leygardagur 28. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 28. august 2004
15
spennandi ting, teir gjørdu í
smiðjuni, var ein bussur.
Hann varð bygdur yvir eitt
lastbilastell, sum innflutt
var úr Englandi. Teir gjørdu
alt sjálvur. Bukkaðu plátur
og tað heila. Engelbrecht
Poulsen í Miðvági gjørdi
træarbeiðið. Bussuri koyrdi
í nógv ár ferðafólk í Vág-
um.
Hans Jacob sigur, at tað,
sum hann gleðist einamest
um, er at hava fingið loyvi
at vera við í teirri menning
av fiskireiðskapinum, sum
smiðjan í Miðvági hevur
gjørt.
– Tað, sum gjørt er har
bæði við snellum og línu-
spølum, hevur lætt før-
oyskum
fiskimonnum
ósigiliga nógv um dagliga
stríðið, sigur hann.
Tað hevur nógv fólk
arbeitt og lært í smiðjuni,
meðan Hans Jacob hevur
verið har. Nógvir góðir
smiðir og maskinmenn eru
komnir
burturúr,
sigur
hann.
Hann sigur, at hann hevði
eitt motto, sum hann plagdi
at siga við lærlingarnar í
Smiðjuni.
»Lær teg fyrst at gera
væl. So kemur tað at ar-
beiða skjótt av sær sjálv-
um.«
Samfelagsáhuga
Hans Jacob hevur altíð ver-
ið áhugaður í samfelags-
málum og hevur havt nógv
álitisstørv.
Í ein mansaldur ella so
hevur hann sitið í stýrinum
fyri sjúkrakassan. Hevur
sitið í øllum valnevndunum
í nógv Harrans ár. Bæði
Løgtings- Fólkating- og
kommunustýrisvalnevnd-
unum.
Umframt hevur hann eis-
ini luttikið í kommunal-
politikki. Hann sat í komm-
unustýrinum í Miðvági í
tvey valskeið. Har hevur
hann eisini verið formaður.
Ongantíð hevur hann dult
fyri, hvar hann hevur staðið
politiskt.
– Eg havi valt Javnaðar-
flokkin, síðan fyrstu ferð eg
slapp at velja til Løgtingið,
sigur hann. Eg haldi sum
Grundtvig gamli, at vit
skulu hava eitt samfelag,
har »...få har for meget, og
færre for lidt.«
Hans Jacob var tilkomin,
tá hann fann sær konu. Í
1972 giftist hann við Idu
Dam úr Vestmanna, sum tá
hevði sitið einkja í fleiri ár.
Hans Jacob gjørdi bókstavirnar á skjøldrinum á Gomlu Smiðju
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hjá P/F Meinhardt Arge
(fyrr P/F Auto Service)
kunnu tey nú hátíðarhalda
at tríggir mans hava arbeitt
í fyritøkuni í tilsamans 95
ár.
Teir eru f.v.: Erhard
Olsen, sum hevur starvast í
virkinum í 30 ár, Ingibjart-
ur Durhuus, sum byrjaði í
Gundadali í 1964, og hevur
tí starvast í virkinum í 40
ár, og Erling Olsson, ið
byrjaði fyri 25 árum síðani.
P/F Meinhardt Arge kann
tí hátíðarhalda ávikavist 25,
30 og 40 ára starvsdagar nú
í heyst.
Mynd: Jens Kristian Vang
P/F Meinhard Arge:
95 ára starvsdagur
Eiler Fagraklett,
Kollafjørður:
Bachelor of Arts í
marknaðarføring
og lýsingarfrøði
12. juli 2004 fekk Eiler
Fagraklett, Kollafjørður,
prógv sum Bachelor of
Arts í marknaðarføring og
lýsingarfrøði frá Lancaster
University í Onglandi.
Sunnudagin 29. august fyllir Dávur Nielsen, Tvøroyri
80 ár. Opið hús verður leygardagin frá kl. 16.00.
Sunnudagurin veðrur hildin saman við familjuni.
26. august giftust í Prestagarðinum á Eiði Maiken
Slættalíð og Annfinn Dam.
Í dag, 28. august giftast Annemette Andersen,
Vanløse og Jónfinn Hansen, Runavík. Brúdleypsadr.:
Guldagervej 42, 2720 Vanløse.
Í dag, 28. august kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni
í Klaksvík, Jórun Gardars og Jóel Bringsberg, bæði
úr Klaksvík. Veitsla verður fyri innbodnum í Hús-
møðrafelagshúsinum, Bøgøta 3 kl. 19.00.
Mikudagin 8. september hava Hallur og Ester Mohr,
Skopun, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Samljóð leygarkvøldið 28. august kl. 19.00.
Um nóg nógv tekna
seg skipa CAPS
Harley Davidson og
Smyril Line fyri fyri
einum vikuskiftistúri
við flogfari til
Danmarkar
fríggjadagin 24.
september. Túrurin er
bert fyri kvinnur,
sigur Ove Ritter frá
CAPS HD.fo
MOTORSÚKKLUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Flogið verður úr Vágum
fríggjadagin 24. september
kl. 8.30 til Billund. Luttak-
ararnir koma at búgva á
Hotel Atlantic í miðbýnum
í Århus.
