Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 163 - 28. august 2004 Skála má klára seg uttan fleiri av sínum lyklaleikarum í dyst- inum ímóti B36, sum hinvegin er hampu- liga væl fyri til dystin, ið fer at avgera annaðplássið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Venjarin hjá Skála, Johan Nielsen, má framvegis síggja burtur frá Paula Hansen, Arnhold Berg og Hanus Thorleifsson til dystin ímóti B36 sunnu- dagin, tá Skála skal royna at verja annaðplássið. Pauli Hansen hevur havt eitt framúr gott kappingarár á miðvøllinum hjá Skála, og hann hevur eisini verið inni í landsliðshitanum. Hann er ein av lyklaspælar- unum, sum ikki er tøkur ímóti B36. Hann fekk ein knæskaða í dystinum ímóti ÍF, og óvist er, nær hann verður klárur aftur. Arnhold Berg hevur eis- ini havt eitt gott kappingar- ár í verjuni hjá Skála, men hann er eisini skaddur til komandi dyst. Hanus Thor- leifsson er ein av teimum ungu og evnaríku skála- monnunum, sum hevur gjørt vart við seg, síðan Skála kom upp í 1. deild, men honum kann venjarin heldur ikki rokna við. Venjarin Johan Nielsen ásannar, at Skála ikki hevur serliga breiðan hóp, og tí rakar tað serliga meint, tá ein leikari sum Pauli Hans- en fellur frá. Skála hevur hinvegin einki leikbann. B36 væl fyri Frá seinasta dysti er bert ein leikari, sum ikki er tøkur hesuferð. Talan er um Niels Joensen, sum hevur verið rættiliga eyðsýndur á miðvøllinum hjá B36 í ár. Niels hevur leitað sær til Keypmannahavn í lestrar- ørindum, og hann verður tí ikki at síggja í hvíta búna- num komandi árini. Arnbjørn Danielsen hev- ur verið skaddur síðan seinna UEFA-Cup dystin, og hann er framvegis skaddur. Jens Erik Ras- mussen hevur ikki verið nógv at sæð á B36-liðnum í ár, og hann situr enn uttan- fyri við skaða. Hetta er ein rættiliga avgerandi dystur, ið stendur fyri framman. Skála er á øðrum plássi og B36 á triðja, tvey stig aftanfyri Skála. Heimaliðið er favo- rittur undan dystinum, men B36 hevur áður víst stórar veikleikar í Gundadali, og tí skal einki takast fyri giv- ið. Skerdir skálamenn til Havnar Pauli Hansen hevur verið ein av monnunum aftanfyri væleydnaða kappingarárið hjá Skála, men hann hevur fingið ein knæskaða og verður ikki tøkur ímóti B36 í Gundadali Savnsmynd 1. deild menn 29.08 B36-Skála 29.08 KÍ-NSÍ 29.08 B68-HB 29.08 ÍF-VB 29.08 EB/S-GÍ 2. deild menn 28.08 Sumba-TB 28.08 FSV-B36 28.08 LÍF-B71 28.08 AB-VB 28.08 Royn-KÍ 3. deild menn 29.08 Fram-Skála 29.08 ÍF-TB 29.08 SÍ-NSÍ 29.08 EB/S-GÍ 29.08 B68-HB Dystir um vikuskiftið 1. deild menn d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 HB 13 10 - 2 - 1 35 12 23 32 2 Skála 13 8 - 2 - 3 28 16 12 26 3 B36 13 7 - 3 - 3 24 15 9 24 4 GÍ 13 6 - 2 - 5 23 24 -1 20 5 VB 13 5 - 4 - 4 18 15 3 19 6 NSÍ 13 5 - 3 - 5 22 18 4 18 7 EB/Streymur 13 5 - 2 - 6 22 20 2 17 8 KÍ 13 3 - 7 - 3 18 18 0 16 9 ÍF 13 2 - 1 - 10 19 43 -24 7 10 B68 13 0 - 2 - 11 10 38 -28 2 2. deild menn d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 12 9 - 0 - 3 34 15 19 27 2 AB 12 8 - 2 - 2 21 14 7 26 3 B71 12 7 - 2 - 3 34 25 9 23 4 FSV 12 5 - 3 - 4 40 23 17 18 5 Royn 12 6 - 0 - 6 27 28 -1 18 6 Sumba 12 5 - 3 - 4 19 21 -2 18 7 LÍF 12 4 - 3 - 5 20 25 -5 15 8 B36 12 3 - 2 - 7 16 34 -18 11 9 KÍ 12 2 - 3 - 7 21 27 -6 9 10 VB 12 0 - 4 - 8 10 30 -20 4 C M Y K 22 Nr. 163 • leygardagur • 28. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Amerikanski dreymurin í Føroyum Lesið síðu 2-3 Í einum túni í Klaksvík gongur ein vakur og spelkin gásasteggi. Hann eitur Gutti og undir liðini á honum ganga unnustan Margretha og 1 ára gamli ungin hjá teimum báðum Tøppur. Lítla gásafamiljan er sera lukkulig, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, tí djóraverðin kann eisini vera køld og hjartaleys. Tá Gutti var føddur, vildi mamman hvørki vita av honum ella hinum systkinunum. Hon tveitti øll eggini út úr gásareiðr- inum, út á bøin til grammu likk- urnar, sum glúpskar stoyttu seg niður eftir eggunum, skræddu tey sundur og ótu tey. Beint við gekk ein maður og smíðaði sær eitt hús. Tá hann sá syrgiliga skilið, leyp hann í einum lopi oman á bøin, men tá lá bara eitt einsamalt egg eftir – Hetta eggið skulu likkurnar ikki fáa - illanstíð, hugsaði mað- urin og tók eggið varisliga upp og fór inn við tí. Har pakkaði hann eggið inn í eitt sindur av glasull og legði tað á heita gólvið inni í baðirúminum. Dagin eftir, tá maðurin aftur byrjaði at smíða, hoyrdi hann knappliga eitt løgið ljóð. Hann steðgaði, lurtaði og jú, nú hoyrdi hann tað aftur: "Pip, pip". Hann gekk kvikliga eftir ljóðinum og lúrdi inn í baðirúmið. Og hygga síggj! - eitt lítið hol var komið á eggið, og út úr holinum kagaði ein lítil gásaungi. – Hesin skal eita Gutti, hugs- aði maðurin og breyt varisliga restina av egginum burtur, so ungin slapp út. Gutti hoppaði úr egginum, eitt sindur í ørviti, tí hann visti jú slettis ikki, hvar hann var. Men tíðin gekk, og Gutti vaks og treivst væl. Maðurin gjørdi Gutta eitt lítið hús og ein hyl uttanfyri, og Gutti var glaður. Men sum frá leið, stóð hann ofta bara og hugdi og sá so syrgin og einsamallur út. Helst mundi hann leingjast eftir eini konu, hugsaði maðurin. Ein morgunin, tá maðurin kom út, sá hann, at Gutti hevði fingið vitjan. Ein stór og vøkur gása- bøga stóð í túninum, og Gutti var púra burtur í henni. Hann helt, at hon líktist eini drottning, og tað var heldur ikki so løgi, tí hetta var Margretha, og hon var upp- kallað eftir drottningini. Gutti og Margretha vóru lukku- lig, og skjótt byrjaðu tey at reiðr- ast. Øll í grannalagnum fylgdu spent við, meðan tey bæði dúg- liga stákaðust út og inn í lítla gáshúsinum, og øll bíðaðu i tolni eftir at hoyra fyrstu pippini. Men onki hendi, tí hvørja ferð vóru øll eggini tóm. Og skjótt vóru tey bæði líka við at missa vónina um, at tey nakrantíð fóru at hoyra ljóðið av smáum fitju- fótum fara titandi eftir bønum. Men nú bar so á, at í eini aðrari bygd sat lítli Tøppur, ein einsamallur gásaungi, sum onga mammu átti, og fólk tóktust so sera synd í honum. Hetta hoyrdu tey heima hjá Gutta, og skjótt sat Tøppur umborð á Dúgvuni á veg til Klaksvíkar. Gutti og Mar- gretha trúðu ikki sínum egnu eygum, tá tey sóðu Tøpp og gloymdu i stundini alt um øll tey tómu eggini, tí Tøppur var tann fittasti gásaungin, tey nakrantíð høvdu sæð. Og soleiðis gjørdust Gutti, Margretha og Tøppur tann eydnuríkasta gásafamiljan har um leiðir. Og um ongin hevur órógvað tey, búgva tey trý har enn ... Eitt gásaævintýr 23