Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 6 Her siggjast Meinhard St. John vinstrumegin, sonurin Liam og maður Meinhard, Paul St.John høgrumegin PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM E g fylgdi væl við í orða­skift­ inum har heima, hóast tíðar­munurin gjørdi tað trupult«. Orðini eigur 43 ára gamli sjónleikarin Meinhard St.John, sum í San Francisco í California sat við telduni og fylgdi við í orðaskiftinum, tá ið hjúna­ bands­lógin hevur verið til við­ gerðar í Løgtinginum. Og sum vera man var fagnaðurin stórur, tá ið úrs­litið gjørdist endaligt. Fyri Meinhard St.John, ameri­ kanska mann hansara Paul og lítla sonin Liam hevur tað jú týdning, at heimlandið góðtekur sam­ kyndleika og harvið eisini hjúna­ bandi hjá Meinhard. – Nú sær út til, at samfelagið er broytt har heima. Eg vóni tað veru­ liga, tí tað hevur ikki altíð verið lætt, sigur Meinhard St.John. Sum 21 ára gamal fór Meinhard av landinum. Orsøkirnar vóru nógv­ar. Millum annað hevur Meinhard altíð havt ein útlongsul og á ungum árum hugsaði hann nógv um, at heimurin mátti hava meira at bjóða uppá enn bara Føroy­ar. Men ein orsøk var eisini, at Meinhard ikki kendi tað møgu­ ligt at liva sum samkyndur í heim­ land­inum. Hevði neyvan torað at komið út í Føroyum Í síðstu viku vaknaði Meinhard St.John til eini gleðiboð. Tíðindini úr Føroyum vóru, at nú var meiriluti fyri at broyta hjúnabandslógina so, at tvey av sama kyni kunnu ganga saman í borgarligt hjúnarlag. – Eg haldi hendan lógin hevur so ómetaliga stóran týdning, tí tá eg búði í Føroyum var tað jú fjalt, at nakrir føroyingar vóru samkyndir. Tú kundi ikki vera opin um tað tá, sigur Meinhard St.John. Føroyska samfelagið var ikki til reiðar at kjakast um og góðtaka samkyndleika í 90’unum, og tað hevði eina sera stóra ávirkan á hendan samfelagsbólkin. Eg haldi hendan lógin hevur so ómetaliga stóran týdning, tí tá eg búði í Føroyum var tað jú fjalt, at nakrir føroyingar vóru samkyndir. Tú kundi ikki vera opin um tað tá« Meinhard St.John Framhald á næstu síðu – Børn eru ikki fødd við einari fatan av, hvør liviháttur er rættur ella skeivur. Tað er bara hugburður hjá nærumhvørvinum, sum ger av, hvat børn uppliva sum rætt og skeivt. Her í California er tað eingin sum heldur tað løgið, at sonur mín Liam hevur tveir pápar, sigur hoyvíkingurin Meinhard St.John, sum flutti av land­ inum sum blaðungur millum annað orsaka av sínari seksuellari sannføring HUGBURÐUR ER TAÐ MEST SKAÐILIGA Meinhard St.John PRIVATMYND