hósdagur 5. mai 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
8
PERSÓNSSØGA
– Tað var tí, at so nógv fluttu av
landinum. Tað var eisini tí eg fór.
Eg kundi bara ikki ímynda mær at
liva sum samkyndur í Føroyum,
greiðir Meinhard St.John frá.
Hann ger greitt hvønn týdning
tað hevur fyri eitt menniskja, at
ikki verða góðtikið fyri tann man
er.
– Tú kanst ómøguligt fungera,
um samfelagið er ímóti tínum livi
hátti, sigur Meinhard St.John.
Hann minnist tíðina sum ungur
tannáringur í Føroyum, tá ið hann
mátti velja millum heimlandið og
seksuellu sannføringina. Og tá tú
setur tað upp soleiðis, so er lítið at
ivast í, at tú noyðist at vera sannur
móti tær sjálvum, og velja sannfør
ingina framum heimlandið.
– Eg tordi ikki at koma úr skáp
inum í Føroyum. Eg veit ikki um
eg hevði torað tað tá, um eg var
verandi heima longri. Eg ivist í tí.
Men nú sær tíbetur út til, at tað er
broytt til tað betra, sigur Meinhard
St.John.
Liam varð borin
av surogatkvinnu
Meinhard flutti í fyrstu atløgu til
Danmarkar, og áðrenn rúm tíð
var liðin, hitti hann núverandi
mann sín Paul St.John. Tað var í
Chicago, at Paul og Meinhard hitt
ust fyri nú 15 árum síðani, og í ár
kunnu teir hátíðarhalda 14 ár av
hjúnarlagi. Tað var í Ráðhúsinum
í Keypmannahavn, at teir báðir
vóru skrásettir sum hjúnarfelagar,
og eftirfylgjandi hildu teir vígslu
í Helligåndskirkjuni á Strøgnum
í Keypmannahavn, og á hásumri
var brúðarveitsla fyri familju og
vinum.
Fyrstu mongu árini av hjúnar
lagnum hjá Meinhard og Paul var
eitt fløkjumál, sum fylti nógv. Teir
ynsktu sær børn, men tað er ikki
bara sum at siga tað.
Tað tók mong ár, men fyri seks
árum síðani kom lítli Liam til heim
in. Liam er biologiski sonurin hjá
Paul St.John, meðan teir báðir fun
gera sum foreldur at dreinginum.
Liam varð borin í heim í Kanada,
meðan báðir páparnir vóru hjá. Ein
sokallað surogatkvinna bar Liam
og føddi hann, og eftir at páparnir
kliptu nalvastreingin var nýføð
ingurin leiddur heim til Paul og
Meinhard.
– Tað var so fantastiskt at fáa
Liam eftir at hava brennandi ynskt
hann í fleiri ár, greiðir Meinhard
St.John frá.
Teir fluttu til San Francisco við
unga dreinginum og hava síðani
virkað sum ein púra vanlig familja.
Paul starvast sum varastjóri í
stórari KT fyritøku og tí ferðast
hann nógv og arbeiðsdagarnir ger
ast langir. Meinhard er sjónleikari
og hjá honum eru arbeiðstíðirnar
meira fleksiblar. Tað hevur so
viðført, at Meinhard er tann, sum
er heima við unga Liam. Og tá ið
tað gerst trupult orsaka av arbeiði,
traðka foreldrini hjá Meinhardi til.
– Tað er púra óspennandi. Vit
liva akkurát sum allar aðrar barna
familjur, sigur Meinhard St John.
Hugburðurin
hevur alt at siga
Fyri okkum her í Føroyum er hetta
At fólk elska
hvønn annan og
fáa somu rætt
indi til at elska
hvønn annan,
kann ongantíð
vera nakað ringt«
Meinhard St.John