leygardagur 28. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NSÍ fer at gera sítt
fyri at fella føðingar-
dagsbarnið í egnum
reiðri, men venjarin,
sum í morgin fer at
vitja í Klaksvík,
ásannar, at KÍ eigur at
hava potentiali til
betri støðu, enn teir
higartil hava rokkið
KÍ-NSÍ
Jóannes Hansen
Týsdagin fylti KÍ hundrað
ár. Meðan væleydnað mót-
tøka var í stásiligu hølunum
í endanum á ítróttarhøllini,
runnu spælararnir á vøll-
inum norðanfyri høllina.
Eftir djúpan leikligan og
úrslitaligan aldudal var lag-
ið týsdagin sjálvandi betri,
enn tað hevði havt verið,
um liðið einki hevði havt
fingið við úr Gøtu.
Føðingardagsdysturin á
heimavølli verður í morgin
ímóti NSÍ, og KÍ venjarin,
Ove Flindt Bjerg sær tað
sum sína uppgávu at halda
fokus á tí, sum skal ganga
fyri seg á vøllinum og ikki
á stásinum, sum felagið
hevur verið óført at skipa
fyri í sambandi við hundrað
ára føðingardagin.
- Eg var ógvuliga væl
nøgdur við avrikið og úrs-
litið í Gøtu. Spælararnir
hildu seg hundrað prosent
til tað, sum vit framman-
undan høvdu avrátt. Vit
høvdu rudduliga sigurin
uppibornan, og í vikuni
hava vit arbeitt víðari. Lið-
ið ímóti NSÍ verður umleið
tað sama, sum tað var í
Gøtu. Men skiftisspælar-
arnir stóðu seg eisini væl,
so tað er tíbetur positivur
trupulleiki, sum eg hesa
ferð havi at taka støðu til,
sigur Ove Flindt Bjerg.
Hvat var tað, sum hendi í
Gøtu?
- Í fótbólti snýr nógv seg
um tað, sum gongur fyri
seg uppi í høvdinum á
teimum, sum taka lut. Bý-
ráðsformaðurin
bjóðaði
okkum til Viðareiðis í
síðstu viku. Har høvdu vit
eina fína løtu saman, og
spælararnir vístu í Gøtu, at
teir vóru tendraðir. Vit
høvdu gjørt einstakar just-
eringar á liðnum, og tær
riggaðu væl. Tað gekk upp í
eina hægri eind. Nú vóna
vit, at vit á heimavølli fara
at megna tað sama. Men vit
kunnu ikki rokna við at sóla
okkum til sigur. Tað skal
arbeiðast.
Í Gøtu noyddist Eyðun
Klakstein av vøllinum.
Hann hevur vant í vikuni,
og eisini Jacob Bymar, sum
bað um at sleppa út, hevur
vant við fullari ferð.
Lyklaspælararnir
eiga meiri
Hjá NSÍ hevur tað gingið
væl síðstu ferðirnar, tá ið
teir hava verið í Klaksvík,
og tá ið teir undan summar-
steðginum høvdu vitjan av
KÍ, vunnu teir 3-1. Tá
høvdu gestirnir sera lítið
veiggj í sær.
Burtursæð frá stórsigr-
inum á Svangaskarði hevur
tað hilnast illa hjá NSÍ
síðani summarsteðgin. Tað
hevur verið eyðsýnt, at hjá
fleiri av teimum, sum leingi
hava verið við til at mynda
fótbóltin í Runavík, hevur
tað verið trupult at finna
rætta lagið.
- Sjálvandi hava vit
møguleika at fáa stig og
vinna í Klaksvík, og tað
ætla vit okkum at gera. All-
ir spælararnir eru tøkir,
men um tað skal eydnast er
treytin, at allir spæla upp til
sítt besta. Tað vita vit væl,
at vit ikki hava gjørt síðstu
ferðirnar, sigur Jógvan
Martin Olsen, venjari hjá
NSÍ. Hann hevur síðstu
ferðirnar roynt fleiri sam-
ansetingar á miðvøllinum.
Hvat
sigur
tú
um
hundrað ára gamla KÍ?
