Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2004 21 HB kann taka risafet móti FM heitinum, meðan tað er minni hugaligt hjá B68, sum rættuliga hevur knívin á barkanum B68-HB Jóannes Hansen Tað er toppur ímóti botni í morgin. Oddaliðið HB fer úr høvuðsstaðnum og á Svangaskarð. Har hava teir ikki vunnið seinastu fýra árini, men hesa ferð er eingin ivi. B68 er botnlið. Teir hava ongan dystin vunnið í trettan teimum fyrstu royndunum, og tískil er HB stórfavorittur. Tað kann fara at vísa seg, at FM heitið kemur heilt tætt undir borðið hjá HB í morgin. Tað ger tað, um HB fer at fáa fult á Toftum, og um B36 vinnur á Skála. B36 er átta stig aftanfyri HB, og Skála er seks stig frá toppinum. Hjá HB er Janus M. Joensen leikbannaður. Allir hinir eru tøkir. Ímóti ÍF vóru tað teir í yngra enda- num á liðnum, sum vóru heilt uttanfyri hópin. Her verður hugsað um Hendrik Rubeksen, Emil N. Leifs- son, Eli Thorsteinsson og Páll M. Joensen. Tað kann væl vera, at onkur teirra verður við í morgin. Tá ið Janus M. Joensen hevur verið burturfrá fyrr í ár, hevur ein annar av ungu monnunum, Rasmus Nol- søe, røkt vongverjaplássið í vinstru. - B68 hevur fyri neyðini at vinna. Vit taka avgjørt einki fyri givið, og tað er rættuliga týdningarmikið, at vit varðveita rætta hug- burðin í morgin, og at tað eydnast okkum at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum, siga teir í HB. Síggja veruleikan Á Toftum kenna teir veru- leikan. Veruleikin kann síggja eitt sindur bjartari út eftir fjúrtanda umfarið, men hann kann eisini gerast svartari. Ljósari fer tað at síggja út, um tað eydnast B68 at vinna øll stigini. - Tað hevur ikki eydnast higartil, men vit fara at stríðast fyri søkini. Burtur- sæð frá orduliga svipsar- anum á heimavølli ímóti NSÍ, tá ið vit mistu ein mann, og teir síðstu løtuna skoraðu fleiri mál og vunnu 5-1, so hevur talan eftir summarsteðgin verið um leikliga framgongd. Á Skála taptu vit 2-1, og tá góvu vit teimum bæði málini. HB álopið er so vandamikið, at teir megna beinanvegin at sekta møgu- lig mistøk. Tí mugu vit vera ansnir í verjupartinum, men samstundis mugu vit royna at flyta spælið eitt sindur fram og leggja trýst á teirra verju, siga teir á Toftum. Døkkari fer tað at síggja út, um B68 einki fer at fáa burtur úr, og ÍF samstundis á heimavølli fer at megna at fáa stig ímóti VB. So verður tað næstan ómøguligt hjá B68 at sleppa undan tungu leiðini í næstbestu deildina. Har hava teir ikki verið, síðani teir í 1980 vunnu 2. deild. Oleif Joensen tykist skula vera leikbannaður í morgin. Eftir útvísingina ímóti NSÍ gav kappingarnevndin hon- um tveir daga leikbann. Í vikuni hevur B68 biðið dómsnevndina hugt upp á málið. Teir vilja hava leik- bannið stytt til ein dyst. Tá ið vit frættu í gjár, var mál- ið ikki avgreitt. Nógvir B68 spælarar hava verið skaða- plágaðir. Tað eru framvegis tríggir á listanum: Alex Troleis, Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen. Fyri fyrstu ferð skal Meinhardt Joen- sen í morgin verja B68 mál- ið á Svangaskarði. Hann var í málinum á Skála síðsta sunnudag. Nú er ikki langt á mál B68-liðformaðurin Øssur Hansen skal royna at lyfta sítt lið av aftasta plássi, nú niðurflytingin av álvara pikkar á dyrnar á Toftum Tað er einki at ivast í, at B68 nú skal savna sær stig, um sleppast skal undan nið- urflytingini, men alt bendir á, at tað verður trupult hesaferð. Bæði tí HB í løtuni er ovasta liðið á stigatalvuni, men eisini tí B68 