hósdagur 5. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
12
TEMA
Vakmyndatól
Meðan summi bert ynskja
frælsi at ganga saman í
hjúnarlag við sínum maka,
eru tey onnur, sum berjast
fyri frælsinum at liva og
virka í modernaða samfelag
num uttan neyðturviliga
at virka á internetinum.
Hugtakið frælsi er vítt og
ódefinerbart og kortini av
alstórum týdningi fyri hvønn
einstakan og fyri hvørt sam
felag.
Tí er spurningurin um
vakmyndatól ein praktiskur,
juridiskur, rættarligur
og frælsisviðkomandi
spurningur. Seinastu mongu
árini hevur alsamt størri
fokus verið á tí persónliga
frælsinum kontra tann trygg
leikan, sum vakmyndaeftirlit
gevur. Nei, myndugleikarnir
í USA kunnu ikki sleppa at
halda loyniligt eftirlit við
borgarunum, eru vit helst øll
samd um. Hinvegin hava vit
einki ímóti, at videoupptøkur
verða nýttar, tá ið lógarbrot
skulu avdúkast.
Men hvussu hevði tú havt
tað, um tínar relativt privatu
løtur í almennum rúmi
vórðu avmyndaðar? Hevði
tað gjørt mun, um tað var
ein tannáringur við einari
snildfon ella løgreglan, sum
gjørdi tað? Um tú vart álopin
í býnum og videoupptøkur
nar loystu gátuna, hevði
tú helst verið fegin. Um tú
hinvegin varð avmyndaður í
einari ósekari men privatari
løtu, hevði tú kanska havt
tað øðrvísi.
Tí er prinsipielli spurning
urin áhugaverdur. Hvat
hevur størri týdning – trygg
leikin ella persónliga frælsið?
Og víðari – hvussu nógv
av okkara frælsi vilja vit upp
geva í navni tryggleikans?
Í londum kring okkum
hava vit til dømis sæð
hvassar pennar halda fram
við at skriva, hóast yvir
gangshóttanir móti skrivi
frælsinum. Vit hava eisini
sæð tey, sum eru brotnað
undir trýstinum og hava latið
seg kúgað fyri tryggleikans
skyld.
Báðar støður eins skilj
andi.
Tað eru fleiri vakmyndatól
í Føroyum. Men framvegis
er ikki loyvt at nýta tey óav
markað í okkara samfelag,
hóast summi eru forsprák
arar fyri tí. Í londunum kring
okkum vísa kanningar, at
vakmyndaeftirlitl í almenna
rúminum ikki hevur minkað
um kriminalitet, hóast tað
hevur givið betri møguleika
fyri at uppklára fleiri lógar
brot.
Prísurin vit rinda fyri
hendan tryggleikan er
okkara frælsi at ferðast í
almenna rúminum uttan at
verða avmyndað. Hvat hevði
tú valt?
Les meira um vakmynda
tól í Føroyum, hvat ymiskir
føroyingar halda og hvussu
royndirnar eru aðrastaðni, í
temasíðunum í dag.
Hvussu nógv frælsi vilt tú geva frá
tær og hví? Ein spurning óendaliga
stórur og torførur at svara
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Frælsi ella
tryggleiki?
SIGURJÓN EINARSON
Í
september mánaði í fjør var
ein ung kvinna síðst í 20-
unum út fyri eini neyðtøku
roynd aftanfyri Sjónleikara
húsið í Havn. Unga kvinnan
megnaði tó at berja mannin av
sær, ið slapp sær til rýmingar. Vak
myndatól í býnum hjálptu tó løg
regluni við at eyðmerkja mannin,
sum bleiv handtikin og varðhalds
fongslaður. Maðurin skal fyri
rættin 18. mei, eftir at hava sitið
varðhaldsfongslaður í yvir sjey
mánaðir.
Í Føroyum verður ikki kjakast
nógv um vakmyndatól, men sam
bært Dátueftirlitinum, veksur talið
av vakmyndatólum støðugt. Í 2007
varð ein kunngerð um fráboðanar
skyldu um vakmyndatól sett í
gildi. Sambært nýggju reglunum í
kunngerðini, skulu øll vakmynda
tól fráboðast Dátueftirlitinum.
Seinastu tølini eru frá 2012, og tá
vóru tilsamans 943 vakmyndatól
fráboðað.
Dátueftirlitið veit eisini at siga,
at tey fáa alt fleiri fyrispurningar
um, at meira vakmyndatól verða
sett upp á ymiskum almennum
støðum.
Javnan hevur verið frammi,
at Tórshavnar Kommuna og løg
reglan í Havn hava havt ynski um at
fáa møguleikan at seta vakmynda
tól upp í útsettum støðum í Havn,
sum eitt nú í klubbagarðinum, í
Steinatúni o.l. støðum.
Í desember mánaði í fjør fekk
kommunan eisini loyvi at seta upp
Talið av vakmyndatólum í Føroyum tykist
at økjast, men enn mangla vit hagtøl fyri,
um tey veruliga økja um trygdina
VAKMYNDA-
TÓL SKAPA
EIN FALSKAN
TRYGGLEIKA
Hendir nakað
revsivert, hevur
løgreglan heimild
at síggja upp
tøkurnar á stað
num og harvið
uppklára møgu
lig lógarbrot«
Heðin Mortensen