Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 9 við samkyndum hjúnarløgum og børn­um hjá samkyndum nakað rela­tivt nýtt og forkunnugt. Tað halda vit í øllum førum. Og vit hoyra javnan argumenti um, at tað er synd fyri børn hjá samkyndum, tí tað er ónatúrligt at hava tvey for­ eldur av sama kyni. Men spyrt tú Meinhard er hetta nakað fjas. – Also børn hava einans tørv á trygg­leika og kærleika. Og eg vænti tað eru fá børn, sum eru so ynskt sum Liam. Vit hava stríðst fyri at fáa hann til okkara, og vit elska hann treytaleyst. Hvussu kundi tað verið ónøktandi, spyr Meinhard St John. Ræðumyndirnar úr Føroyum eru særandi og skakandi fyri St.John barnafamiljuna í San Francisco. – Liam er ein púra avbalan­ser­ aður og fittur drongur. Vit ganga við honum til fótbólt og svimjing. Vit eru til foreldrafundir, vit eru í kirkju hvønn sunnudag, vit eru á allar mátar eins og øll onn­ur. Og son­ur okkara er sera væl fungerandi, sigur Meinhard St.John. Í California er als einki óvanligt ella forkunnugt í, at eitt barn hevur tvey foreldur av sama kyni. Eingin nevnir tað, eingin diskriminerar orsaka av tí, og eingin metir tað óvan­ligt. – Kirkjan her tekur so hjarta­liga væl ímóti okkum, og eingin hygg­ ur skeivt uppá okkum orsaka av okkara seksuellu sann­før­ing. Og tað merkir eisini, at okk­ara sonur ikki verður ávirk­aður av ræðu­ mynd­unum ella for­dóm­unum, tí eingin heldur tað vera løgið her. Kanska er tað tí, at hetta er eitt nógv størri og fleir­mentað stað, men eg haldi eisini hugburðurin generelt bara er øðrvísi til samkyndleika, sigur Meinhard St John. Harmur um viðmerkingarnar Meinhard St.John og familja hans­ ara vitja javnan í Føroyum og hava sterkt tilknýti til oyggjarnar fram­ vegis. Og hóast viðgerðin av broyt­ ingum í hjúnabandslógini end­aði júst so, sum Meinhard ynskti, so vóru viðmerkingarnar á sosialu miðl­unum og frá tingsins røðara­ palli særandi. – Eg síggi meg sjálvan sum ein kristnan mann. Eg eri doyptur, fermdur og giftur og eg havi altíð rindað kirkjuskatt. Men mát­ in Guds orð er brúkt sum eitt vápn, ein hóttan móti øðrum menn­iskjum, líkist ongum, sigur Meinhard St.John. Á netinum og í politiska orða­ skiftinum hava fólk fegnast um broytingarnar í hjúnabandslógini og tey hava funnist at lóggevandi valdinum. Summi eru glað, onnur kedd, og soleiðis vil tað vera. Men har­frá og til at niðugera ein sam­ felags­bólk er ein stórur munur, held­ur Meinhard. – Føroyska samfelagið fer ikki at detta sundur nú, tí at øll kunnu ganga saman í hjúnarlag. At fólk elska hvønn annan og fáa somu rætt­indi til at elska hvønn annan, kann ongantíð vera nakað ringt, heldur Meinhard St.John. Politikararnir skulu verja og um­boða øll í samfelagnu. Vit eru sjálvandi ein kristin tjóð, men trúgvin og lóggávuverki er hvør sítt. – Um kristnir føroyingar halda hetta vera ein hóttan móti Gudi og kristnu trúnni, so haldi eg tey hava misskilji, hvat kristindómurin í veru­leikanum er. Vit eru øll skapt av Gudi og kristindómurin er júst kær­leiki, sigur Meinhard St.John. Hann er sannførdur um, at tá ið støvið hevur lagt seg eftir hetta stríðið um hjúnabandslógina, so fara føroyingar at síggja, at hend­ an broyt­ingin ikki kostar nakað á kristiligu kontoini, og at hetta í veru­leikanum er ein sigur fyri kom­andi ættarlið. – Føroysk børn fara framyvir at vaksa upp í einum rúmligum sam­ felag, sum ikki dømir onnur, og tað er ein gáva at geva víðari, heldur Meinhard St.John. Børn eru jú ikki forprogramerað til at døma hendan ella handan livi­ háttin. Tað er nakað, sum nær­um­ hvørvið leggur í tey. Og nú sleppa tey undan at fáa lagt í beinið, at sam­kyndleiki er av tí ónda. – Eg vóni veruliga, at foreldur taka til eftirtektar, at børn verða formað av tí, sum tey hoyra heima í stovunum. Tað er har, at fordómar og fordøming føðist, heldur Meinhard St.John. Fyri Meinhard og Paul St.John er tó eingin ivi um, at samkynd for­ eldur eru minst líka væl egnað til at uppala, sum hinskynd foreldur. Og áðrenn alt ov leingi fer ungi Liam at fáa eina systur ella ein beiggja. Eingin ivi er um, at komandi St.John barnið fer – eins og stóri­ beiggin – at verða uppalt við kær­ leika og rúmligheit fyri eyga. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Eg síggi meg sjálvan sum ein kristnan mann. Eg eri doyptur, fermdur og giftur og eg havi altíð rindað kirkjuskatt. Men mátin Guds orð er brúkt sum eitt vápn, ein hóttan móti øðrum menniskjum, líkist ongum, sigur Meinhard St.John PRIVATMYNDIR