Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 10 BARBARA HOLM T að var ein kensluborin løta í Reinsarínum fríggja­kvøldið, tá ið LGBT’arar og viðhalds­ fólk teirra hátíðarhildu, at áralanga stríð­ið um javnstøðu millum hins­ kynd og samkynd umsíður var komið at enda. Hjúnabandslógin varð broytt við 3. Viðgerð í Løg­ ting­inum og LGBT nýtti høvið at bjóða inn til brúðarhús við køkum, tón­leiki, røður og øðrum í pyntaðu høl­unum í Tórsgøtu. Fagnaðurin var stórur, røðurnar kenslubornar og tónleikurin hjarta­ligur. Men eingin løta var so hjarta­lig, sum tá unga gøtukvinnan Sólfríð Gregersen tók orðið. »Tit eiga lívið í mær«, segði skjótt 21 ára gamla kvinnan og greiddi frá sínum lívið sum sam­kyndur, trúgvandi føroyingur. »Kann man tað«, spurdi hon sjálv frá pall­inum, tá stundaði móti mid­nátt. Og hon svaraði sjálv »tað kann man væl«. Men tað hevur ikki altíð verið eins lætt. Fyri mong hevur hjúna­ bandslógin verður grundar­lag fyri uppøstum kjakið, fyri spenn­andi politiskum taktikki, fyri grund­ leggjandi filisof­iskum tanka­virk­ semi. Men fyri Sólfríð hevur broyt­ ingin í hjúnabandslógini eina sera einfalda og altavgerandi avleiðing. Hon eigur lívið í henni. – Tað hevur alt at siga. Endeliga kann eg síggja eina framtíð fyri mær í Føroyum. Endeliga kann eg sleppa at liva soleiðis, sum eg altíð havi ynskt mær, greiðir Sólfríð Gregersen frá. Fríggjakvøldið var av álvara ein fagnaðardagur fyri Sólfríð. Men vegurin hartil hevur verið tungur. Vildi taka lívið av mær Tú kundi ivaleyst hoyrt eina nál raka gólvið tað løtuna í Reinsa­ rínum, tá ið Sólfríð Gregersen greiddi frá, at hon fleiri ferðir hevur roynt at tikið lívið av sær. Orsøkin kann neyvan lýsast í øllum sínum kom­pleksiteti, men ein partur av orsøkini er, at Sólfríð síðani 11 ára aldur hevur havt tunglyndi. – Tað gekk upp fyri mær tá eg var 9-10 ár, at har var okkurt øðvísi við mær. Eg havi nokk altíð vitað tað innast ikki, men tá gekk tað upp fyri mær, hvussu øðrvísi eg var, greiðir Sólfríð Gregersen frá. Men fyri Sólfríð var tað alt ann­ að enn ein ynskistøða, tí hon visti, at Bíblian talaði ímóti sam­kynd­ leika. – Eg visti jú væl, at tað er skeivt at vera tað eg eri, tí tað stóð í Bíbliuni. Og tann kenslan útviklaði seg til sjálvshatur rímiliga skjótt, greiðir Sólfríð Gregersen frá. Sólfríð royndi av øllum alvi at broyta seg. Í rúma tíð royndi hon at hugsa um dreingir soleiðis, sum hon hugsaði um gentur. Hon royndi at gerast hinskynd. – Eg fall í eina djúpa grøv av tung­lyndi sum eg uppá mangar mátar stríðist við enn. Eg gjørdi ótrygg við meg sjálva og hataði tað, sum eg var, sigur Sólfríð Gregersen. Men fyri Sólfríð hevur trúgvin verið ein dyggur stuðul, hóast sama trúgv eisini hevur verið brúkt ímóti ungu kvinnuni. Trúgvandi á netinum Júst orsaka av, at kristindómur og samkyndleiki neyvan ganga hond í hond í Føroyum, hevur Sólfríð Gregersen havt trupult við at finna eina samkomu, har hon kenn­ir seg vælkomna og trygga. Men umvegis LGBT hevur hon funn­ið samkomur á netinum fyri kristnir LGBT’arar, og har hevur hon funnið kærkomna hjálp. – Trúgvin hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg, men eg havi enn ikki funnið eina samkomu í Føroyum, har eg føli meg heima. Eg vóni tó at finna tað, sigur Sólfríð Gregersen. Eg kann ikki ímynda mær, at eg hevði orkað at liva soleiðis so langa tíð aftrat. Tí sigi eg, at tey hava bjargað mær« – Eg lesi í skriftini og biðji til Harran hvønn dag. Men tað hevur verið trupult at hildið fast í trúnni, tá ið sama trúgv verður brúkt til at siga mær, at eg eri skeiv, sigur Sólfríð Gregersen, sum tók orðið í Reinsarínum fríggjakvøldið og tók øll á bóli TIT EIGA LÍVIÐ Í MÆR Trúgvandi og samkynd Sólfríð Gregersen PERSÓNSSØGA Sólfríð Gregersen PRIVATMYND