Leygardagin skipa CAPS
Harley Davidson fyri móta-
sýning, og luttakararnir
kunnu royna seg á Harley
Davidson motorsúkklum.
Kvinnurnar fáa møgu-
leika at royndarkoyra tær
ymisku Harley Davidson
motorsúkklurnar. Tær sum
ikki hava motorsúkklu-
koyrikort kunnu fáa frálæru
á koyritekniskari breyt frá
kvinnuligum koyrilærara.
Møguleiki verður eisini
fyri
royndarkoyring
á
Århus/Silkeborg
leiðini,
fyri tær sum hava koyrikort.
Allar fáa tær »lekkur«
Harley Davidson klæðir at
fara í og neyðugu trygdar-
útgerðina.
Sunnudagin verður m.a.
vitjað á kunstsavninum
AROS. Flogfarið setur seg í
Vágum sunnudagin kl.
18.30.
Fyri at túrurin kann ger-
ast veruleiki mugu í minsta
lagi seks kvinnur tekna seg,
tó ikki meira enn fimtan.
Túrurin kostar 2.920
krónur við flogbilettum og
hotelli við morgunmati.
Endamálið við túrinum
er at tær, sum koma við
skulu hava tað stuttligt og
hugna sær. Eisini verður
góður møguleiki fyri at fara
til handils í býnum.
Áhugaði kunnu tekna seg
innan 9. september hjá Ova
Ritterá telefon 210405 ella
á
teldupost
adressuni:
info@hd.fo. Aðrir upplýs-
ingar um túrin og Harley
Davidson eru at finna á:
www.hd.fo
80 ÁR
BRÚDLEYP
SILVURBRÚDLEYP
CAPS - HD.FO Harley Davidson og Smyril Line:
Motorsúkklutúrur fyri kvinnur
15
14
Nr. 163 - 28. august 2004
Hans Jacob Hansen er
føddur í Miðvági. Her
vaks hann upp, og her
býr hann framvegis.
Sunnudagin fyllir
hann 85 ár
FØÐINGARDAGUR
Edvard Joensen
Miðvági: Hann er rættiliga
birgur hóast sín høga aldur.
Sigur seg hoyra eitt sindur
verri enn fyrr, og hevur ein
stav í hondini. Okkurt
smátt við knænum, men
sum gamal smiður veit
hann, at tað skal vilja illa
til, um ikki einhvør fak-
maður við góðum hugflogi
finnur ella ger onkran
eykalut, sum kann brúkast.
Og spenningurin í erva er í
lagi. Har blinkar eingin
pera.
Hann minnist væl og
dugir væl at greiða frá tí
nógva, hann hevur upplivað
og veit.
Hann hevur sum so
mangur verið sjómaður.
Siglt bæði við fiskiskipum
og verið úti í verðini og sæð
seg um. Hevur verið í
Grønlandi og arbeitt og róð
út. Men lívsverkið man
liggja í smiðjuni í Miðvági,
har hann eitt gott manna-
minni hevur arbeitt.
Hans Jacob greiðir frá, at
hann fór ikki so tíðliga til
sjós, sum fleiri av javnaldr-
unum. Orsøkin var, at hann
sum ungur gjørdist faðir-
leysur, tá pápin og ein
pápabeiggi gingu burtur.
Sum næstelstur av seks
systkjum, gjørdist tað hans-
ara lutur at taka sær av tí
heimaarbeiði, sum maðurin
annars vanliga plagdi at
gera.
Hann fór fyrstu ferð til
skip við Research í 1938.
Teir fóru til Íslands.
Hans Jacob minnist árið
eftir, tá seinni heimsbardagi
brast á. Tá vóru teir eisini
staddir undir Íslandi og
fóru inn at fáa Dannebrog
málað á skipssíðuna.
– Tað var skjótt, at rekar
fóru at síggjast á sjónum,
minnist Hans Jacob. Serliga
vóru tað hesar boyurnar við
longu wire hangandi uppí,
vit funnu. Tá vit komu fram
á sovorðnar, tóku vit so
nógv inn, sum vit fingu, og
so kappaðu vit. Hvat var á
hinum endanum, var ikki
gott at vita.
– Á heimreisuni tað
heystið vórðu vit steðgaðir
av einum destroyara, sum
vildi vita, hvar vit skuldu.
Tá vit høvdu sagt teimum
tað, sluppu vit at halda
fram.
Hans Jacob helt eina tíð á
at sigla undir krígnum, men
fór so at gera annað spenn-
andi arbeiði, greiðir hann
frá.
Gjørdu flogvøll
Hans Jacob fór saman við
umleið hálvttriðjahundrað
føroyingum í 1941 til Ís-
lands at arbeiða. Teir
skuldu vera við til at gera
flogvøll
í
Reykjavík.
LøðuJógvan í Sørvági var
chefur, greiðir Hans Jacob
frá.
