Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 14 TEMA Vakmyndatól HALLUR AV RANA S íðani yvirgangsálopini í New York 11. september 2001 er vakmyndatól og hert eftirlit vorðin ein al­ samt størri partur av lívinum hjá flestu evropearum. Serliga Bret­ land verður mangan brúkt sum ein ræðumynd, har mett verður at eitt vakmyndatól er fyri hvørji ellivu persónar í landinum. Fyri flestu fólk er talan um eina tvístøðu, ið George Orwell lýsti væl í skaldsøguni 1984, ið var um eitt samfelag har borgarar vóru undir áhaldandi eftirliti. – Valið hjá mannaættini er mill­um at velja millum frælsi ella lukku, og fyri meginpartin er lukk­ an betri, skrivar George Orwell í klass­isku skaldsøguni. Mótstøðufólk til vakmyndatól vísa vanliga til, at tað almenna fær ov lætta atgongd til ov nógvar privatar upplýsingar hjá einum borg­arum, ið ikki longu kunnu ferð­ ast frítt runt í egnum landi, meðan hin síðan vísir á, at tað er neyðugt at uppgeva nakað av frælsinum, um tað merkir at samfelagið sum heild verður tryggari. Eisini í Føroyum hevur verið kjakast um evnið, har tað serliga hevur verið ført fram, at tað er neyðugt við kykmyndatólum í mið­ býnum, so løgreglan hevur betri tól at arbeiða við í harð­skaps­málum. Vakmyndatól allastaðni Ein teirra, ið eftirlýsir fleiri vak­ mynda­tól, er Jógvan Páll Lassen, advokatur, ið hevur drúgvar roynd­ir frá rættarskipanini, har hann hevur umboðað báðar síðir í harð­skapsmálum. Í hansara huga­ heimi er eingin ivi um, at vak­ mynda­tól eru við til at gera før­ oyska samfelagið tryggari. – Tað átti at verði sett vak­mynda­ tól upp allastaðni í miðbýnum. Tað hevði hjálpt munandi, tí tað hevði virka avkriminaliserandi og vit høvdu fingið prógvini lýst mun­ andi betri í rættinum. Royndi advokaturin vísir á, at vakmyndatól høvdu kunnu givið eina greiða mynd um hvat er hent, tá fólk eru farin til hendurs í náttar­lívinum. – Trupulleikin er, at um onkur fer til hendurs í býnum, so kann tað vera tí onkur fullur persónur dett­ ur á onkran annan, og hin tekur og knallar hann niður. Tá veit eingin, hví tað er hent, og eingin sá, hvat hendi fyrst, og hvat hendi aftaná. Vitn­ini síggja tað mítt í einum saman­hangi, og sóu ikki hvussu tað byrj­aði, sigur Jógvan Páll Lassen. Tað hjálpir heldur ikki, at eitt av eyðkennunum við nógvum harð­ skaps­málum er, at partarnir í mál­ inum eru ávirkaði av rúsdrekka. – Fólk eru ávirkaði, og onkur kanska øgiliga fullur, og tá gleppur í minninum. Oftani sært tú heldur ikki nakað fyrr enn ein maður ligg­ ur á vegnum. Tað kann gott vera, at hann hevur sparkað hin við fullari kraft í nossini fyrst. Tað eru slík ting, ið vakmyndatól kunnu vísa okk­um, sigur Jógvan Páll Lassen og leggur aftrat. – Tað er oftani øgiliga lítið skil á teimum frágreiðingum, ið vit hoyra í einum rættarmáli við­víkj­ andi harðskapi í býnum. So tá man stendur í rættinum, undrast man mangan yvir hvat veruliga er hent. Rætturin til privatlív er avmarkað Mótstøðufólk av at seta vak­ mynda­tól upp vísa mangan á, at slík tól ganga privatlívinum ov nær. Ført verður fram, at fólk mugu hava lov til at flyta seg í almenna rúm­inum, uttan at myndugleikar kunnu fylgja teimum hvørt fet á leið­ini. Slík sjónarmið rína tó ikki við hjá Jógvani Páll Lassen, ið metir at eingin kann fara í býin í dag og vænta, at tað ikki verður skjalfest av øðrum. – Hvat hevur tú av privatlívi í dag. Um tú fert í býin í dag, so kanst tú vænta, at onkur stendur og filmar teg. Hetta við, at man skal verja almenningin, tað er nakað øgiligt tvætl, tí øll ganga runt við eini smartfon í dag. Um tú gongur full­ur runt í býnum eitt kvøld, so kanst tú vænta at síggja tað á Facebook eina løtu aftaná. Jógvan Páll Lassen metir, at rætturin til privatlív einans fevnir um tað, ið tú gert í egna heimi, og ikki tað tú gert á almennum støðum. – Tú ert vardur privat inni hjá tær sjálvum. Tað vil siga, at eing­in kann koma inn í túnið hjá tær og taka myndir ella filma teg beint Tað átti at verði sett vakmyndatól upp allastaðni í miðbýnum. Tað hevði hjálpt munandi, tí tað hevði virka avkriminali­ serandi og vit høvdu fingið prógvini lýst munandi betri í rættinum« Jógvan Páll Lassen VAKMYNDATÓL Advokatur – Hetta við, at man skal verja almenningin, tað er nakað øgiligt tvætl, tí øll ganga runt við eini smartfon í dag. Um tú gongur fullur runt í býnum eitt kvøld, so kanst tú vænta at síggja tað á Facebook eina løtu aftaná. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, ið metir at vakmyndatól í býarlívinum ikki gera seg inn á privatlívið hjá borgarum – Fólk eru ávirkaði, og onkur kanska øgiliga fullur, og tá gleppur í minninum. Oftani sært tú heldur ikki nakað fyrr enn ein maður liggur á vegnum, sigur Jógvan Páll Lassen SAVNSMYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN