Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 163 - 28. august 2004 Nr. 163 - 28. august 2004 17 Stór framstig fyri tey gomlu Dagurin í dag er ein stórur dagur hjá Heimarøktini í Eyst- uroy. Bæði á Toftum og í Leirvík verða eldrasambýlini, sum nú standa liðug og klár at taka í nýtslu, sýnd fram fyri bygda- fólkinum ELDRARØKT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Toftum verður høvið at síggja eldrasambýlið mill- um kl. 14 og 17 og hósdag- in, 9. september, verður húsið sýnt fram fyri inn- bodnum. Í Leirvík kunnu bygdar- fólkini síggja húsið í dag millum klokkan 13 og 16 og týsdagin, 7. september, verður sambýlið víst fram fyri innbodnum. Bæði á Toftum og í Leir- vík byrja tey at taka búfólk inn, 1. september. 10 fólk í Leirvík Í eldrasambýlinum í Leir- vík verður pláss fyri 10 bú- fólkum, og Sjúrður Eliasen, borgarstjóri, sigur, at hesi sleppa inn á sambýlið so við og við. – Tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn øll eru sloppin inn, tí neyðugt er at fáa fólkini upp á pláss so hvørt, tey koma. Hann væntar tó ikki, at tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn øll 10 búfólkini eru komin upp á pláss í eldrasambýlinum. Sjúrður Eliasen sigur, at kostnaðurin av sambýlinum í Leirvík fer at liggja mill- um 9 og 10 miljónir krónur. 16 fólk á Toftum Marjun Gaardbo, borgar- stjóri í Nes kommunu, sig- ur, at eldrasambýlið á Toft- um hevur pláss fyri 15 búfólkum og eitt pláss er til umlætting. Hon sigur, at átta búfólk sleppa inn á sambýlið teir næstu dagarnar, og síðan verður pláss fyri átta fólk- um aftrat. Marjun Gaardbo sigur, at eldrasambýlið á Toftum kostar slakar 14 miljónir krónur, nú tað stendur lið- ugt og klárt at taka í nýtslu. – Vit hava fingið játt- an til 10 búfólk, men enn vantar okkum játtanina til tey sein- astu seks fólkini, sum væntandi flyta inn komandi ár, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri ELDRARØKT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eldrasambýlið, sum Gøtu kommuna letur byggja í Norðragøtu, verður einar tveir mánaðir seinni liðugt enn sambýlini, sum bygd verða í Leirvík og á Toft- um. Haldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu, sigur, at nú líður hampiliga væl við arbeiðinum, og hon væntar, at heimið stendur liðugt 1. November í ár, sum er eitt lítið sindur seinni enn upp- runaliga ætlað. – Tað er soleiðis, at tá ið kommunur byggja eldra- sambýlir, rindar landið 50.000 krónur av íløguni fyri hvørt búfólk. Higartil hava vit bert fingið játtan til tey fyrstu 10 plássini, men vit vænta, at játtanin til tey seks plássini, ið eftir eru, kemur uppá pláss til komandi ár, sigur hon. Tá ið eldrasambýlið í Gøtu ætlandi letur upp, 1. november í ár, flyta í fyrsta lagi 10 búfólk inn. – Men alt verður gjørt lið- ugt í einum, og tískil verður eisini gjørt klárt til tey seks fólkini, sum seinni skulu flyta inn í niðaru hæddini, sigur borgarstjórin. Tað er eitt stórt tak hjá kommununum at byggja slík sambýlir, tá ið landið rindar ein so lutfalsliga lítl- an part av íløguni. Haldóra sigur, at tá ið ell- isheim verða bygd, rindar landið hálva miljón av íløg- uni fyri hvørt búfólk, men bert 50.000 krónur, tá ið talan er um eldrasambýlir. – Hetta er ein velduga stórur munur, hóast funkti- ónirnar á einum eldra- sambýli og einum ellis- heimi ikki eru so ólíkar. Alt útboðið Øll byggingin av eldrasam- býlinum í Gøtu hevur verið útboðin. JHR tók sær av útgrevstr- inum og betongarbeiðinum, Búsetur ger timburarbeiði, Rók-El hevur el-arbeiði, Sofus Jacobsen hita-og san- itet, Anskar