týsdagur 3. mai 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
akademikarum enn eitt vist, sigur Sissal
Kampmann.
BROYTING ER Í LUFTINI
Hesar tankar Sissal førir fram er
hon ikki einsamøll um. Áður hava
kjak tikið seg upp um júst hendan
spurningin við, hvørjar útbúgvingar
føroyingar skulu hava og føroyska
samfelagið skal stuðla. Tí tað er givið,
at ikki allar útbúgvingar leiða til størv
í føroyska samfelagnum. Og hvussu
við handverkaraútbúgvingunum?
Hava vit ikki tørv á, at alsamt fleiri
føroyingar leita handverkaravegin?
– Tað eru spurningar sum hesir og
mangir aðrir, sum eg haldi vit mugu
til at kjakast um. Og tað letur til, at vit
hava sett hol á nakrar øðrvísi tankar,
sigur Sissal Kampmann og vísur til
røður frá ungum javnaðarfólki á 1.
Maidagshaldinum sunnudagin.
– Hesi ungu fólkini førdu fram væl
funderaðar teoretiskar hugsanir, sum
vit hava tørv á at venda, vísur Sissal
Kampmann á.
Men tað er ikki einans tær samfelags
ligu skipanirnar, sum eru undir broyting.
Eisini á mentanarliga økinum sæst nýtt
lív og nýggjar hugsanir.
– Tað tykist sum, at listarligt lív spírar
á øllum frontum og tú hevur altíð okkurt
áhugavert at fara til, sum kann geva
íblástur, sigur Lea Kampmann.
Hon og hennara vinfólk hava eisini
kjakast um broytingar, men ikki bert
á tí politiska økinum. Tey hava mest
av øllum fegnast um, at seinnu árini
hava ført við sær hópin av listarligum
tiltøkum og harvið eisini listarligum
pallum til tey ungu at ferðast á.
– Eg haldi list broytir samfeløg, og
eg haldi júst listin er tann, sum fær
pláss til at útfolda seg nú. Míni vinfólk
siga mær, at fyri fáum árum síðani var
munandi minni av listarligum tiltøkum
at fara til, men í dag er altíð okkurt nýtt,
spennandi, sigur Lea Kampmann. Og tað
hevur eisini givið henni pláss fyri tí sýna
fram sína list.
– Síðani januar í ár havi eg veruliga
fingið luft undir veingirnar, tá ið um
ræður mín tónleik. Eg luttók í sending
hjá Kringvarpinum og síðani hava eg
fingið eina rúgvu av fyrispurningum
um at spæla, og havi spælt fleiri ferðir.
Tað er fantastiskt, at fólk hava tikið so
væl ímóti mínum tónleiki, sigur Lea
Kampmann.
FÁA GRØNT LJÓS FRÁ
HVØRJARI AÐRARI
Meðan tónleikurin fyllir alt hjá ungu
songkvinnuni, er tað skrivaðu orðini,
sum eiga hugin hjá rithøvundanum.
Lea og Sissal eru báðar sera áhugaðar
í tí listarliga umhvørvinum, og tær
hava báðar tikið avgerð um, at listin
fær rúmd í gerandisdegnum. Í dag
starvast Sissal hjá Visit Vágar, meðan
Lea starvast hjá Skóhorninum í Havn.
Men umframt skipa tær saman fyri
tiltøkum av ymiskum slag. Farna
vikuskifti samskipaði Sissal tiltak hjá
Demokratia, nú 100 ár eru liðin síðani
føroyskar kvinnur fingu valrætt. Á
sama tiltaki framførdi Lea sínar vøkru
tónar. 3. juni er næsta tiltakið á skránni,
og tá verður tað tónleikur og fyrilestur
í tí tær hava doypt »Maskinarínum«
í Vestmanna. Ranchus, The Absent
Silver King, Lea og Sissal framføra
leygarkvøldið, meðan Sirið Tórgarð
sunnudagin heldur skeið í ósemju
handfaring.
– Tað var orsøkin til at eg flutti heim.
Eg hevði ein dreym um at skipa fyri
mentanarligum tiltøkum í Vestmanna, tí
eg haldi har er stórt potentiali.
– Meðan eg bíði eftir endaligum svari
uppá eini hús, sum eg havi bíðað eftir í
fleiri ár, havi eg valt at seta hol á mínar
ætlanir heima hjá mær sjálvari, sigur
Sissal Kampmann.
Hetta er tó ikki einasta samstarv, tær
báðar hava. Tá ið Sissal skrivar eitthvørt
ella skal skipa fyri tiltøkum fyri stovnar
ella felagsskapir, spyr hon Leu til ráðs.
Ikki tí Lea neyðturviliga skal blástempla
hvørt hugskot, men tí at Sissal fær
íblástur frá ungu listarkvinnuni.
– Eg havi stóra virðing fyri mátanum,
Lea hugsar og sum hon sær heimin.
Eg haldi hon dugir væl at geva
konstruktivan kritikk og tí dámar mær
best at sparra við hana, sigur Sissal
Kampmann. Og unga kvinnan tekur yvir.
– Soleiðis havi eg tað eisini. Eg
kenni meg tryggast við teir sangir,
sum mamma hevur sagt gott fyri. Um
mammu dámar ein sang hjá mær, so veit
eg hann er góður, sigur Lea Kampmann.
FORMØÐURNAR LØGDU GOTT Í BEINIÐ
Nú vit práta um at 100 ár eru liðin
síðani føroyskar kvinnur valdu fyri
fyrstu ferð, verður eisini komið inn
á javnstøðustríðið nú vit skriva 2016.
Meðan Sissal hevur hugsað nógv um
kvinnustríðið í hennara lívi, hevur tað
fylt minni hjá Leu. Ivaleyst tí, at kyn
ongantíð hevur verið umráðandi fyri
ungu kvinnuna. Hon kennir seg ikki
føra fyri at bera fram sterkar hugsanir
um javnstøðustríðið, tí fyri hana hevur
tað ikki verið aktuelt enn. Kanska
tí hon er ung, men ivaleyst eisini, tí
í uppvøkstrinum hevði tað ongan
týdning. Tær minnast aftur á eina løtu í
uppvøkstrinum, har Lea varð stuðlað av
foreldrunum, hóast samfelagið helt tað
vera løgið.
Lea byrjaði, eftir egnum ynski,
við violinundirvísing sum fimm ára
gomul. Hon kom heim ein dagin eftir
ein vanligan dag í barnagarðinum og
fortaldi foreldrinum, at hon vildi spæla
violin. Hetta tóku foreldrini í álvara,
og Lea byrjaði at ganga til klassiska
violinundirvísing. Foreldrini vóru ein
stórur partur av violinspælinum hjá
Leu, tí at Suzuki-metodan, sum Lea bleiv
undirvíst eftir, mæla foreldrum til at
venja heima við børninum hvønn dag.
Violi-venjingin bleiv til fasta rutinu í
heiminum í Keypmannahavn, hóast fólk
rundanum hildu tað vera eitt sindur løgið.
– Vit fingu ofta spurningin: Er tað ikki
bara tit sjálvi, sum vilja at hon skal spæla
violin? Tvinga tit hana ikki? Man føldi
seg ofta býttan, tá man soleiðis bleiv
stemplaður sum eitt curlingforeldur,
og eg minnist meg ofta blíva kedda. Tí
sjálvandi fóru vit ikki at tvinga krea
tivitetin niður í hálsin á dóttur okkara.
Hann skuldi koma frá henni sjálvari. Og
tað gjørdi hann, sigur Sissal Kampmann
– Eg haldi at livimátin og hugburðurin
hjá mammu míni hevur inspirerað og
formað meg nógv. Hon ger tað hon vil,
og sær altíð møguleikar heldur enn
forðingar. Og eg haldi kanska tað er
orsøkin til, at eg ongantíð havi hugsað
nógv um munin millum kvinnur og
menn. Tí í mínum uppvøkstri møtti eg
ongantíð einum trupulleika orsakað av
mínum kyni, sigur Lea. Men kortini eru
eyðsýndir munir millum kynini innan
ídnaðin hjá ungu songkvinnuni.
– Innan tónleikaídnaðin er tó
týðiligt at síggja, at tað er ein yvirvág
av monnum. Og fleiri kvinnuligir
tónleikarar hava upplivað, at tær verða
sæddar við øðrvísi brillum enn menn.
Tær hava upplivað at verða undirmettar
í mun til teirra dugnaligheit, og til dømis
verið út fyri at hugsað verður meira
um útsjónd, enn um listaligt úttrykk hjá
teimum. Tað sæst jú eisini í modernaðu
poppbransjuni, har tað typiskt er stórt
fokus á image og útsjónd, heldur enn á
innihald í tónleikinum. Tað er tó ikki ein
trupulleiki, eg sjálv havi møtt, sigur Lea
Kampmann.
Hjá Sissal er støðan sjálvandi
nakað øðrvísi, hóast hon hevur
sama hugsanarháttin sum dóttirin
á mongum økjum innan hendan
spurningin. Mamma Sissal var
javnstøðustríðskvinna, og Sissal er tí
uppdrigin í tí andanum. Sissal fekk
bilar, um hon vildi, og bróðir hennara
fekk dukkur, um hann vildi. Kynini
vórðu ikki sett í bás heima hjá Sissal
og teimum. Og ivaleyst er tað eisini ein
orsøk til, at Sissal heldur ikki hevur
havt kvinnustríðið fremst í huganum.
Hinvegin er Sissal ikki í iva um, at
javnstøðustríðið als ikki er komið at
enda í føroyska samfelagnum.
– Tað patriarkalska samfelagið virkar
í allar hægsta grad. Men tað er meira í
teoriini enn í praksis. Vit síggja svart upp
á hvítt, at tað er munur á kynunum, og eg
trúgvi næstan ikki mínum egnu eygum,
tá eg síggi, at tað ivaleyst hevur okkurt
við okkara kyn at gera. Hvussu ber tað
til, sigur Sissal Kampmann.
Og samstundis eru rammurnar
í samfelagnum við at skapa ein
trupulleika, sum ávirkar modernaðu
kvinnuna.
– Tað er trupult at balansera
millum familjulívið og karrieruna, og
enn truplari at ynskja okkurt heilt
annað. Vilt tú nýta alla orku uppá
postalínmálingina, ella vilt tú arbeiða
80 tímar um vikuna. Tú kanst hvørgan,
sigur Sissal Kampmann.
Samfelagsins rammur ávirka, hvussu
vit síggja okkum sjálv og hvussu vit
uppliva okkara egnu ynski og dreymar.
– Vit eru indoktrinerað at halda, at
einasti rættiligi borgarin er arbeiðarin,
sum knossar til arbeiðis hvønn morgun
og bløðir úr porunum av stríðnum.
Tú skalt arbeiða nógv og tín samleiki
verður lagdur í títt starv, sigur Sissal
Kampmann.
Og júst tað ávirkar eisini Leu í
hennara dreymum um framtíðina.
– Í dag arbeiði eg tríggjar dagar um
vikuna og nýti restina av orkuni uppá
tónleikin. Tað er perfekt og eg kundi væl
hugsað mær at liva soleiðis í framtíðini.
Men eg merki á fólki rundanum meg, at
tey virka eitt sindur ivasom, tá eg fortelji
teimum, at tað er soleiðis eg gjarna vil
liva. Tað kennist sum at fólk ikki ordiliga
halda, at tað er rætti ella tryggi vegurin
at fara, sigur Lea Kampmann.
Men hvørki unga songkvinnan ella
dugnaligi rithøvundurin vilja lata seg
avmarkað av samfelagsins rammum.
Tær stríðast fyri at røkka dreyminum
– at liva av tí tær vilja og ikki tí tær
noyðast.
»Eg haldi at livimátin
og hugburðurin hjá
mammu míni hevur
inspirerað og formað
meg nógv. Hon ger tað
hon vil, og sær altíð
møguleikar heldur
enn forðingar«
SOSIALURIN MAI 2016