- Eg skilji á lagnum, at
tað stemmaði væl hjá teim-
um í Gøtu. Eingin hevur
ivast í, at teir eiga nógvar
fínar spælarar. Bæði í før-
oysku kappingini og í
altjóða høpi munnu teir
vera millum teir mest
royndu. Eg rokni við, at teir
ógvuliga fegnir vilja vísa
heimaáskoðarunum, at teir
hava meiri í sær, enn støðu-
talvan vísir. Men vit fara
eftir sigrinum, og eg rokni
við einum undirhaldandi
fótbóltsdysti.
Nr. 163 • leygardagur • 28. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Aftur gerandisdagur í Klaksvík
Undir venjing í fyrra-
dagin varð hann so
mikið knæskaddur, at
tað fer honum ikki at
bera til at spæla fót-
bólt næsta mánaðin
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað gongur striltið hjá Toda
Jónsson at koma aftur á
landsliðið. Fyri stórari viku
síðani var hann smáskaddur
í lærinum og fekk ikki
spælt ímóti Malta. Nú er
hann skaddur í knænum, og
talan er um so mikið
álvarsligan løst, at tað fer
ikki at bera til hjá Toda at
spæla fótbólt næsta mán-
aðin.
Eg havi fyrrapartin í dag
verið til kanningar. Har
fekk eg at vita, at tað er eitt
liðband í knænum, sum
partvís er slitnað. Teir siga,
at eg skal binda fullkom-
uliga frið frá fótbólti í fýra
til seks vikur, sigur Todi
Jónsson úr Keypmanna-
havn.
Í fyrradagin fekk Todi
Jónsson boð um, at hann
var úttikin til landsdystirnar
ímóti Sveis og Fraklandi.
Todi hevur fleiri ferðir sagt,
at hann hevur glett seg til at
spæla á landsliðnum, nú
hann leingi hevur kent seg
vera væl fyri likamliga,
men soleiðis verður tað
ikki. Hvørki í Sveis ella á
heimavølli ímóti Fraklandi
verður Todi við, og tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður við á útivølli ímóti
Kypros og Írlandi.
Hvussu er hetta komið
soleiðis fyri?
- Tað var undir venjing
fyrrapartin hósdagin. Síð-
ani arbeiðssteðgin havi eg
vant saman við hinum.
Henda dagin var vøllurin
eitt sindur vátur. Eg gleið
og kendi, at tað segði klikk
í knænum. Eg fekk ikki
rættuliga sett beinið undir
meg. Knæið blástist upp
beinanvegin.
Fysiotera-
peuturin helt beinanvegin,
at talan var um liðbands-
skaða, men tað bar ikki til
at gera nærri kanningar,
fyrrenn hovnaði knæið
aftur var vorðið meiri van-
ligt. Tað var tað í morgun,
og nú havi eg júst fingið
dómin, segði Todi Jónsson
á middegi í gjár úr Keyp-
mannahavn.
Í fyrstu atløgu skal Todi
binda heilt frið frá fótbólt-
inum. Hvussu venjingar-
støðan fer at vera, tá ið
landsliðið fyrst í oktober
fer at ferðast til Kypros og
Írland, man vera rættuliga
ivasamt.
Todi
Jónsson
harmast um støðuna, men
eingin veit betri enn hann,
at tað er einki at gera við
sovorðið uttan at hava tol
og stríðast fyri at koma fyri
seg aftur.
Todi ikki á landsliðið
Símun Joensen í atsókn ímóti
málinum hjá Jens Martini í
dystinum í fjør
19
18
Nr. 163 - 28. august 2004
Hóast umbyggingar
og nútímansgerð
hevur tað ikki eydn-
ast at skapt tað virk-
semið á Runavíkar
Sjómansheimi, sum
leiðslan hevði vónað
AFTURLATING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Komandi týsdag, sum er
seinasti dagur í august,
letur Runavíkar Sjómans-
heim aftur vegna fíggjar-
liga trongstøðu.
Eini 12 fólk starvast á
sjómansheiminum,
og
hesi eru søgd úr starvi, nú
lykilin verður snaraður
um.
Fyri nøkrum árum síð-
an varð sjómansheimið
partvís umbygt og nútíð-
mansgjørt. Øll kømrini
vórðu sett í stand, og hølir
vórðu innrættaði, soleiðis
at fólk eisini kundu keypa
sær pizza.
Men hóast umbygging
og nútímansgerð, hevur
tað ikki víst seg, at hetta
hevur skapt tær inntøkur,
sum leiðslan hevur vónað.
Fáa gistingar
Hásesongin, sum fevnir
um einar tríggjar mánaðir
av árinum, hevur ikki giv-
ið tað íkast, sum vónað
hevur verið, og heldur
ikki hevur møguleikin at
keypa pizza givið tað,
sum lagt hevur verið upp
til.
Runavíkar
Sjómans-
heim hevur lagt seg eftir
at fáa bólkar við fólki at
vitja, men hetta hevur ikki
eydnast í nóg stóran mun.
Gistingarnar hava verið
ov fáar, og nógvar nætur í
hásesongini hava bert
nakrar fáar sengur verið
umbidnar. Og tá ið háse-
songin ikki roynist nóg
væl, er heldur ikki lætt at
fáa íløguna at bera seg.
Formaðurin í nevndini
fyri Runavíkar Sjómans-
heimi, Andreas Andrea-
sen, segði í vikuni, at
arbeitt verður nú við,
hvørjir møguleikar eru.
Hann segði, at ein
møguleiki kanska er at
lata resturatiónina upp-
aftur, men ikki hava gist-
ing.
Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu verður við Runa-
víkar Sjómansheimi í
framtíðini.
Kaj Eli Hansen av Nesi
hevur seinastu árini verið
leiðari á Runavíkar Sjó-
mansheimi.
Á
sjómansheiminum
eru 19 kømur og 34 seng-
ur.
Runavíkar
Sjómansheim
letur aftur
Roynt hevur verið at fingið fleiri fólk at gista, eitt nú
bólkar við fólki, men tað hevur ikki eydnast í nóg stóran
mun. Leiðari á Runavíkar Sjómansheimi seinastu árini
hevur verið Kaj Eli Hansen av Nesi.
Mynd: Jonhard Hammer
Eitt sjey ára drúgt
arbeiði kom at enda
hósdagin, tá Jákup
Reinert Hansen vardi
ritgerð sína um lestr-
arnar hjá Jacob Dahl
sum PH. D. ritgerð
VERJA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Århus: Audiotorium 3 hjá
Det Teologiske fakultet á
Århus Universitet var fylt
við eini 40 fólkum hós-
dagin. Teirra millum tosaðu
kanska størra helvtin før-
oyskt millum sín. Væl
omanfyri túsund kilometrar
frá sínum sóknarbørnum á
Sandoynni, skuldi sóknar-
presturin seinastu 22 árini,
Jákup
Reinert
Hansen,
leggja síðstu hond á eitt
sjey ára drúgt arbeiði. Eitt
arbeiði, ið er vorðið til eina
PH.D. ritgerð við heitinum
„Mellem kor og skib, Jacob
Dahls færøske postiller”.
Jacob Dahl livdi í ár-
unum 1878 til 1944. Í ár-
unum 1918 til 1943 var
hann Føroya próstur. Jacob
Dahl umsetti eina ør-
grynnu, og hann spældi ein
ógvuliga týðandi leiklut í
arbeiðinum at gera føroyskt
til kirkjumál í Føroyum.
Ritgerðin
hjá
Jákupi
Reinert tekur støði í lestr-
unum hjá Jacob Dahl, sum
verða nýttir við deknaguds-
tænastur.
Hesir
lestrar
vórðu útgivnir í 1934 og
1938, men enn í dag verða
hesir lestrar sera nógv nýtt-
ir.
- Tað, at lestrarnir hjá
Dahl framvegis verða so
nógv nýttir, fangaði mín
áhuga og fekk meg at byrja
at arbeiða við hesum, sigur
Jákup Reinert Hansen.
Ritgerðin hjá Jákupi,
sum eisini er útgivin, ferð-
ast víða. Bæði gudfrøðilig-
ir, søguligir og málsligir
tættir eru tiknir við.
Opponentar
At meta um eina tílíka
PH.D. ritgerð verða tríggir
opponentar valdir í eina
dómsnevnd. Á føroyskum
rópast ein tílíkur oppo-
nentur fyri andmælingur.
Stutt fyri nýggjár lat Jákup
Reinert
Hansen
dóms-
nevndini ritgerð sína.
Svenski professarin úr
Lund Sven-Åke Selander
legði fyri. Hann prátaði
mest um bygna og metodu.
Síðani var tað Peter
Martin Rasmussen, dóm-
próstur og dr.theol, sum
greiddi frá um Jacob Dahl
og hansara málpolitisku
sjónarmið og ávirkan.
Nú skal tað heldur ikki
ljóða meira álvarsamt, enn
tað er. Tí andmælingarnir
hava
kunnað
føroyska
sóknarprestin um, hvat teir
ætla at spyrja um, og tað
var eingin vandi fyri, at
ritgerðin ikki fór at vera
góðkend sum PH.D. rit-
gerð. Bæði spurningar og
svør vórðu givin oftast við
einum breiðum smíli á
varranum.
Formaðurin fyri dóms-
nevndina Eberhard Harbs-
meier tók til síðst saman-
um. Hann spurdi nakrar
áhugaverdar og skemtiliga
spurningar og lat ongan iva
vera um, at hann helt nógv
um arbeiðið hjá Jákupi
Reinert Hansen.
Dómsnevndin
skuldi
heldur ikki nýta nógv meira
enn ein minutt at staðfesta,
at ritgerðin var endiliga
góðkend sum PH.D. rit-
gerð, og Jákup Reinert
Hansen kann nú knýta
heitið PH.D. afturat cand.
theol.
Eingin betri
Tað vóru ikki bert Jákup
Reinert og teir tríggir and-
mælingarnir, ið tóku orðið
við verjuna hósdagin. Áðr-
enn sjálv verjan byrjar spyr
Per Bilde, sum leiddi verj-
una hósdagin, um nakar í
salinum hevur nakað at
viðmerkja. Tað var bert
tann eini millum áhoyrar-
nar, sum hevði hug at taka
orðið. Men tað var heldur
ikki ein og hvør. Christian
Thodberg er kongaligur
konfessionarius. Tað vil
siga, at hann er prestur hjá
kongshúsinum.
Millum
annað gifti hann Joachim
prins og Alexandru prin-
sessu. Hann var fyrsti veg-
leiðarin hjá Jákupi Reinert
Hansen í sambandi við rit-
gerðina.
Umframt at spyrja Jákup
Reinert
Hansen
nakrar
spurningar, nýtti hann eis-
ini høvið til at rósa Jákupi
fyri sítt arbeiðið við rit-
gerðini.
- Eg havi bíðað eftir hes-
um degnum í tíggju ár. Eg
kundi als ikki ímyndað
mær, at tað var nakar betri
hóskandi enn tú (Jákup
Reinert Hansen, blðm.). Eg
legði til merkis tíni framúr
evni fyri nógvum árum
síðani. Ikki minst títt fram-
úr góða danska mál. Eg
havi eina sera stóra virðing
fyri tínum arbeiði, og tað
gleðir meg ómetaliga nógv
at vera til staðar her í dag,
segði Christian Thodberg
millum annað.
Hann nevndi eisini, at
Jákup á fleiri økjum var
ósamdur við Jacob teolog-
iskt - men tað skuldi hann
ikki vera keddur av.
Christian Thodberg og
onnur vóru á einum máli
um, at vónandi heldur Ják-
up Reinert Hansen fram við
sínum slóðbrótandi arbeiði.
Ikki minst deknagudstæn-
astan sum hugtak hevur
stóran áhuga millum gud-
frøðingar á Århus Universi-
tet hósdagin. Og Jákup
Reinert
Hansen
hevur
neyvan skrivað síðsta orðið
um Jacob Dahl ella dekna-
gudstænastur.
Jákup vardi Jacob
Jákup Reinert Hansen í miðjuni við konuni, børnum og foreldrum sínum. F.v. Mejnhardt, pápi
Jákup, børnini Høgni og Elin, konan Johanna og mamman Judith.
Mynd: Heri á Rógvi
Jákup Reinert Hansen greiðir frá sínum arbeiði við lestrunum hjá Jacob Dahl. À myndini eru eisini Per Bilde, ið leiddi verjuna,
opponentarnir Sven-Åke Selander, Eberhard Harbsmeier og Peter Martin Rasmussen.
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
18