týsdagur 3. mai 2016síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2016
24
Hallur av Rana
Tá næmingarnir í NámX í farnu viku
pakkaðu taskurnar, og settu kósina móti
Berlin, har fleiri dagar við vinskapi og
undirvísing vóru á skránni í søguliga
týska høvuðsstaðnum, vóru tað ikki allir
næmingar, ið fóru við í flogfarinum.
17 ára gamla Jonna Maria Hansen
sat nevniliga eftir í Føroyum. Ikki tí, at
tað var ein ov stór fíggjarlig avbjóðing
ella tí, at sjúka forðaði henni at fara.
Men sum partur av kvinnuliðnum hjá
Havnar Fimleikafelag mátti hon velja,
um hon fylgdi klassanum til Berlin,
ella um hon varð verandi í Føroyum,
so hon kundi venja fram til og luttaka
í Heimsmeistarastevnuna í fimleiki, ið
verður komandi vikuskiftið.
Hon valdi fimleikin framum náms
ferðina, ið flestu skúlanæmingar gleða
seg til í fleiri ár. Men fyri ungu havnar
gentuna var tað ikki eitt óvanligt val.
Tað er prísurin, um man ynskir at
íðka estetiskan fimleik á hægsta støði
í Føroyum, sigur Jonna Maria Hansen
avgjørd á máli.
BYRJAÐI SUM SMÁGENTA
Longu sum trý ára gomul byrjaði Jonna
Maria Hansen at íðka fimleik, og fýra ár
seinni, tá hon var sjey ára gomul, tók hon
stigið upp til estetiskan fimleik.
Munurin millum estetiskan fimleik og
vanligan fimleik er í stóran mun hvussu
nógv tíð verður brúkt upp á fimleikin,
greiðir Jonna Maria Hansen frá.
– Fimleikur er einaferð um vikuna
og er ikki líka krevjandi. Í estetiskum
fimleiki verður vant 4-5 ferðir um vik
una, møtiskylda er til venjingarnar, og
sum heild verður kravt meira av íðkar
anum. Tað sama verður gjørt í báðum,
men støðið er ymiskt, sigur Jonna Maria
Hansen.
9 TÍMAR UM VIKUNA
Í dag er Jonna Maria Hansen 17 ára
gomul, og hevur hesi níggju árini halgað
seg til estetiskan fimleik. Gjøgnum árini
hevur hon ment seg til ein av fremstu
estetisku fimleikarum í Føroyum, og er
í dag at finna á besta kvinnuliðnum hjá
Havnar Fimleikafelag. Men tað krevur
sítt at náa hægsta støðið í føroyskum
fimleiki.
– Eg venji fýra ferðir um vikuna.
Tríggir ferðir verður vant tveir tímar um
dagin, og tí einu ferðina venja vit tríggjar
tímar. So í alt verður tað til 9 tímar
um vikuna við síðuna av skúla, arbeiði
og øðrum. Harumframt er ymiskar
venjingar, so sum renning, ið vit sjálvar
mugu gera.
Fram til kappingar og tá íðkararnir
hava feriu, verður tó vant eyka nógv.
– Tá vit skulu gera okkum klára til eina
kapping, ella tá vit hava feriu, so verður
skrúvað upp fyri venjingini. Tá kunnu
vit venja upp til tríggjar ferðir so nógv
sum vanligt, sigur Jonna Maria Hansen.
NEYÐUGT AT VELJA
Jonna Maria Hansen dylur ikki fyri, at
tað krevur nakað serligt, um man ynskir
at fylgja dreyminum hjá nógvum ungum
fólkum og gerast millum tey fremstu á
sínum øki.
– Tað krevur disiplin og at man setir
tíð av til tað. Saman við skúlanum, so
verður estetiskur fimleikur raðfestur
hægri enn alt annað. Um man ynskir
at náa málinum, so má ein vera klár at
siga nei til hugnakvøld, ball og annað við
vinfólkunum, sigur Jonna Maria Hansen
og leggur afturat.
– Eg havi akkurát sagt nei til at fara
námsferð við klassanum til Berlin, tí
eg skal við fimleikinum til Spania at
kappast. Tað var ein tung avgerð, men
tá man er við í hesum og kapping er á
skránni, so má man velja nøkur ting frá.
Í estetiskum fimleiki verður kappast
í liðum, so tað merkir, at um ein ikki
fær luttikið, so kann tað skaða alt liðið.
Jonna Maria Hansen vil ikki kalla tað eitt
trýst, men sigur, at neyðugt er at ofra seg
fyri liðið.
– Tað er torført, tá neyðugt er at velja
millum fimleik og onnur ting, men eg
havi vant meg við tað, tí í fimleiki má
man ofra seg fyri liðið og fimleikin. Tað
er ikki eitt trýst, ið liggur á okkum, men
man ynskir, at liðið skal klára seg væl.
ANGRI TAÐ IKKI
Hóast Jonna Maria Hansen hevur brúkt
hundraðtals av tímum upp á at íðka
fimleik seinastu fjúrtan árini, og hevur
verið noydd at valt onnur ting frá, so
angrar hon einki, tó hon til tíðir kundi
ynskt, at tað ikki fylti so nógv.
– Tað verður ikki lættari eldri man
verður, tí tá verða fleiri ting, ið krevja
meiri tíð. Í skúlanum eru fleiri skúlating,
man byrjar at arbeiða aftaná skúlatíð og
meira tíð verður brúkt við vinfólkum. So
tað verður verri, tí tá eg var yngri, so var
ikki so nógv annað at velja í, sigur Jonna
Maria Hansen, og leggur afturat.
– Men eg angri ikki nakað sum helst.
Mær dámar væl at íðka fimleik, men eg
kundi onkuntíð ynskt, at tað ikki kravdi
so nógv, og eg hevði betri tíð til vinfólk.
Krevur offur
– Ynskir tú at
røkka málinum,
so má ein vera
klár at siga nei
til hugnakvøld,
ball og annað
við vinfólkunum,
sigur Jonna Maria
Hansen, ið greiðir
frá, hvat krevst
at vera millum
fremstu estetiskar
fimleikarar í
Føroyum
Jonna Maria Hansen
FIMLEIKURIN
KEMUR FRAM
UM ALT ANNAÐ