Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV Starvsfólk til umhvørvisverkætlanir – barnsburðarvikarur Traðagøta 38, postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan sóknast eftir starvs- fólki til granskingardeildina, ið kannar útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Um starvið Starvið fevnir um kanningar á framkomnum kanningartólum, sýnistøku, dátuviðgerð og at skriva frágreiðingar og greinar umframt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Arbeiðið er í stóran mun skipað í verkætlanum. Um teg Tú skalt vera MSc ella PhD í evnafrøði, duga væl at handfara kanningartól (t.d. MS/MS) og hava hollan telduførleika. Tú skalt skilja føroyskt og duga væl at samskifta á norðurlendskum og enskum, vera nærlagdur/nærløgd og hava koyrikort. Talan er um avloysarastarv fyri eitt starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Starvs- tíðin er 1 ár og verður at seta skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara, tlf. 342470, mariad@us.fo. Umsókn við CV, avrit av prógvum v.m. skal sendast til Umhvørvisstovuna, box 2048, FO-165 Argir, og verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. mai 2016. Starv sum úrvalsbrúkari í kreditorbók­ hald inum er leyst at søkja. Starvið verður ætlandi sett frá 1. juni í 2016, ella so skjótt sum til ber eftir tað. Ábyrgdarøkið er at:  vera samaskipanarliður millum kervisfyrisitingina og kreditorbók­ haldið  hava úrvalsbrúkarauppgávur og undirvísa í rokningarverkgongd  hava dagligar uppgávur í kreditor­ bókhaldinum. Uppgávurnar í starvinum eru at:  vera umsitari í rokningarverkgongd  hava neyðuga samskiftið millum kervisfyrisitingina og bókhaldið  testa broytingar  undirvísa  vera partur av dagliga arbeiðinum í kreditorbókhaldinum. Uppgávurnar í kreditorbókhaldinum eru í høvuðsheitum at:  arbeiða í rokningarverkgongd og vegleiða brúkarum  samskifta við stovnar um ymsar bókhaldsfyrispurningar  ljóslesa rokningar  skráseta grundardátur, útlendsk gjaldoyru og afturvendandi rokning ar  vegleiða brúkarum og samskifta við stovnar um ymsar bókhaldsfyri­ spurn ingar. Menningarmøguleikar Starvið verður skipað við útbúgvingar­ gongd, har tú lærir um rokningarverk­ gongdar­ og kreditorskipanina. Tað verður gjørt í samstarvi við kervisfyri­ sitingina og kreditorbókhaldið. Hevur tú áhuga og evni, so kanst tú fáa útbúgv ing í øðrum skipanum á Gjaldstovuni og undirvísa brúkarum í teimum. Eginleikar og førleikar Best er, at tú hevur hægri handilsskúla­ prógv e.t. Tað er ógvuliga týðandi, at tú skilir væl bókhald, hevur góðan ordan í tínum arbeiði, og at tað fellur tær lætt at hava yvirlit. KT­skipanir stuðla undir alt arbeiði á Gjaldstovuni, og tí er fyritreyt, at tað fellur tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir. Hevur tú royndir at arbeiða við skipanunum hjá Gjaldstovuni, er tað stórur fyrimunur. Arbeiðið á Gjaldstovuni er fyri tað mesta skipað í bólkum, og tí er eisini týðandi, at tú hevur góð samstarvsevni og gert títt til, at bólkurin arbeiðir væl saman. Setanarviðurskifti Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs­ mannafelagið. Tað verður flokkað samsvarandi viðkomandi útbúgving og royndum. Høvuðsarbeiðsstaðurin er á Argjum. Kervisfyrisitingin húsast í Klaksvík, so partur av arbeiðstíðini verður har. Vilt tú fáa meiri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Annu Højgaard á tlf. 352446 ella Dáva Johannesen á tlf. 352485. Umsókn Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 110 Tórshavn ella við telduposti til gjaldstovan@ gjaldstovan.fo. Umsóknarfreistin er 18. mai í 2016 á middegi. Starv í kreditorbók hald­ inum á Gjaldstovuni Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & bókhald landsins, KT landsins og Fígging landsins. Kreditorbókhaldið er partur av Løn & bókhaldi landsins og kervisfyrisitingin er partur av KT lands ins. Á Gjaldstovuni starvast 53 fólk, 9 teirra eru í kreditorbókhaldinum og 4 eru í kervisfyrisitingini. Meiri fæst at vita á heimasíðu okkara gjaldstovan.fo GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 I WWW.GJALDSTOVAN.FO NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Terji er nýggjur menningarleiðari í SEV Leiðslan í SEV hevur út­ nevnt Terja Nielsen sum menn­ingarleiðari í e­l-fe- lag­num. Terji Niel­sen fer um­boðandi eitt menn­ingar­ toymi at samstarva breitt við allar viðkomandi deildir í SEV og samstarvspartar hjá elfelagnum. Terji Nielsen hevur ver­ið verkætlanarleiðari Húsa­ haga og Neshaga, men fer nú til verka sum menn­ ing­ar­leiðari í SEV, eftir at leiðslan hevur avgjørt at skipa menningarvirksemið í el­felagnum á sjálvstøðugari deild. Terji Nielsen var út­ lærd­ur elektrikari hjá El-Service á Skála í 1993. Hann var útbúgvin elek­ tro­nikk­teknikari í 1995 á Århus Tekniske Skole og veik­streyms­verk­frøðingur á Århus Ingeniørhøjskole í 1999. Í løtuni leggur hann síðstu hond á útbúgving í Berlin, sum nevnist MBA Renewables. Terji Nielsen hevur starv­ ast hjá SEV síðan 1999 – bæði innan kopling-ar­støðir og elverk. Seinnu árini hevur hann einamest arbeitt við varandi orku, har hann hevur verið verkætlanarleiðari í vindmyllulundunum í Ne- shaga og í Húsahaga. Hann er eisini verkætlanarleiðari fyri battarískipanini, ið verð- ur royndarkoyrd í Húsahaga í hesum døgum. Menningardeildin fer at hava ein týdningarmiklan leiklut í felagnum, serliga á grønu kósini frameftir. Terji Nielsen fer í fyrstu atløgu at røkja starvið sum menn­ingarleiðari hálva tíð. Hina helvtina av ar­beiðs­ tíðini heldur hann fram í sín­um vanliga starvi sum verkfrøðingur á Verkfrøði­ deildini, har hann serliga fæst við vindorku.