Hansen mál- ing, og Profa hevur gólv- álegging. Gøtu kommuna ætlar, at alt húsið og økið uttan um skal verða liðugt, tá ið eldrasambýlið verður tikið í nýtslu. Zacharias Jacobsen í Syðrugøtu hevur soleiðis átikið sær at snøgga økið uttan um. Eldrasambýlið í Gøtu fer væntandi at kosta einar 16 miljónir krónur, tá ið tað verður tikið í nýtslu seinni í heyst. Eldrasambýlið í Gøtu liðugt í heyst Tá ið eldrasambýlið í Gøtu ætlandi letur upp, 1. novem- ber í ár, flyta í fyrsta lagi 10 búfólk inn. Seks fólk flyta inn seinni, men alt húsið verður gjørt liðugt í einum, sigur Haldóra Ranghamar, borgar- stjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Pláss er fyri 10 búfólkum í eldrasambýlinum í Leirvík, sum nú er liðugt og klárt at taka í nýtslu. Kostnaðurin liggur um 9-10 miljónir krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Høvið verður hjá bygdafólkinum í Nes kommunu og Leirvíkar kommunu at síggja eldrasambýlini í dag. Á Toftum (mynd) er pláss fyri 15 búfólkum, og eitt pláss er til umlætting Mynd: Vilmund Jacobsen Út- gerðin komin Í summar boðaði Tele- varpið frá, at tey í næst- um skuldu fara undir at útbyggja sendinetið, og nú er felagið komið eitt stig longur í hesum. Størsti parturin av útgerðin til útbygg- ingina er nú komin til landið, og í komandi mánaði byrjar so sjálvt arbeiðið við uppset- ingini. Í fyrsta lagi verða tað fólk í Hósvík, sum koma at síggja Tele- varpið, tá nýggja út- byggingin er liðug, og síðani er ætlanin at víðka um hesa útgerð, soleiðis at hon eisini røkkur norður í Sunda- lagið. Eftir hetta verða Vest- manna og Vágoyggin næstu økini, sum kunnu taka móti signalinum frá Televarpinum. Hetta er triðja útbygg- ingarstigið hjá Televarp- inum, og tá hetta er liðugt, hava á leið 80% av føroyingum møgu- leika at síggja Tele- varpið. Og sum tað áður hevur verið nevnt, so er eisini útlendskur áhugi fyri senditøknini hjá Tele- varpinum. Talan er um sera framkomna tøkni, sum fleiri av granna- londum okkara eisini eru í ferð við at seta upp, so tað kann stað- festast, at Føroyar á hesum økinum hava verið undangonguland. -jm Sambýlið fyri sinnis- veik, sum er í Sanda- vági, varð hósdagin alment tikið í nýtslu. Hetta er tað fyrsta av sínum slag, men tað koma fleiri, lovaði landsstýrismaðurin SAMBÝLI Edvard Joensen Sandavági: – Hetta er tað fyrsta sambýlið av sínum slag, men verður ikki tað seinasta, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumál- um, tá sambýlið fyri sinnis- veik, varð alment tikið í nýtslu hósdagin. Landsstýrismaðurin legði dent á orðið IKKI, og tað er einki at ivast í, at fleiri teirra, sum vóru til staðar, fara at minnast tað. Hóast tað ikki fyrr enn nú er alment, at húsið er tikið í brúk, hava fólk búð í tí síðan umleið hálvan juli. Signa Andreasen, leiðari i sambýlinum, segði í síni røðu á samkomu hósdagin, at tað var hugaligt at síggja, hvussu væl fólkini trívast í hesum frálíka umhvørvin- um. – Vit síggja sjónligan mun, frá tí tey komu higar, til í dag, segði hon. Hon fegnaðist eisini um, at útlit eru fyri, at hendan gongdin við bústaðarmøguleikum til sinnisveik fer at halda fram. Talan er um fólk, sum hava búð á psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsin- um, ið nú eru og fara at flyta eitt nú til Sandavágs. Hetta var eisini upp á tíðina, segði landsstýris- maðurin millum annað. Tí hesi fólkini hava einki sum helst at gera á einum sjúkrahúsi. Svenning av Lofti, sum í mong ár var formaður og myndaði felagið Sinnis- bata, heilsaði eisini vegna Sinnisbata sambýlinum vælkomnum. Hann fegnað- ist sum hinir