Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN MAI 2016 Bloggar og interiørbløð hava seinastu árini tosað heitt fyri málaðum veggum. Málaðir veggir skapa hugna og heimligan stemning. Málaðir veggir samla rúmið, so tað verður ein eind. Hvítir veggir eru simpulthen last year, siga tey Eg havi leingi ætlað at at mála eitt rúm myrkablátt. Ein dagin hætti eg mær inn í Málingahandilin á J.C. Svabosgøtu. Tað er hasin stóri, høgi bygningurin í útkantinum av Miðbýnum. Har koyra tey júst nú eina kampanju við íblástri úr Fraklandi: Uh, tað er akkurát tað, hugsaði eg. Tey hava eini 10 ymiskar litir, sum eita seg at vera hottastu litirnir júst nú. Eg fall beinavegin fyri tí myrka og sera djúpa litinum, sum eitur Mystical Paris. Hetta er faktiskt júst tann liturin, eg leingi havi droymt um. So eg keypti ein litur av máling fyri 180 krónur – tað er jú fantastiskt, hvat man fær fyri teir pengarnir, tá úrslitið er klárt :-) Sama kvøldið setti eg frá við málingatape og legði nakrar síður úr einum gomlum Sosiali á gólvini. Tað tók mær umleið ein tíma at mála veggin. Henda málingin tornar skjótt, so tíðliga næsta morgun tók eg ein umgang afturat. Eg haldi sjálv, at úrslitið er einki minni enn fanstastiskt. Og tað sama siga allir okkara gestir. Nýmálaði veggurin gevur stovuni hjá okkum eina heilt aðra rýmd nú; Rúmið kennist djúpt og atmosferiskt. Endurnýggja rúmið fyri 250 krónur LITURIN EITUR MYSTICAL PARIS OG HEVUR LITAKOTU: 50.20.21 HETTA SKALT TÚ BRÚKA FYRI AT HERMA EFTIR MÆR: ✔ Málingarullu: 50- ✔ Málingatape: 20,- ✔ Máling: úr 180,- ✔ Ein gamlan Sosial PRÍSUR Í ALT: 250,- Øll sum starvast á skrivstovu, munnu kenna til hasa turru kensluna, sum kemur yvir ein eftir einum heilum degi á arbeiðsplássinum. Húðin og eyduni eru turr, og vit kenna okkum turr. Vit hava jú eisini sitið inni í átta samfullar tímar og andað luft sum er dálkað av deyminum frá teldum, prentarum og matpakkunum hjá starvsfelagunum. Kanska er tað vert at royna hetta: Fyll skrivstovuna við plantum – so verður luftin reinsað allatíðina. Tað sigur í øllum førum ein vísindalig kanning, sum NASA tók stig til at byrja fyri nøkrum árum síðani. Endamálið var at kanna, hvussu luftin í einum rúmi broytist, tá tað standa plantur í rúminum. Úrslitið er sera greitt: Luftin verður bæði reinari og minni turr. Í Noregi hevur ein granskari arbeitt víðari við kanningini, og kundi fyri stuttum staðfesta, at plantur kunnu minka um høvuðpínu við 45% og kunnu minka um troyttheit við 32%. Samstundis skulu plantur økja um kreativitetin og konsentratiónina. Hetta má vera vert at royna. Redaktiónin roynur plantur frá Árstíðunum Plantur eru dekorativar – og serstak­ liga trendy í løtuni. Tí vórðu vit á redaktiónini á HON ovurfegnar, tá Árstíðirnar bjóðaði okkum at royna nakrar plantur frá teimum. Árstíðirnar er ein blómuhandil á J.C. Svabosgøtu í Havn. Her fært tú plantur av alskyns slag – bæði tær klassisku stovuplanturnar og tær meiri forkunnugu og sjáldsamu planturnar. Men tað var serliga hesar luftreinsandi planturnar, vit vóru áhugaði í at royna. Og tær planturnar fært tú eisini hjá Ársíðunum. Umframt at øll á skrivstovuni viðmerkja, hvussu hugna­ ligt og pent tað er við plant­um á skriv­ stovuborðinum, eru afturmeldingarnar eisini góðar: »Eg havi næstan ikki havt migrenu í eina viku«, svaraði ein starvsfelagi, tá eg spurdi, um hon nakrantíð hevði høvuðpínu í arbeiðstíð. Hon visti ikki frammanundan, at eg sipaði til planturnar. Kunnu plantur reinsa luftina? MINKAR TROYTTHEIT VIÐ 32% KELDA: NASA MINKAR HØVUÐPÍNU VIÐ 45% KELDA: NASA ÁÐRENN ØKIR KONSENTRA­ TIÓNINA OG KREATIVITET KELDA: NASA