leygardagur 28. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. Nr. 163 - 28. august 2004
3
2
Sosialurin Nr. 163 - 28. august 2004
ON THE ROAD
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað byrjaði í Kalifornia og helt
áfram í Jónas Broncksgøtu.
Yvirritaði var á vári 2003 í San
Diego, Kalifornia, á stuttleika-
ferð. Ætlanin var fyri tað mesta
at liggja á strondini, kanska læra
at surfa, og annars spæla eitt
sindur av føroyskum fótbólti við
amerikansku vinmonnunum.
Tíggju dagar vóru settir av til
pena statin við lekru sand-
strondunum, har lagamanni var
taka tað róligt saman við
vinfólki. Men mongum brestir
ætlan. Longu fyrsta dagin leitaðu
tankarnir út á amerkansku landa-
vegirnar heldur enn strendurnar.
Vit høvdu nevniliga sæð ein
Harley-Davidson-útleigara.
Har var onki at gera. Súkklan
mátti roynast. Ódjórið út úr
garasjuni. Bensin á og so avstað.
Dreymurin var byrjaður. Allar
tær amerikansku kliché’irnar
vórðu til veruleika hesu løtuna á
jarnhestinum. Fríheitin á óenda-
ligu amerikansku vegunum
kundi ikki sammetast við nakað
annað, ið var roynt áður.
Biker-Jens
Nógvar mánaðir seinni, meir enn
eitt ár, er yvirritaði aftur í Føroy-
um. Tað er Biker-Jens eisini.
Tilvild? Ja. Men áhugin fyri
motorsúkklum varð ikki minnið
fyri tað. Fleiri motorsúkklur vóru
nú í Føroyum enn nakrantíð
áður. Ein Harley-Davidson-
útleigari var eisini komin til
Føroya. Tilvild? Nei.
Vaksandi áhugin fyri motor-
súkklum í Føroyum hevði fingið
Ova Ritter, dana og búsitandi í
Føroyum í mong ár, til at seta á
stovn Harley-Davidson Føroyar.
Unga fyritøkan heldur til í Jónas
Broncksgøtu nummar 33 í Tórs-
havn. Tað varð her, at amerik-
anski dreymurin skuldi halda
áfram.
Vit ringdu til Ova Ritter og
spurdu, um vit kundu royna
hansara Harley-Davidson-
súkklur við tí fyri eyga at gera
eitt ummæli. Klokkan var tólv á
middegi mánadagin tann 23.
august, og longu klokkan hálv-
gum fimm sama dag sótu vit á
hvør sínari motorsúkklu, klárir at
inntaka føroysku vegirnar.
Leðurklæði
Ove Ritter syrgdi fyri, at vit
fingu alla neyðuga útgerð.
Minsta kravið til útgerð er hjálm-
ur, jakki og handskar, men har-
umframt stóð okkum í boði at
fáa leðurbuksir. Hesum seinna
tilboðnum tóku vit ikki av, men
tað áttu vit at gjørt, ásannandi at
munur er á veðurlagnum í San
Diego og í Syðradali.
Kameraútgerðin varð løgd í
stóra tasku, sum varð fest á
afturpartin á motorsúkkluni.
Harumframt fingu vit kaffi í
termokannu og mjólk og skeiðir.
Áðrenn klárt varð at leggja til
brots, gjørdu vit okkum kunnug-
ar við tjóvaralarmin, sum er á
teimum flestu nýggju Harley-
Davidson-motorsúkklunum.
So var klárt at fara avstað og
brúka nógv bensin, havandi í
huga, at tann dagin var olju-
prísurin næstan farin upp um teir
50 amerikansku dollararnar. Ove
Ritter hevði tó fylt tangan fullan,
sum vit eisini høvdu væntað.
"Start your engines, gentlemen"
var ein setningur, sum kom mær
til hugs, tá eg snaraði lykilin.
On the Road
Fyrst trillaðu við ein túr gjøgn-
um Havnina, men vit vóru skjótir
út úr býnum og út á bygd. Vit
eru báðir ættaðir av bygd, og tað
kendist betur at koyra millum
neytini og hini kríatúrini enn
millum húsini og fýrhjólaðu
akførini í Havn, tí tey fýrbeintu
vóru skjót at flyta seg, tá larmur-
in nærkaðist.
Leiðin gekk til føroysku ment-
anarvøgguna Kirkjubø, har vit
vórðu heilsaðir av einum vinar-
ligum hundi. Tað var eisini í
Kirkjubø, at fyrsti dropin av
kaffi rann í gapið. Tað luktaði
brent kring okkum, men var ikki
kaffi, sum var vorðið svartari
enn gott er. Tað vóru jarnhest-
arnir, ið vóru nakað heitir.
