Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2016 6 Ynskilistin Tað eru ein rúgva av fantastiskum tingum á marknaðinum í løtuni. BYRJA MORGUNIN LEKKURT Christian Bitz hevur sniðgivið hesar flottu morgunmatarskálirnar. Eg kundi hugsað mær eini 20 av hesum! Fáast fyri umleið 89,95,-/stk FÁI ALDRIN NOKK! Eg kann ongantíð fáa ov nógvar plantur – grønar, livandi plantur skapa lív og gleði. Fáast í øllum prísklassum. FLOTTUR VASI TIL BLOMSTRINI Klassiski vasin er akkurát útkomin í flottum grønum liti. Fæst úr umleið 700,- FLOTT OG PRAKTIKST Eg mangli eitt stórt klædnaskáp, og eg havi spottað hetta í føroyskum handlum. Perfekt! Fæst úr umleið 7000,- GULI KLASSIKARIN Eg havi altíð elskað hesi gulu blomstrini, sum halda sær í ævir. Elski og keypi tey framvegis javnan Fáast úr 10,-/stk ØÐRVÍSI VÍNGLØS Tað er altso okkurt við mær og grønum glasi í løtuni! Eg leiti í øllum endurnýtslu­handlum eftir slíkum víngløsum. Fáast heilt sikkurt bíligt onkrastaðni LEKRASTU BARNAKLÆÐINI Í HEIMINUM Mini Rodini má vera tað lekrasta klædnamerkið til børn – men hvar fái eg tað í Føroyum? Enn ikki funnið í Føroyum GÓLVTEPPI SAMEINA RÚMIÐ Hetta teppið er fantastiska flott. Teppið 240x170cm til støddar – eg haldi altíð at stórar littar flatur geva rúmum nakað heilt serligt. Fæst fyri umleið 6.999 FØROYSK LIST Á VEGGINUM Eg kundi hugsað mær eitt steinprent afturat til samlingina. Hetta svarta prentið hjá Hansinu Iversen er mítt yndis í løtuni! Fæst í ymsum støddum úr umleið 800,- SUMMAR Í STOVUNI Eg vil hava hesa heingikoyggjuna, áðrenn eg fari í summarfrí – so kann eg spæla Ibiza heima í stovuni. Fæst úr umleið 1100,-