røðararnir um, at nú er nátt so langt, at almenna samfelagið hevur fingið sett eitt sambýli á stovn. Tey, sum áður hava verið, eru annaðhvørt rikin av privatum ella hálv- almennum felagsskapum, segði hann. Hann fegnaðist um góðu umstøðurnar, tey hava í Sandavági, men minti á, at hetta skuldi ikki bara vera eitt hús, men eitt heim fyri fólkini, sum búgva skulu her. Eisini formaðurin i Psykiatrifelag Føroya, Sjúrður Norðbúð, heilsaði heiminum vælkomnum og fegnaðist um góðu umstøð- urnar. Fyrispurn- ingur um kirkjuvígslur Bill Justinussen hevur sent Jógvan á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum munn- ligan fyrispurning um støðuna, sum landsins myndugleikar hava til tær broytingar, sum tykjast vera ávegis innan fólkakirkjuna. Tingmaðurin vísir á, at tað nærum dagliga berast tíðindi um støð- una, sum danska fólkakirkjan kann í, um ein meiriluti á Fólkatingi tekur undir við uppskotinum um kirkjuliga vígslu av samkyndum. Hann heldur, at kirkjan við hesum kemur í stríð við sjálv- an grundvøllin, sum hon stendur á, og at hetta er til miklan ampa millum kristin fólk í Føroyum. Tingmaðurin heldur ikki, at tað í almenna orðaskiftinum fram- gongur nóg greitt, hvørja støðu lands- myndugleikarnir hava í málinum, og vil tí hava at vita, hvør av- leiðingin verður fyri føroysku fólkakirkj- una, um donsk lógar- broyting hevur við sær, at loyvt verður at víga fólk av sama kyndi. Somuleiðis spyr hann ,um lands- stýrismaðurin hevur ítøkiligar ætlarnir til tess at byrgja fyri, at føroysku fólkakirkjuni kann verða álagt slíkar skyldur. -jm Sambýlið alment latið upp Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, handaði Signu Andreasen leiðara í sambýlinum Undir Fobbakletti gávu, tá latið varð alment upp Mynd: Jens Kristian Vang MBM byggir nýggjan fyrisitingar- og handilsbygning við síðuna av mjólkar- virkinum í Hoyvík. Bygningurin verður væntandi klárur at taka í brúk í februar BYGGING Edvard Joensen Meginfelag Búnaðarmanna fer at savna alt virksemi sítt í Hoyvík. Ein stórur bygn- ingur er reistur við síðuna av mjólkarvirkinum, har handil og fyrisiting fara at húsast. – Hetta er ein beinleiðis avleiðing av eldinum, sum var í Kollafirði, tá fóður- goymslan brann í grund, sigur Dánjal Thomsen, fíggjarstjóri hjá MBM. Vit hava valt at flyta alt á eitt stað, soleiðis at vit eisini flyta skrivstovurnar úr Bún- aðardeplinum í Kollafirði, har vit hava leigað fá Royndarstøðini. Nýggi bygningurin í Hoyvík er í trimum hædd- um, men samlaða hæddin er sum ein bygningur í fýra hæddum. Tvær tær niðastu hædd- irnar eru gjørdar til eina, og har fer fóðurgoymslan at vera. Í miðhæddini verður handil við landbún-aðarút- gerð, eins og nakrar skriv- stovur, kantina og funda- høli verða har. Í ovastu hæddini verða skrivstovur og goymsla til handilin, sigur Dánjal Thomsen. Hann sigur, at samlaði kostnaðurin er mettur at liggja um 12,5 milliónir krónur, sum svara til umleið 7.000,- krónur fyri hvønn fermetur. Bygningurin er gjørdur úr betongelementum, sum komin eru úr Aalborg. Eitt danskt felag setir upp. Restina av arbeiðinum fara føroyskar fyritøkur at gera, sigur Dánjal Thomsen. Nýggjur MBM bygningur í Hoyvík Svenning av Lofti hevur í nógv á staðið í fremstu røð í stríðnum fyri at náa so langt, sum nú er komið, teimum sinnisveiku at bata Mynd: Jens Kristian Vang Búfólkini hava góðar og hugnaligar umstour at búleikast í Mynd: Jens Kristian Vang Nýggi bygningurin, sum fer at savna virksemið hjá MBM, verður bygdur við síðuna av mjólkarvirkinum í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16