Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 13 fýra vakmyndatól í miðbýnum, eftir at fleiri herverk vórðu framd móti jólatrøum. Vakmyndatólini skuldu, í hesum førum, virka fyri­byrgj­andi, sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra. »Hendir nakað revsivert, hev­ur løgreglan heimild at síggja upp­ tøkur­nar á staðnum og harvið upp­klára møgulig lógarbrot«, segði borgar­stjórin í desember í fjør. Ein falskur tryggleiki? Vakmyndatól kunnu hjálpa til at fyribyrgja og avdúka brotsverk, men hóast hetta, er tað eisini sera umráðandi at hugsa um av­leið­ ingarnar, áðrenn avgjørt verð­ur at seta vakmyndatól upp á al­menn­ um økjum ella heima við hús. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat enda­málið er við eftirlitinum. Fer tað at økja um tryggleikan? Og hvørj­ar eru fylgjurnar? Í Føroyum hava vit eingi hag­ tøl, sum prógva, at alsamt fleiri vakmyndatól hava færri brots­ gerðir við sær. Men hyggja vit eftir Stórabretlandi, ið hevur flest vak­myndatól pr. íbúgva, so siga hagtølini har, at fólk halda seg ikki aftur at fremja brotsverk. Í 2008 varð mett, at tað vóru til­samans 4,2 mió. vakmyndatól í Stóra­bretlandi – harav áleið 500.000 í London. Har hevur tað víst seg, at løgreglan ikki fangar fleiri brotsmenn í umráðum í London, har vakmyndatól næstan er á hvørjum húsahorni, sammett við býar­partar, har næstan eingin vak­myndatól vóru. Ein frágreiðing frá 2008 frá løg­ regluovastunum í Stóra­bretlandi kom fram til, at bert 3 % av øllum brotsgerðum vóru uppkláraðar takkað verið vakmyndatólum. Í London stóð verri til. Har vísti tað seg, at bert ein brotsgerð varð upp­ klárað pr. 1.000 vakmyndatól. Har­ afturímóti er tað heldur ikki heilt bíligt at hava vakmyndatól. Frá ár 2000 og fram til 2008 kostaði tað 1,8 milliardir krónur at hava vak­ mynda­tól í London. Í Danmark hava tey slept ætlan­ um, at hava meira vakmyndatól í al­menna rúminum. Har vísir gransk­ing, at vakmyndatól hevur lítla ávirkan, tá tað kemur til álvarsom brots­verk. Drukkin fólk ella gerðir, framdar í einari sinnisrørlsu, eru ikki tengdar at, at tað verður tikið atlit til vak­ mynda­tól. Danska kriminal­for­ sorgin hevur eisini talað at. Hon metir, at vakmyndatól er ein følsk trygd – at tey hvørki verja borgaran ella fyribyrgja harðskap. Kriminalforsorgin mælir heldur til at fara tann menniskjaliga vegin, har skúli, sosialir myndugleikar og løgreglan arbeiða tætt saman. Skal, skal ikki? Semja tykist ikki vera á økinum um, hvørt vakmyndatól gera eitt sam­felag tryggari ella ikki. Eisini er tor­ført at siga, hvussu støðugt eftir­lit ávirkar tann einstaka borg­ ar­an ella okkum menniskju sum heild. Ein annar trupulleiki er, tá ein ikki veit, hvat ein skal halda eyga við. Ein brotsmaður sær ikki út uppá ein ávísan máta, og hann upp­førir seg heldur ikki ill­gruna­ vert. Vakmyndatól steðgaðu ikki yvir­ganginum í London í 2005, men vakmyndatólini vóru við til at upp­ klárað sakina. Á myndunum síggj­ ast nakrir heilt vanligir menn við ryggsekki fara spákandi inn í eina farstøð. Sjálvt ikki tann roynd­asti vakmyndaansari kundi gitt, at tað júst vóru hesir mans – mill­um fleiri túsund onnur, ið vóru yvir­gangs­ menn. Hóast eitt vakmyndatól skrá­ setur alt og øll, kann tað, í sjálvum sær, ikki forða fyri einari brotsgerð – heldur ikki henni aftanfyri Sjón­ leikara­húsið í september í fjør. Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð fara aftur um vakmyndatól í almenna rúminum. Les um tey, sum halda vakmyndatól vera av tí góða og tey, sum halda vakmyndatól eru sjúkueyðkenni. Les royndirnar aðrastaðni og síggj hvar vakmyndatól eru í Føroyum