hósdagur 5. mai 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
15
uttanfyri, men tá tú gongur í al
mennum støðum, so sum í Steina
túni og í miðbýnum, har alt náttar
lívið fyrigongur, so eru tað almenn
støð og har kanst tú vænta at verða
filmaður.
Víðar heimildir
Advokaturin hevur eisini fult álit
á, at myndugleikarnir megna at
handfara slíkt tilfar rætt.
– Eg gangi út frá, at løgreglan
ikki fer at hyggja eftir tær, tá tú ert
í býnum, fyri stuttleikar, men at
slíkt tilfar verður brúkt í samband
við at okkurt mál skal loysast, sigur
advokaturin.
Spurdur um tað als ikki skulu
vera nakrar forðingar fyri hvat ella
hvar eitt slíkt vakmyndatól kann
filma í miðbýnum, svarar advokat
urin, at hann ikki metir, at tað er
neyðugt við nøkrum forðingum.
– Eg haldi ikki, at tað skulu vera
nakrar forðingar. Setið vakmynda
tól upp ymsastaðni, ið kunnu skjal
festa hvat hendir. Um so okkurt er
áfatt, so kann løgreglan fara eftir
tilfarinum. Síðani kunnu tey biðja
um loyvi frá rættinum, um tey
ynskja at brúka tað í einum ávísum
máli, sigur advokaturin at enda.
HALLUR AV RANA
S
einastu hálva árið hava
hvørt fall tveir tilburðir
av harðskapi verið á
Tinghúsvegnum og øk
inum kring Klubbagarðin, har
løgreglan og ákæruvaldið hava
sóknast eftir vitnum, ið kundu
greiða frá tilburðunum.
Í báðum førum eydnaðist
tað løgregluni at finna vitnir, og
tað eina málið er longu avgreitt
í rættarskipanini. Felags fyri
bæði málini er tó, at óvissa hevur
verið um júst hvat er hent, tá fólk
vórðu rakt av meiningsleysum
harðskapi. Aðrastaðni í blaðnum
ber til at lesa samrøðu við Jógvan
Páll Lassen, advokat, har hann
førir fram, at vakmyndatól
kunnu geva myndugleikunum
betri fatan av hvat hendir í slík
um málum.
Yvirav
Klubbagarðinum
liggur Løgtingið, har løgtings
formaðurin Páll á Reynatúgvu
hevur sína dagliga gongd. Hann
øtast gongdina, har neyðugt er
við fleiri vakmyndatólum.
– Styrkin í føroyska sam
felagnum hevur verið, at vit eru
eitt samfelag, har vit í høvuðs
heitum byggja okkara sameksi
stens á álit á hvønn annan.
Persónliga dámar mær ikki eitt
samfelag, har vit skulu hava
eftirlit við hvørjum øðrum, og
uppaftur minni, um vit skulu
hava vakmyndatól allastaðni har
vit eru. Tað er bæði galdandi á al
netinum og í býarlívinum.
Eitt sjúkraeyðkenni
Um tað er so, at kriminaliteturin
er so stórur í føroyska samfelag
num, so heldur løgtingsformað
urin, at tað er betur at loysa rót
ina til trupulleikan, enn at økja
um eftirlitið.
– Eg loyvi mær at ivast í, um
rákið við meira eftirliti ikki er
eitt sjúkraeyðkenni í einum sam
felag, ið ikki virkar nóg væl, og
sum grundleggjandi ikki tekur
sína sosialu uppalingarábyrgd
í nóg stórum álvara. Tað er ein
trupulleiki í einum modernaðum
samfelag, um vit eru komin har
til, at vit mugu hava vakmynda
tól vend móti gudi og hvørjum
manni á hvørjum staði í land
inum, sigur Páll á Reynatúgvu
og leggur afturat.
Um tað er so, at kriminali
teturin er vaksandi, so mugu
myndugleikarnar hyggja eftir
rótini til tann trupulleikan, og
finna eina loysn har, heldur
enn at gera seg inn á frælsi hjá
borgaranum til sítt privatlív.
– Eg haldi ikki, at svarið upp
á brotsverk í samfelagnum er,
at vit skulu hava eitt samfelag
har vakmyndatól halda eyga við
gudi og hvørjum manni, ið liv
ur í hesum landi. So er betri at
styrkja tær sosialu skipanirnar í
samfelagnum, so vit fáa góðar og
vælvirkandi borgarar, og síðani
revsa tey, ið skulu revsast, og
stuðla teimum, ið hava brúk fyri
stuðli.
Loysnin til trupulleikan held
ur løgtingsformaðurin heldur
vera í sjálvi uppalingini.
– Um eitt samfelag ikki
megnar at føra víðari tey góðu
menniskjaligi virðini til næsta
ættarlið, so er okkurt galið. Tí
tað gevur ikki meining, at eitt
samfelag við 49.000 fólkum skal
hava vakmyndatól av hvørjum
einasta føroyingi. So mugu vit
spyrja hvønn annan, hvussu vit
skipa uppalingina av komandi
ættarliði.
Óttast gongdina
Sum heild, so stúrir Páll á Reyna
túgvu yvir eina gongd, har eftirlit
verður ein alsamt størri partur
av samfelagnum, og privatlívið
ikki verður virt longur.
– Eygleiðingin av okkara lívi er
vorðin ov stór. Serliga á netinum,
men eisini tað, at um eg sum
privatpersónar fari í býin eina
ferð um árið, so havi eg ongan
áhuga í, at enda á Facebook-síð
um hjá dansistøðum ella aðra
staðni. Tvørturímóti haldi eg,
at vit mugu fara hinvegin aftur,
at fólk kunnu hava tað frælsi at
vera tey, ið tey eru.
– Hetta er onkursvegna eitt
afturstig fyri mannaættina. Vit
hava roynt at ment okkum sum
samfelag í túsundtals av árum,
og skal man koma hartil, at vit í
2020 mugu hvør í sínum lagi seta
myndatól upp, ið filmar hvønn
annan 24 tímar um døgnið, er
talan um eitt stórt afturstig fyri
okkum sum samfelag, sigur Páll
á Reynatúgvu at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tað er onkursvegna eitt afturstig fyri mannaættina. Vit hava roynt
at ment okkum sum samfelag í túsundtals av árum, og skal man koma
hartil, at vit í 2020 mugu hvør í sínum lagi seta myndatól upp, ið filmar
hvønn annan 24 tímar um døgnið, er talan um eitt stórt afturstig
fyri okkum sum samfelag. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtings
formaður, ið heldur at eftirlitssamfelagið er vorði ov sterkt
Vakmyndatól er
eitt sjúkraeyðkenni
UM ALLAN BÝIN
– Tvørturímóti haldi
eg, at vit mugu fara
hinvegin aftur, at fólk
kunnu hava tað frælsi
at vera tey, ið tey eru,
sigur Páll á Reynatúgvu
Løgtingsformaður