vanliga hevur tað tru- pult móti júst HB. Sostatt er tað bara einaferð seinastu tíggju árini, at B68 hevur vunnið heimadyst móti HB. Heldur ikki ÍF tykist fáa nakran lættan dyst móti VB, sum hevur vunnið tríggjar av fýra dystum í Fuglafirði seinstu tíggju árini. Í Havn hevur Skála bara tapt higartil, tá teir hava vitjað B36, og í Klaksvík havt takið søguliga, tó at seinasti sigurin er trý ára gamalur. At enda tykist tað ganga javnt fyri seg, tá GÍ vitjar á Eiði. Gøtumenn hava tó lítlan fyrimun í stigunum, sum eru býtt seinnu árini, men í málum stendur púra javnt. Talvan niðanfyri sýnir, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg í tilsvarandi dystunum í bestu mansdeildini seinastu tíggju árini. -jm Hagtølini tala ímóti B68 Claus verður nýggi maðurin Tað verður helst hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, sum skal avloysa Toda Jónsson LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk Nú Todi Jónsson enn eina- ferð noyddist at geva avboð til føroyska fótbóltslands- liðið, verður tað eftir øllum at døma ein spildurnýggjur leikari, sum verður tikin í hópin ístaðin. Claus Bech Jørgensen er hálvur føroyingur, sum seinastu nógvu árini hevur roynt seg í enskum fótbólti. Tað hevur áður verið upp á tal, at hann skuldi koma í føroyska landsliðshópin, men sjálvur hevur hann ikki verið so sinnaður fyri hesum. Hetta tí hann hevði ein dreym um at sleppa á danska fótbóltslandsliðið. Seinastu tíðina hevur tó verið samband millum Coventry-leikaran, sum hevur føroyska mammu, og landsliðsvenjararnar, og nú tykist skaðin hjá Toda at seta enn meira ferð á hetta. - Fyrst og fremst, so harmist eg sjálvandi um skaðan, sum Todi hevur fingið. Hetta er ótrúliga keðiligt hjá honum, nú hann hevði meldað seg undir Merkið aftur, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við, eru fyrstu orðini hjá Henrik Larsen, landsliðsvenjara. - Men tað er rætt, at vit hava tosað við Claus Bech Jørgensen. Eg fái tó ikki lovað, at hann verður nýggi maðurin í hópinum, men tað vóni eg sjálvandi, sigur landsliðsvenjarin. Claus Bech Jørgensen hevur í enskum fótbólti leikt við Bournemouth, Bradford og Coventry. Van- liga spælir hann í øðrum borðinum á miðvøllinum, og verður hann lýstur sum ein kvikur og driblisterkur leikari við góðum máltevi. Hetta tevið hevur eisini av og á havt við sær, at venj- ararnir hava nýtt hann í álopspartinum, og eitt nú hevur hann eitt met í bretskum fótbólti. Hetta stavar frá tíð hansara í Bradford, har hann eitt skifti skoraði í sjey úti- dystum á rað, og tað hevur eingin annar leikari i ensk- um fótbólti megnað. 21 20 Nr. 163 - 28. august 2004 ÍF-VB: Bæði liðini eru væl fyri Bæði ÍF og VB eru væl fyri undan dystinum í Fuglafirði. Áki Petersen hjá ÍF og Mortan úr Hørg hjá VB eru tøkir aftur frá seinasta vikuskiftið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Hjá ÍF ræður um at varð- veita munin niður B68 á aftasta plássi, tí at fuglfirð- ingar skulu ikki gera sær nakrar vónir um at røkka áttanda plássi og harvið tryggleika frá niðurflyting. Vágbingar royna hinvegin at røkka fjórða ella triðja plássi og ein sess í evrope- iskum kappingum komandi ár. ÍF spældi ein góðan dyst ímóti HB í Gundadali síðsta vikuskiftið, hóast fuglfirðingar ikki megnaðu at basa oddaliðnum. Hetta hevur kanska givið fugl- firðingum blóð á tonna til dystin ímóti VB á heima- vølli. Verjuspælið má tó betrast, um stig skal fáast burturúr dystinum ímóti VB. Áki Petersen er tøkur aftur hjá venjaranum, og kanska kann hann vera við til at tippa holini í verjuni. Teir báðir nýggju útlend- ingarnir gjørdu vart við seg í Gundadali síðsta viku- skiftið, og Gunnar G. Niel- sen úr Argentina skoraði annað málið hjá ÍF. Sylla D. Ahmed av Fílabeins- strondini hevði eisini onkra naska roynd. Men teir skulu tó venja seg við undirlagið, áðrenn vit síggja tað besta frá teimum. Mortan úr Hørg viðaftur Eftir at hava tapt tveir dystir á rað fekk VB aftur fulla úrtøku síðsta viku- skiftið ímóti EB/Streymi. VB hevur hvørki skaðar ella leikbann at dragast við, og venjarin hevur eisini Mortan úr Hørg tøkan aftur til komandi dyst. Hann kemur eftir øllum at døma inn í høgru síðu, og hetta verður væntandi ein styrkur hjá liðnum. Eftir tvey tap á rað hevði VB aftur nakað at fegnast um síðsta vikuskiftið Savnsmynd Spæla fyri at sleppa út í Europa Bæði hjá EB/Streymi og GÍ, sum bara eina ferð hevur tapt á Møl- ini, fara týdningar- miklir spælarar í morgin at sita uttan- fyri, tí teir eru leik- bannaðir EB/STREYMUR-GÍ Jóannes Hansen Tað var ein ordulig strika í rokningini hjá gøtumonn- um, tá ið teir síðsta sunnu- dag á heimavølli løgdu rygg til 2-1 tap ímóti KÍ. Teir høvdu avgjørt ikki kannað sær bitan frammanundan, men teir iðra seg um ikki serliga sannførandi avrik, samstundis sum teir undrast á, at KÍ sum ein annar fuglurin Føniks enn eina ferð skuldi reisa seg í Gøtu, tá ið teir vóru mest sperdir. GÍ hevur síðani summar- steðgin miðjað eftir eur- opeiskari luttøku næsta ár. Tað gera ter framvegis, men teir ásanna, at um tað skal eydnast, so fer tað ikki at bera til fleiri ferðir at missa stig. GÍ hevur bara eina ferð tapt í Gøtu. Tað var í fjør. Tá vóru teir frammanfyri 2-0, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, men teir taptu 4-2. Hjá GÍ er liðformaðurin, Poul Ennigarð, leikbann- aður. Møguligir avloysarar á høgra vongverjanum eru Jónreid Dalheim, Áslakur R. Petersen ella kanska Hans Pauli Petersen. Tvey leikbann Ivaleyst er EB/Streymur einasta felagið í landinum, sum tað ber til hjá at skifta millum tveir fínar vallir alt eftir hvussu líkindini eru. Heimadystirnir verða spældir á Mølini, men um høgættin er ov treisk, so flyta teir á nýggja graslíkið í Streymnesi at venja. Í fjør endaði EB/Streym- ur á sætta plássinum. Tað var besta endastøðan nakr- antíð hjá teimum. Teir hava framvegis møguleika at endurvinna endastøðuna frá í fjør og kanska at røkka uppaftur hægri, men so fer ikki at bera til at missa meiri. Síðsta sunnudag var um reppið, at teir fingu alt í tættari uppgerð í Vági, men so fingu teir einki. Síðsta sunnudag var Hans Pauli Samuelsen leik- bannaður. Hann er tøkur aftur. Í Vági fingu Knút Vesturtún og Jákup Martin Joensen triðja gula kortið í hesum kappingarárinum. Tí skil eru teir báðir leikbann- aðir ímóti GÍ. Tað er bygdarstevna á Eiði í hesum vikuskiftin- um, og sjálvandi hevði lagið fingið eitt kvink rætta vegin, um tað hevði eydn- ast at vunnið øll stigini. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar ferðir á heimavølli í ár, tvær ferðir hava teir tapt, og eina ferð hevur verið javnt. Endabresturin í ríðing RÍÐING Tíðindaskriv Í dag, leygardagin, verður árliga heystkappríðingin á skránni uppi í Markagili í Havn. 36 ross verða við í kappingini, og kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur. Hetta er samstundis síðsta kapping í árinum, og føroyameistararnir verða tískil kosnir eftir kappingina. C M Y K 20