Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 16 TEMA Vakmyndatól BIG BROTHER ...Men bara inni í handlum og fyritøkum. Føroysk lóggáva loyvir hvørki myngdugleikum ella fyri­tøkum at halda eyga við almenna rúminum Her er eitt yvirlit yvir tey, ið hava fráboðað nýtslu av vak­mynda­ tólum. Tey eru mong, 140 í tali. So hóast eingin heldur eyga við tær, tá tú ferðast á alfara­veg, verður ofta hildið eyga við tær, tá tú trínir inn onku­ staðni. Vágar ● Vága floghavn ● Aqua-Wall, Miðvágur ● PE, Sørvágur ● Thorfinn Nielsen, Sandavágur ● Venjingarmiðstøðin Ven, Miðvágur ● Vágatunnilin ● Føroya Banki, Miðvágur ● Miðvágs/Sandavágs Havn ● Sp/F Vága Vaktarhald, Sørvágur ● Sandavágs Timburhandil ● Føroya Keypssamtøka, Miðvágur Um alt landið ● Rúsdrekkasøla Landsins ● BankNordik ● Almannaverkið ● Magn ● Landsverk DANJAL AV RANA D átueftirlitið er myndug­ leikin á økinum, tá um vakmyndatól ræð­ur. Nýtslan av vak­mynda­ tól­um er støðugt vaksandi í lond­ unum rundan um okkum, og Dátu­ eftirlitið metir, at hetta sama eisini er galdandi í Føroyum. Tað eru tó nógv strangari reglur fyri nýtsluni av vakmyndatólum í Føroyum enn í grannalondunum, serliga hvat eftirlitið av almenna rúminum ræður. Síðani 2007 hevur tað verið eitt krav, at øll vakmyndatól sum við­ gera persónsupplýsingar, tað vil siga, vakmyndatól, har fólk síggj­ ast og kunnu eyðmerkjast, skulu frá­boðast Dátueftirlitinum. Frá 2007 til 2015 hevur Dátu­ eftir­litið fingið 140 fráboðanir um vakmyndatól, men sannlíkt er, at í fleiri førum umfata frá­boð­anir­ nar fleiri tól. Sambært Dátu­eftir­ lit­inum er talan allarhelst um væl yvir 1.000 vakmyndatól, sum eru sett upp í Føroyum. Millum annað eru eini 45 vakmyndatól sett upp á nýggja flogvøllinum. Í allarflestu førum er talan tó um, at vakmyndatól eru sett upp inni í handlum og fyritøkum, og ein­ans nøkur heilt fá hava fing­ ið loyvi at seta vakmyndatól upp uttandura, tó altíð á slíkan hátt, at fólk á gøtuni ikki skulu kunna eyð­merkj­ast. Dátueftirlitið hev­ur reglu­ligt eftirlit við, at vakmynda­ tólini venda á slíkan hátt, at eftirlit er við vørum og bygningum, heldur enn fólkum, ið ferðast á økinum. Tórshavnar Kommuna fekk loyvi at seta nøkur slík vak­mynda­ tól upp í 2013, tá standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir stóðu í býnum. Tær fingu ikki frið fyri ótangum, og Tórshavnar Komm­una søkti tí um loyvi at seta nøkur vakmyndatól upp at halda eyga við teimum. Tá stand­myndir­ nar fóru av landinum aftur, vóru vakmyndatólini tikin niður aftur, sambært KT-deildini hjá Tórs­ havnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna fekk loyvi at seta somu vakmyndatól upp aftur, tá ótangar gjørdu seg inn jólatrøini í miðbýnum í fjør. Tey eru tó eisini tikin niður aftur, sig­ur KT-deildin. Dátueftirlitið viðgjørdi herfyri eitt mál, har tað var komið teimum fyri oyra, at hýruvognar vóru farn­ ir at nýta vakmyndatól, til at skrá­ seta ófantaliga koyring og annað. Dátueftirlitið kannaði málið og kom fram til, at talan einans var um tann eina hýruvognsføraran. Við­komandi fekk boð um at vak­ mynda­tólið skuldi fráboðast, men tá hann ikki lat við seg koma, meld­ aði Dátueftirlitið mál­ið til Føroya Land­fúta. Hýruvogns­før­arin fekk at enda eina bót á 5.000 krónur. Vakmyndatól høvdu gjørt mun Hildur Hentze sigur, at løgreglan hevur eingi vakmyndatól í býnum, men nýtir tey hjá virkjum og fyritøkum, um mett verður, at tey hjálpa DANJAL AV RANA Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri at nýta vakmyndatól í al­ menna rúminum, er at minka um lógarbrot, so sum harðskap, neyð­tøku og herverk. Júst í løtuni er eitt mál aktuelt í Føroyum, har vakmyndatól hava spælt ein leiklut. 30. septembur møtti ein genta á løgreglustøðini í Havn og segði seg hava verið fyri eini neyðtøkuroynd. Hon hevði tó rópt og sligið so hart ímóti, at mað­urin var flýddur av staðnum. Løgreglan hevði sum so einki spor at ganga eftir og sendi eina eftirlýsing út eftir manninum í miðlunum. Harumframt fór løg­reglan á gátt hjá handlum og fyri­tøkum í økinum og bað um at síggja upptøkurnar frá vak­ mynda­tólum teirra. Tað vísti seg at geva úrs­lit. Løgreglufólkini kendu gongu­ lagið á einum manni aftur, í bak­grundini á einum av upp­tøk­ unum, og vóru soleiðis beindir á rætta slóð. Viðkomandi var tá farin til skips, men tá hann kom til lands aftur 19. oktobur, varð hann handtikin. Hann hevur sitið varð­haldsfongslaður síðani, og skal fyri rættin 18. mai. Hildur Hentze, kanningar­leið­ ari, sigur, at løgreglan hevur biðið um loyvi at seta vakmyndatól upp ymsa staðni, men at Dátu­ eftir­litið hevur noktað um­bøn­ini. Í ársfrágreiðingini hjá Dátu­eftir­ litinum frá 2011 nevnir Dátu­ eftir­litið, at bæði kommunur og løg­reglan hava biðið um loyvi. Um­bøn­in frá kommununi er sýtt, av tí at tað, at avdúka brotsverk er mett sum eitt politimál og ikki upp­gávan hjá kommununi. Dátueftirlitið vísti annars á, at løgreglan er ein danskur myndug­ leiki í Føroyum og er tí ikki fevnd av føroysku persóns­upp­lýs­ ingar­lógini. Lógar­grundarlagið und­ir viðgerðini vildi tí verið ein donsk lóg frá 1978, og Dátu­eftir­ litið metti tí, at tað ikki hevði verið ráðiligt at fara undir upp­ setan av vakmyndatólum við eini ótíðarhóskandi lóggávu á økinum. Løgreglan hevur tí ikki nøkur vakmyndatól sett upp, annað enn á sínum egna øki. Hildur Hentze, kanningarleiðari dylir tó ikki fyri, at tað hevði verið eitt hent am­ boð, og at tey, sum eru sett upp, vera í ávísan mun nýtt. – Vit fara inn á skeinkistøð, sum hava vakmyndatól, um vit meta, at tey kunnu vísa okkurt. Tey vísa tó sjáldan, hvat hendir uttan­fyri. Tað er jú ikki loyvt at vísa, hvat henir úti á alfaraveg. Tað hevði tó hjálpt okkum í okk­ ara arbeiðið, sigur Hildur Hentze. Ressursu­krevjandi Hon sigur, at tað er tó ikki bara bara at fáa fatur á slíkum upp­ tøkum. – Vit meta frá máli til mál, um tað loysir seg. Tað er ressursu­ krevjandi, bæði í tíð og útgerð. Onkuntíð vilja tey, ið hava upp­ tøk­urnar ikki vísa okkum tær, og tá mugu vit so í rættin fyrst, fyri at fáa fatur á upptøkunum, sigur hon. – Tað hevði tó hjálpt. Man sær aðrastaðni, at fólk aftra seg við at gera býtt ting, um tey halda, at Big Brother heldur eyga við teim­um, sigur hon. – Harumframt hevði tað verið gott fyri offrini, tey, sum eru fyri harð­skapi, at vit lættari fingu fat­ur á teimum, sum hava lopið á tey, og at tað fekk fylgjur, sigur Hildur Hentze. » Onkuntíð vilja tey, ið hava upptøkurnar ikki vísa okkum tær, og tá mugu vit so í rættin fyrst, fyri at fáa fatur á upptøkunum« Hildur Hentze, løgreglukvinna Politi