Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 23 MENTAN Skráin fyri NORDIC PERFORMING ART DAYS er at finna á: www.nordicperformingartsdays.fo »A Doll'd House // Et dukkehjem // Eitt dukkuheim« Gamli leikurin hjá Ibsen er allarhelst ein av mest spældu leikunum í Danmark, ja, møguliga í Norðanlondum. Eg haldi at hednan uppsetingin er heilt serlig, tí at leikurin verður spældur inni í einum vanligum sethúsum. Eg kann ímynda mær at hetta fer at geva leikinum nakað heilt serligt. Tað er eingin ivi u at eg fari til hendan leikin - gamal leikur í nýggjum áhugaverdum hami. Tað er altíð gott. Bara sjálv lýsingin av hesum leikinum rakti meg djúpt inn í hjartað. FLUGO er ein klóvna leikur – ein klóvna tragedia er møguliga betur at siga. Teir tríggju klóvnarnir hava allir arbeitt fyri »klóvnar uttan landamørk« – felagskapurin minnir um 'læknar uttan landamørk', men heldur enn at hjálpa fólki við tørvi á læknahjálp, so royna klóvnar uttan landamørk at hjálpa til at skapa gleði og ein frístað fyri fólk á flóttfólkalegum kring heimin. Klóvnarnir lýsa í leikinum FLOGO tær kenslir og dreymir sum tey hittu har í skuggunum av flóttatjøldunum í Jordan. Bústaðurin hjá 2 milliónir sýrum. Uttan iva ein rørandi leikur. FØROYINGUM KHÆTTIR