Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 4 – Vit hava oljutangan inni í kjallaranum. So tjóvurin hevur kannað nær vit vóru burturstødd, og er síðani farin inn í kjallaran og tømt oljutangan. Eg haldi tað er so langt úti, at fólk soleiðis ganga inn í kjallaran hjá øðrum og stjala olju. Tað sigur Magda Guttesen úr Sørvági við in.fo, eftir at hon í gjár gjørdi vart við seg á facebook, um at onkur hevði stolið umleið 800 litrar av olju úr oljutanganum. Á viðmerkingunum undir dagføringini sæst, at talan ikki er um eitt eindømi. Fleiri fólk í Sørvági siga, at tey hava upplivað tað sama, og Magda Guttesen sigur, at hon eisini hevur tosað við fólk í dag, ið greiða frá líknandi hendingum. Tað sum tó serliga harmar Magdu Guttesen er, at fólk ikki síggja annan møguleika enn at stjala frá øðrum. – Hetta er ræðuliga keðiligt, og eg eri hørm um, at tað er onkur, ið er so illa fyri, at tey mugu stjala olju frá øðrum. Tað eru aðrir møguleikar enn hetta. Vit liva í einum samfelag har man kann fáa hjálp og søkja hjálp frá tí almenna. Tað má vera betur enn at stjala frá sínum grannum. Í kjalarvørrinum av stuldrinum hevur Magda Guttesen og familjan avgjørt, at ting framyvir verða gjørd øðrvísi við hús. – Fyrr hava vit altíð havt lykilin í hurðini, so at børnini kunnu koma inn tá tey vilja, og fólk sleppa á gátt, um tað er neyðugt. Men nú føla vit, at vit mugu læsa húsini, tá vit ikki eru her, og seta lás á sjálvan oljutangan. Men eg eri hørm um, at tað yvirhøvur er neyðugt, sigur Magda Guttesen. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s Fríggjadagin Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men um kvøldið og náttina okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. Sunnudagin Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Leygardagin Lot til andøvsgul av útsynningi, seinni ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og samdrigið. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig. 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sáðið hjá Peter Schmeichel vann Premier League áðrenn Liverpool Sæð á Facebook: Hann overvaði seg av flagg­dags­renningini og fekk hald í ryggin. Var tað eitt flaggdagshald? Hjúnabandslógin skipar viðurskiftini millum tvey, ið ynskja at gerast hjún, so sum hvør kann giftast og eisini mannagongdir fyri hjúnaskilnað. Fríggjadagin samtykti Løgtingið við 3. viðgerð at loyva samkyndum at vígast borgarliga. Gildiskoman er tó treytað av, at grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini verður broytt við ríkistilmæli. Fríggjadagin datt ein tyrla við 13 frálandaarbeiðandi umborð niður í Noregi. Øll 13 lótu lív. Sunnudagin stevndi heimsins størsta víkingaskip, Drakan Harald Hårfagre, inn í Vágsbotn. Mánadagin andaðist Kjartan Hoydal, 74 ára gamal. Mánakvøldið gjørdist Leicester enskur meistari í fótbólti, tá Tottenham einans megnaði javnleik móti Chelsea. Mikudagin skuldsettu hetlendskir fiskimenn føroyska skipið Jupiter fyri ólógligan fiskiskap vestan fyri Hetland. »Hjúnabandslógin« Oljutjóvur ger um seg í Sørvági MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur er skattainntøkan hjá kommununum higartil í ár 540,2 MANGT OG HVAT Visti tú? – at Havnar Fimleikafelag eigur allar føroya­ meistararnar í allround í fimleiki? 12 Mai11 Mai10 Mai9 Mai MAMMU- DAGUR 8 Mai MAMMU- DAGUR STULDUR: