Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 11 Á netinum fann hon Queer Theologi – eitt savningarstað fyri trúgv­andi, lgbt’arar, sum hava trøv á at fáa stuðul so ella so. – Har hava tey ótrúliga nógvar góðar stuðulsmøguleikar, og tey hjálpa tær at samansjóða tað sam­ kynda lívið við tað kristna lívið, sigur Sólfríð Gregersen. Fyri hana hevur tað verið trupult at halda fast í trúnni, tá ið trúgvin er brúkt ímóti henni og henn­ara líkum seinastu mongu árini. Men Sólfríð minnir seg sjálva á, at øll fólk kunnu bera tað ringa og tað góða fram. – Eitt líknilsi er úr Bíbliuni um tey góðu trøini og tað góðu fruktina harav. Hesi fólkini í Føroyum, sum fáa LGBT’arar at hata seg sjálvan, bera ikki nakra góða frukt. Tað kann ongantíð vera gott, at tey fáa onn­ur menniskju at kenna seg so illa, sigur Sólfríð Gregersen. Tey sterku eiga æruna Sólfríð Gregersen er í dag takksom. Fyri hana hevur broytingin í hjúna­ bands­lógini avgerandi týdning. Fyri hana merkir tað, at lívið kann livast her heima í Føroyum. Hon slepp­ur tí undan tí, sum til dømis Meinhard St.John, sum samrøða er við aðrastaðni í blaðnum, gjørdi tá hann var ungur. At rýma av land­ inum fyri at vera trúgvur móti sær sjálvum. Hon kann nú vera trúgv móti sær sjálvum heima í Syðru­ gøtu. – Uttan sterk fólk sum Sonju Jógvansdóttir og Eiler Fagraklett, sum hava staðið á odda í hesum stríð­num, hevði tað kanska tikið eini 10-20 ár aftrat at fingið hetta ígjøgn­um. Og eg kann ikki ímynda mær, at eg hevði orkað at liva so­ leið­is so langa tíð aftrat. Tí sigi eg, at tey hava bjargað mær, sigur Sólfríð Gregersen. Hon leggur aftrat, at hon vil fegin siga nakað við fólk í somu støðu sum hon. – Eg vil bara siga, at um onkur ann­ar situr og berjist við at vera LGBT’ari og kennir tað sum, at tey eru óynskt, so skulu tey minnast til, at Gud elskar teg og hann hevur gjørt teg sum tú ert. Tað er ikki eitt mis­tak. Tað er einki galið við tær, sigur Sólfríð Gregersen at enda. Myndir frá »Brúðarhúsinum« hjá LGBT, sum varð hildið í Reinsaríðnum í Havn fríggjakvøldið 29. apríl 2016 MYNDIR: BIRGITH LASSEN