Hesin góði flogvøllur lá
tá eitt sindur uttan fyri
býin. Men tað ger hann ikki
í dag. Nú liggur hann mitt í
býnum.
Vit fóru við einum eing-
ilskum skipi til Reykja-vík-
ar, og tað gekk væl. Í
Reykjavík búðu vit í tjøld-
um, og tað var eitt uppliv-
ilsi fyri seg.
Seks mans vóru vit í
hvørjum tjaldinum. Vit
roknaðu ikki við, at tað
kundi bera til at vera so
nógvir inni. Men tað gekk.
Tjaldið var tætt, so leingi
eingin nam við tað, tá tað
regnaði. Men kom onkur og
nær, rann ígjøgnum.
Sum rímiligt var, var
einki goymslupláss, tá so-
leiðis varð húsast. So vit
negldu krosstrø upp á
stengurnar, sum vit so
kundu heingja klædningar
og tílíkt á, sigur Hans
Jacob.
– Vit fingu fjórðingin av
lønini útgoldnan, og restin
varð so send heim. Men
hesa skipanina dámdi ikki
øllum rættiliga, og einaferð
vóru nakrir, sum talaðu
heldur haðrliga at. Teir
vildu hava alt útgoldið.
Men úrslitið varð bara tað,
at teir vóru bidnir um at
fara umborð á eitt skip í
Reykjavík, og vit sóu teir
aldrin aftur, greiðir hann
frá.
– Okkara arbeiði var at
knúsa og skilja gót í einum
grótbrotið nakað oman fyri
flogvøllin, sum gjørdur
varð.
Heimaftur varð farið við
einum troppaskipi, sum
fyrst flutti teir til Skotlands.
Har vóru einir 5.000 mans
umboð, og allir hingu í
hvør síni heingikoyggju.
Eisini føroyingarnir.
– Men tað, sum teir ikki
vistu, var, at niðri í botnin-
um vóru einir 20 týskir
krígsfangar, sigur Hans
Jacob.
Hann sigldi so eina tíð.
Var millum annað maskin-
maður við trolarum. Serliga
minnist hann einaferð í
Grønlandi við Høgafossi, at
teir lógu inni, tí tað var so
kalt, at teir fingu ikki ar-
beitt, tí fiskurin frysti á
flekiborðinum.
Síggja verðina
Hans Jacob vildi sleppa út í
verðina at hyggja seg um,
so hann fór ein dag til Dan-
markar og bað sær kjans
hjá AP Møller. Tað eydnað-
ist, og hann slapp fyrst ein
busstúr úr København til
Genova, har hann mynstr-
aði umborð á Train Mærsk.
Teir fóru til Kanada.
Sáttmálin var galdandi í
tvey á, og reiðaríið hevði
rætt til at flyta manningina
millum skip.
Úr Kanada varð farið
suður við amerikanksu
eysturstrondini, gjøgnum
Panamaveitina til Japan.
– Eg minnist, at eg gleddi
meg til at sleppa at síggja
okkurt í Japan. Men bein-
anveg, vit vóru komnir har,
varð skipið selt, og eg end-
aði umborð á Chastine
Mærsk. Har varð siglt fram
við amerikansku eystur-
strondini umvegis Panama-
veitina, San Fransisco, Tai-
wan, Hong Kong, Bang-
kok, Saigon, Japan og aftur.
Ein túrur upp á 6.000
fjórðingar, sum vardi fimm
mánar hvørja ferð.
Smiðjan
Í 1959 kom Hans Jacob
heima aftur av langferð, og
tá varð hann biðin at koma
at arbeiða í smiðjuni í Mið-
vági. Og har varð hann ver-
andi til einaferð seinast í
áttatiárunum. Tó var hann í
fyrru helvt av sekstiárunum
onkran túr í Grønlandi og
arbeiddi í Føroyingahavnini
og róði út á kappanum.
– Jákup Smið var ein
biksari, sum hevði hug-
flogið í lagi. Millum annað
gjørdu vit eitt elverk í
Miðvági. Tað varð bygt har,
sum Myllan er í dag, greið-
ir Hans Jacob frá.
Teir gjørdu byrging í hag-
anum oman fyri bygdina.
Ein beltibil gjørdu teir sær
til at koyra tilfar niðan við.
Rør frá bretunum gróvu teir
upp aftur og reinsaðu og
smurdu bæði uttan og inn-
an. Jákup gjørdi sjálvur
turbinurnar, sigur Hans
Jacob.
Men sjálvur hevur Hans
Jacob sanniliga heldur ikki
verið eiðasørur til handaligt
virki. Millum annað gjørdi
hann bókstavirnar, sum
prýddu skjøldurin á Gomlu
Smiðju, har Skipaeftirlitið
nú heldur til.
Millum nógv stuttlig og
Ektaður miðvingur fyllir 85 ár
Hans Jacob Hansen í Miðvági fyllir 85 ár sunnudaign 29. august
Millum mangt annað spennandi, Hans Jacob hevur verið við til, var at gera hendan bussin í
smiðjuni í Miðvági
C
M
Y
K
14