Vit steðgaðu ikki í meir enn
einar tíggju minuttir í hesi
søgukátu mentanarvøggu. Vit
vundu motorarnar uppaftur og
hirdu leiðina móti Velbastaði.
Okkara aðalendamál var at taka
myndir og fáa ein góðan koyri-
túr, meðan sólin enn var frammi,
og áðrenn regnið kom yvir okk-
um, sum oraklið í útvarpinum
hevði boðað frá fyrr á degnum.
Amerikanski dreymurin í Føroyum
Ein ímynd av amerikanska dreyminum
kann eisini roynast í Føroyum.
Sosialurin royndarkoyrdi tvær Harley-
Davidson-motorsúkklur hjá Harley-Davidson
Føroyum í góðveðrinum á føroysku
landavegunum
Harleymenninir svangir
Regnið kom tó ongantíð, og
kvøldið varð fagurt. Myndamað-
urin var úti um seg við linsuni,
og yvirritaði gjørdi sær onkrar
tankar um, hvat greinin skuldi
snúgva seg um. Tá myndirnar
vóru fingnar í kassan, vóru vit
svangir. Larmurin av teimum
tvíhjólaðu og áhaldandi toganin í
gasshondtakið hevði møtt okkara
smáu sinn.
Tað leið ímóti nátturðatíð, og
kaffið varð drukkið. Kósin varð
síðan sett móti Kvívíkini. Nú var
tíð at skaffa. Vit koyrdu á hestin,
og ein fjórðings bensintanga
seinni vóru vit í Kvívík. Klokkan
var knapt sjey, tá vit sessaðust
við borðið, ið beyð seg fram við
góðum føroyskum mati til
harleymenninar.
Langt um leingi kundu vit
práta um túrin. Vit vórðu samdir
um, at hetta var ‘tað besta’ og
‘fínasta slag’ og onnur super-
lativir, ið vit kundi koma í tankar
um. Talan var um eitt einan-
standandi upplivilsi. Tann amer-
ikanski dreymurin í USA er ikki
tann sami, sum tann amerikanski
dreymurin í Føroyum.
Føroyski dreymurin
Í Føroyum er tann amerikanski
dreymurin eitt sindur meir demp-
aður. Á ein góðan hátt, soleiðis
at skilja, at sjálvt um tú situr á
tínum høga jarnhesti, myndaliga
sæð, so stígur tú av honum, tá tú
tosar við onnur. Tú heilsar, um tú
yvirhálar og koyrir ikki onnur út
av lívsins vegi, um tú yvirhálar -
myndaliga sæð.
Harley-Davidson-motorsúkkl-
an kann vera ímyndin av tínum
lívi, og hvussu tú livir tann
amerikanska dreymin. Í stremb-
anini eftir tí góða lívinum stingur
tú ikki træpettir millum hjólini á
tínum næsta - soleiðis sum vit so
ofta síggja tað í USA, millum
annað at krígsveteranar háða
Kerry og hansara innsats í Viet-
nam.
Eitt føroyskt dømi: Eg hevði
ongantíð komið upp á mína høga
1500 kubiks jarnhest, um ikki
Ove Ritter hevði leigað mær
hann. Tann gløggi lesarin hevur
longu sæð, at hetta er tann mor-
aliserandi parturin av greinini,
men tað er loyvt at vera subjekt-
ivur, tí hetta er ikki nøkur tíð-
indagrein, men eitt ummæli.
The End
Hetta er eitt ummæli, har boð-
skapurin millum annað snýr seg
um lívið, men fyrst og fremst
lívið á eini Harley-Davidson-
motorsúkklu í Føroyum. Alt hitt
kann lesast millum reglurnar. Tað
er greitt, at um eg ikki keypi ein
Harley-Davidson, so fer leiðin at
ganga til Jónas Broncksgøtu 33
nakað ofta at vitja Ova Ritter.
Til lesaran er eitt at siga: Hevur
tú lyndi at tekkjast teimum tví-
hjólaðu amerikansku motor-
súkklunum, so er at vitja
www.hd.fo ella ringja 210405 og
fara tær ein túr út á tað føroyska
960 kilometra langa vegakervið.
Men minst til at teir fara at "tosa
við teg og tosa við teg og tosa
við teg um frælsi fyri tann ein-
staka - men tá teir síggja ein
frælsan einstakling, verða teir
bangnir."
Vit vóru fýra einstaklingar úti
henda vakra dagin - blaðmaður,
myndamaður og tvær motorsúkklur.
Her er tað "Lonely Cowboy," sum
drekkur kaffi í sólsetri, meðan "Easy
Rider" tekur mynd
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
25
24