týsdagur 3. mai 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2016
22
Hilda B. Mortensen
skrivar
Sunnudagin er mammudagur, og tá
heiðra vit mammur okkara, tí eru al
heims mammur ikki ein av teimum
størstu gávunum, vit sum børn hava
móttikið? Orðið mamma man vera
mest brúkta orðið í heiminum, og tað
er kanska ikki so løgið. Umfevnandi
armarnar, ið altíð eru til reiðar at
ugga, og granskandi eyguni, ið saman
við heilanum kenna sálarstøður
og eru til reiðar at hjálpa og seta
orð á kenlsurnar. Ikki minst eru
mammur okkara ein av okkara bestu
vinkonum, ið vit kunnu tosa við um
ALT. Mamman er okkara moralur og
hon er uppbyggingin til tann persónin
vit eru. Fólk siga ofta, at eg líkist
mammu míni, og tað taki eg sum eitt
kompliment, tí hvør vil ikki líkjast
einari góðari supermammu? Mamman
er spegilin, og tí verður hon tulkað sum
stjúkmamman í ævintýrinum, tá ið vit
fara ígjøgnum tannáringaárini, tí tað
er ov svárt at líta í spegilin, tá ið vit eru
í ongamannalandi. Men vit noyðast
ígjøgnum hesa viðkvomu ferð fyri at
gerast heil menniskju – at fara frá barni
til vaksin. Tá er tað sanniliga gott at
hava gott tilknýti til mammu sína, og
sálarfrøðiliga sæð hevur tað tilknýtið
alstóran týdning. Tú torir eisini best
at geva mammu tína skuldina fyri eitt
hvørt, sum er hent ella at vísa vreiði
tína. Orsøkin er allarhelst tann, at
mammur hava eina ótømandi keldu av
treytaleysum kærleika.
Mamma er mín hetja, ið bjargar mær,
tá ið eg detti. Mammur læra okkum at
seta mørk, læra okkum nøkur góð virðir
at byggja okkara dag eftir og ikki minst
uppbyggja tær okkara sjálvsvirðið og
sjálvsálit – fáa okkum at kenna okkum
sum nakað serstakt og týdningarmikið,
tí tað eru vit. Mamman er ein stór kelda
til gleði, og samstundis rúmar hon eitt
brúsandi hav av kærleika og tolsemi
í hjarta sínum, tá vit fremja mistøk
ella snáva á okkara vegi. Mamman er
fílurin, ið áhaldandi skumpar ungan
upp á beinini til hann sjálvur dugir at
ganga. Mamman er harðføri veggurin,
sum børnini kunnu lena seg uppat.
Minst til at vísa mammu tíni kærleika
í dag og restina av døgunum av lívi
tínum, tí mamman er fantastisk. Hon
hevur allan pakkan. Hon er uppalarin,
sálarfrøðingurin og heimsins besta
vinkona.
Mammur eru superhetjur!
Sosialurin 34 18 00
Tlf. 317400 • arstidir@olivant.fo • J. C. Svabosgøta 10 • Blomur.fo
Blómur til øll endamál…
Føðingardagar
Brúdleyp
Jarðarferð
Mammudag sunnudagin
8. mai er opið frá kl 7-18
Pápadag
Valentin
ella okkurt heilt annað
Árstíðirnar
Klumman