar førleikar: • ítrivsvegleiðari • útbúgvin innan ymiskt handverk ella hondarbeiði • førleikar innan veving hava fyrimun • telduførleiki til vanligt samskifti Krøv til persónligar førleikar til bæði størvini: • jalig(ur) og tolin • hevur hugflog og evnir at læra frá sær • góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málssøkin Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Almanna- og Heilsurøktarafelagið ella avvarandi sáttmála. Starvið verður sett frá 1. sept. 2016. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 17. mai 2016 og sendast til: Sjóndepilin att. leiðarin boks 2074 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: kak@sjondepilin.fo Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 82 22 og spyrja eftir leiðaranum. Meira kunning á www.sjondepilin.fo NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Elsa Johanna sett sum nýggjur starvsfólka­ leiðari Tórshavnar kommuna hevur sett Elsu Johannu Høgenni í starv sum starvsfólkaleiðara í Tórshavnar kommunu. Elsa Johanna er útbúgvin vinnu­ lívsløgfrøðingur og skrivar í løtuni høvuðsuppgávu í MA í lóg á Fróðskaparsetrinum. Elsa Johanna Høgenni hev­ur drúgvar royndir sum starvsfólkaleiðari, deildar­ leiðari og verkætlanarleiðari. Hon hevur m.a. starvast sum verkætlanarleiðari í Føroya Banka, sum starvsfólka- og umsitingarleiðari hjá Lands­ verk, sum lærari í vinnurætti, sølubúskapi og virkisbúskapi á Handilsskúlanum og sum ráðgevi innan HR hjá Input. Elsa Johanna Høgenni fær ábyrgd av størsta starvs­ fólkahópi í Føroyum. Hon byrj­ar í starvinum tann 01. juni 2016.