Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN MAI 2016 Barbara Holm T að er vorðið kvøld, áðrenn møðgurnar Sissal og Lea Kampmann hava stundir at hittast til eitt prát um mentan, um íverksetan, um javnstøðu og um Føroyar anno 2016. Ímillum sín hava tær ivaleyst fleiri fulltíðarstørv, men fyri tær er lívið ikki 8-16. Lívið er ein blanding av tí tú noyðist og tí tú vilt gera. Og dreym­ ur­in er, at tey bæði tingini kunnu smelta saman til eitt, so tú bara livir av tí, tú vilt gera. Av tilvild valdu tær báðar at flyta heimaftur til Føroya í fjør summar, eftir mong ár í útlegd í Keypmannahavn. Báðar høvdu tær dreymar um at luttaka í og uppliva føroyska samfelagið. Hóast tær hava vitjað nógv í Føroyum øll hesi árini, so hevur føroyska samfelagið yvirraskað. Allar mest ungu Leu. – Eg var heldur pessimistisk, tá eg skuldi flyta heim. Eg tók fyri langari tíð síðani avgerð um at flyta heim eftir árini á studentaskúlanum, fyri at venda aftur til røturnar og uppliva, hvussu tað er at liva í mínum móðurlandi. Hóast mína trongd til at venda aftur, var eg eitt sindur ørkymlað, um tað fór at verða trupult at koma innum, og blíva ein partur av vinabólkum, sum jú longu vóru til, sigur Lea Kampmann. Men veruleikin skuldi vísa seg at vera munandi øðrvísi, enn Lea hevði ímyndað sær. Føroyar tóku væl ímóti henni. – Fólk vóru øgiliga opin og hava tikið væl ímóti mær, eg fekk nýggjar vinir og áhugamál, og kendi meg beinan vegin sum part av samfelagnum. Eg var kanska bangin fyri, at fólk fóru at vera konservativ og klikut, men tað havi eg slett ikki upplivað, sigur Lea Kampmann. Og Sissal tekur undir. – Tað er eingin ivi um, at tá ið um­ ræður tey viðurskifti, Lea hevur tørv á í hennara aldri, eru Føroyar eitt fan­ tastiskt stað. Men øðrvísi er, tá ið um­ ræður tí, sum eg havi tørv á, sigur Sissal Kampmann. Sissal er cand.mag í norðurlendskum máli og bókmentum og tilvalslærugrein hennara er modernaðar bókmentir og modernað mentan og mentanarmiðling. Og fyri eina akademikara við júst hesari útbúgvingini er trupult at finna full­ tíðarstarv. – Eg havi verið rættiliga skelkað um, hvussu trupult tað er at byrja eitt lív í Føroyum. Og eg havi kjakast nógv við míni vinfólk og familju um júst hetta, at samfelagið ynskir akademikarar heim aftur, men kortini eru eingin størv til fleiri okkara, sigur Sissal Kampmann. Hon hevur øðrvísi ábyrgd og skyldur enn Lea og tí krevst meira enn eitt fevnandi samfelag. – Hvar er tað, at tað gongur galið. Okkara kostnaðarstøðið er høgt, húsa­ prísirnir høgir og trupult er at finna fulltíðarstørv, vísur Sissal Kampmann á. Men fyri hana er hetta júst tað, sum ger Føroyar áhugaverdar í hesum døg­um. Samfelagið er til reiðar at seta spurnartekin við skipanirnar, sum vit hava ment og lýtt á seinastu mongu árini. – Eg sigi við Leu, at skuldi eg gjørt tað umaftur, hevði eg fyrst fingið mær eina handverkaraútbúgving, og síðani farið á universitet. Tí eg haldi tað er sunt og neyðugt at hugsa handverkara og akademisku útbúgvingarnar av nýggjum, tí vit hava ikki pláss fyri meira Tað boblar undir áður føstløstum skipanum og føroyska samfelagið tykist vera mentanarliga spírandi og undir spennandi menning. – Tað er ein fantastiska spennandi tíð at búgva í Føroyum, halda møðgurnar Sissal og Lea Kampmann, sum í fjør fluttu heimaftur á klettarnar »Eg havi stóra virðing fyri mátanum, Lea hugsar og sum hon sær heimin. Eg haldi hon dugir væl at geva konstruktivan kritikk og tí dámar mær best at sparra við hana« – Ein spennandi tíð at búgva í Føroyum Møðgur