Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2016 28 Barbara Holm Ein nýggj kanning vísur, at kvinnur ikki eru eins góðar til at slappa av, sum menn eru. Tí heldur Ane Marie Thulstrup, leiðandi yvirlæknin á Arbeiðsmedisinsku klinikkini í Arhus Universitetssjúkrahúsinum, at kvinnur skulu læra seg at tveita seg á sofuna. Tað skrivar dagens.dk. Í kanningini er landi hjá kvinnum og monnum kannað, áðrenn og aftaná tey hava fingið frí frá arbeiði. Kanningin vísur, at strongdstøðið hjá kvinnunum er munandi hægri enn tað hjá monnunum. Menn duga snøgt sagt betur at slappa av. Hjá monnunum fall strongdstøðið heldur stutt eftir loknan arbeiðsdag, meðan strongdstøðið hjá kvinnunum ikki minkaði fyrr enn um klokkan 22.00 – 23.00 á kvøldi. Ein kanningin gjørd í Danmark av OECD vísur eisini, at danskir menn brúka 186 minuttir um dagin uppá húsligt arbeiði, meðan danskar kvinnur brúka 243 minuttir. Vit hava frætt um at íðka ítrótt og eta góðan mat, men eg plagi at siga, at vit skulu hava resept uppá sofuligging, sigur Ane Marie Thulstrup við dagens.dk. Hennara boð eru, at vit seta ambitiónsstøðið niður, og læra okkum at slappa av heldur enn at hugsa um húsligu uppgávurnar. barbara@sosialurin.fo Vinnarin! VINNARIN AV OKKARA FACEBOOK KAPPING, ER: KATRIN DAGBJARTSDÓTTIR HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ GÁVUKORTINUM, ÁLJÓÐANDI GISTING FYRI TVEY Á HOTEL FØROYUM HEILSAN – Kvinnur eru strongdar til longri út á kvøldið enn menn orsaka av dupultarbeiði. Tí er tíðin komin til, at kvinnur raðfesta tíð á sofuni framum húsligar uppgávu. Tað eru greiðu boðini frá danska yvirlæknanum, Ane Marie Thulstrup.  Eitt gott argument til kvinnur: - Legg teg á sofuna tá tú kemur heim