Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd, eru sjálvstøðugir og vilja hava ávirkan. Næmingum, ið eins og vit tora at ganga á odda og eru fú- sir at vera partur av einum felag, ið hevur sum endamál at skapa tryggleika í Føroyum. UM OKKUM Tryggingarfelagið Føroyar er størsta tryggingarfelag í Føroyum. Felagið er støðugt í vøkstri og er tað ein áhaldandi avbjóðing, sum tú kanst gerast partur av. VIT KUNNU BJÓÐA TÆR Fjølbroytt og avbjóðandi lærupláss í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning. Møguleiki verður at velja sær lærupláss innan skaðatrygging ella persónstrygging. Læruplássini eru í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum ar- beiðsumstøðum, har arbeiðið er grundað á kjarnuvirðini, har vit eru ágrýtin og nærløgd, viðurkenna heildina og seta kundan í miðdepilin. UM TEG Tú skalt tora at taka ábyrgd, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vilja hava ávirkan. Tú skalt vera áhugað/-ur í einari útbúgving, sum byrjar 5. september 2016, tekur tvey ár og fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part. Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving. Fyrimun hevur tú, sum hevur góðan telduførleika og góðan málførleika. Tú, sum tekur prógv í summar, ert eisini vælkomin at søkja. MEIRA KUNNING Vilt tú vita meira um tað at vera næmingur hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja til Starvs- fólkadeildina á telefon 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo. UMSÓKNARFREIST Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. mai 2016 kl. 12.00. Søkjast kann við telduposti til starvsfolkadeild@trygging.fo ella við vanligum brævi: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við. trygging.fo NÆMINGALÝSING Ert tú okkara nýggi næmingur? Samskiftisfólk til Atlantic Airways Atlantic Airways ynskir at styrkja um marknaðardeildina við einum samskiftis- fólki (Content Manager). Vit søknast tí eftir einum fólki, ið skal hava ábyrgdina av at skapa gott og fjølbroytt tilfar til allar okkara samskiftismiðlar. Atlantic Airways samskiftir bæði í prentaðum og talgildum miðlum t.d. lýsingar (bæði prent og talgildar), blaðið Atlantic Review, Facebook, Instragram, Club Atlantic og á heimasíðu okkara atlantic.fo. Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at vera við í allari tilgongdini at framleiða lýsingar og samskiftistilfar, frá hugskoti til rættlestur, á øllum samskiftis miðlum hjá Atlantic Airways. Førleikar: Tað er sera umráðandi, at tað fellur tær lætt at orða teg skrivliga. Tað er umráðandi, at tú ert kreativur, ágrytin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Tú er fyrikomandi, álítandi og gevur íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir við at skapa skrivligt tilfar. Vit bjóða: Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fert at hava beinleiðis ávirkan á alt samskiftið hjá tjóðarflogfelagnum. Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast tilber. Lønin verður ásett eftir royndum og førleikum. Arbeiðsstaðurin er á marknaðardeildini á høvuðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways á Vága Floghavn. Fá fleiri upplýsingar um starvið við at seta teg í samband við Árna Olsen, Sølu & Marknaðarleiðara, á tel 213777. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til georg@atlantic.fo í seinsta lagi 19. mai 2016. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi, úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 502 milliónir krónur í 2015. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania og Kreta um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.