hósdagur 5. mai 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
5
EIRIKUR LINDENSKOV
M
ikudagin kunnger
Niro Invest úrslitið
av flokkingini av
donskum peninga
stovnum. Hetta vekir altíð stóran
áhuga í donsku pengaverðini, og
tað verður nógv umrøtt, hvørjir
peningastovnar nú eru vornir
tryggari, enn teir vóru, og hvørjir
eru farnir longri niður á listan, og
hvørjir peningastovnar harvið eru
minni tryggir, enn teir vóru fyri
einum ári síðani.
Á listanum, sum er kunngjørdur
í dag, er tað merkisvert, at Eik er
fyri risa stórari afturgongd. Fyri
einum ári síðani varð Eik rokn-
aður at vera áttandi tryggasti av
øllum peningastovnum í danska
kongaríkinum. Eik var væl ovastur
av føroysku peningastovnunum,
og tað útlegði leiðslan í Eik soleiðis,
at teirra peningastovnur var tann
tryggasti í Føroyum.
Á listanum, sum er kunngjørdur
í dag, er Eik fallin niður á 53.
plássið. Hetta er merkisvert stórt
fall. Talan er um lutfalsligan lista
fyri allar 67 peningastovnarnar í
Danmark. Tað vil siga, at tað nýtist
ikki at vera absolut afturgongd,
hóast ein peningastovnur flytur
seg longri niður á listan. Tað kann
eisini vera, at framgongdin hjá
øðrum peningastovnum hevur
verið størri.
Tað eru fýra peningastovnar í
Føroyum. Hjá trimum er talan um
afturgongd á listanum sammett
við tann, sum Niro kunngjørdi
fyri einum ári síðani. Umframt at
Eik er fallin av áttanda og aftur
á 53. pláss, er Bank Nordik fallin
frá 54. og aftur á 58. pláss, og
Suðuroyar Sparikassi er fluttur frá
63. og aftur á 65. pláss. Tað eru bara
tveir peningastovnar í Danmark
niðan fyri Suðuroyar Sparikassa.
Í fjør vóru sjey peningastovnar
niðanfyri Suðuroyar Sparikassa.
Samlaða talið á listanum er í ár 67,
meðan tað í fjør var 70.
Norðoya Sparikassi
framgongd
Einasti føroyski peningastovnurin,
sum er ovari á listanum fyri 2015,
enn hann var í 2014, er Norðoya
Sparikassi. Hann er farin frá 50.
og fram á 46. plássið og er har
við ovastur av føroysku peninga
stovnunum.
Niro Invest nýtir ávísa manna-
gongd ella ávísan frymil at flokka
peningastovnarnar eftir. Millum
lyklatølini er úrslitið og harvið
rentingin av eginognini. Eitt ann
að er solvensurin, eitt triðja er
likviditeturin, eitt fjórða er vøkstur
í útlánum, og eitt fimta er, hvussu
gongdin er í stórum útlánum
sammett við eginpeningin.
Sambært Niro Invest hevur
Norðoya Sparikassi staðið seg væl í
flestu av hesum parametrunum. At
hinir føroysku peningastovnarnir
eru flokkaðir lægri, enn teir vóru
fyri einum ári síðani vil ikki
av sær sjálvum siga, at teir eru
vorðnir ótryggari, tí talan er um
lutfalsliga flokking. Tað kann
eisini vera, at aðrir hava havt
størri framgongd, enn teir tríggir
føroysku peningastovnarnir – Eik,
Bank Nordik og Suðuroyar Spari
kassi – hava havt.
Sambært NIRO uppgerðini fyri 2015 er Norðoya Sparikassi nú tryggasti
føroyski peningarstovnurin, meðan allir hinir føroysku bankarnir
eru lægri á listanum, enn teir vóru fyri einum ári síðani
EIK ER DRAGNAÐUR
HEILT NÓGV
RISIKOVURDERING 2015
Place-
Risiko-
Place-
Risiko-
ring
indeks
ring
indeks
1
Borbjerg Sparekasse
##
247,5
36
Københavns Andelskasse
##
390,0
2
Klim Sparekasse
##
250,0
37
Nordea Bank Danmark
##
392,5
3
Grønlandsbanken
##
275,0
38
Skjern Bank
##
392,5
4
Jutlander Bank
##
290,0
39
Frøslev-Mollerup Sparekasse
##
395,0
5
Rønde Sparekasse
##
290,0
40
Sparekassen Djursland
##
402,5
6
Rise Sparekasse
##
292,5
41
Faster Andelskasse
##
410,0
7
Andelskassen Fælleskassen
##
295,0
42
Møns Bank
##
410,0
8
Ringkjøbing Landbobank
##
295,0
43
Sparekassen Bredebro
##
410,0
9
Jyske Bank
##
300,0
44
PenSam Bank
##
412,5
10
Sparekassen Thy
##
300,0
45
Folkesparekassen
##
415,0
11
Spar Nord Bank
##
302,5
46
Nordoya Sparikassi
##
415,0
12
Nykredit Bank
##
305,0
47
Totalbanken
##
417,5
13
Saxo Privatbank
##
305,0
48
Fanø Sparekasse
##
420,0
14
Sparekassen for Nr. Nebel og Omegn
##
315,0
49
Frøs Herreds Sparekasse
##
427,5
15
Danske Bank
##
320,0
50
Dronninglund Sparekasse
##
430,0
16
Kreditbanken
##
320,0
51
Nordjyske Bank
##
430,0
17
Sydbank
##
322,5
52
Middelfart Sparekasse
##
440,0
18
Sønderhå-Hørsted Sparekasse
##
322,5
53
Eik Banki
##
442,5
19
Sparekassen Den Lille Bikube
##
325,0
54
Basisbank
##
445,0
20
Nordfyns Bank
##
332,5
55
Broager Sparekasse
##
445,0
21
Djurslands Bank
##
335,0
56
Søby-Skader-Halling Sparekasse
##
445,0
22
Flemløse Sparekasse
##
337,5
57
Dragsholm Sparekasse
##
457,5
23
Langå Sparekasse
##
337,5
58
BankNordik
##
462,5
24
Sparekassen Sjælland-Fyn
##
340,0
59
Vestjysk Bank
##
472,5
25
Lollands Bank
##
347,5
60
Salling Bank
##
475,0
26
Hvidbjerg Bank
##
360,0
61
Merkur Andelskasse
##
480,0
27
Arbejdernes Landsbank
##
365,0
62
COOP Bank
##
482,5
28
Frørup Andelskasse
##
367,5
63
Danske Andelskassers Bank
##
505,0
29
Sparekassen Vendsyssel
##
372,5
64
Den Jyske Sparekasse
##
510,0
30
Sparekassen Fyn
##
375,0
65
Suduroyar Sparikassi
##
512,5
31
Sparekassen Balling
##
377,5
66
Alm. Brand Bank
##
522,5
32
Sparekassen Kronjylland
##
377,5
67
Østjydsk Bank
##
567,5
33
Lån & Spar Bank
##
380,0
34
Lægernes Pensionsbank
##
382,5
35
Fynske Bank
##
390,0
TÍÐINDI
Norðoya Sparikassi
Eik Banki