hósdagur 5. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
22
MENTAN
TJÓÐHILD PATURSSON
H
on – Tá ið vit byrjaðu
fyrireikingarnar til
»DAGARNIR«
kom
spakuliga eitt tema
snýkjandi inn: Vit vildu bróta
tann vanliga sáttmálan og vísa
føroyingum á leikir ið draga
áskoðaran inn i spælið.
»DAGARNIR« er føroyska heitið
á norðurlendsku leikdøgunum.
– Leikirnir sum verða sýndir
til ‘DAGARNIR’ eru interakitivir
leikir, ið allir, onkusvegna, draga
áskoðaran inn við í sýningina.
Eg klári ikki at halda mær frá
eitt snerkja eittsindur at tankanum
um at verða drigin upp á senuna
í Norðurlandahúsinum. Kann eg
sum áskoðari ikki bara fáa frið?
Ella um ikki annað sleppa undan
at gjalda, ella fáa løn, um eg sjálv
skal standa fyri undirhaldinum?
Vit báðar, Gunnvá og eg, tosa
umvegis skype, og hon er skjót at
avlesa úttykkið í mínum andliti.
– ALTSO, tað er ikki so at ein
einstaklingur verður drigin upp á
pallin. Nei, tað er ikki meiningin at
ræða fólk… tað mást tú endiliga ikki
skriva, tí soleiðis verður tað IKKI!
So tit, bara fyri at gera tað
greitt! Vit áskoðarar verða IKKI
drignir uppá pallin framman fyri
øllum hinum. Tað er ikki TAÐ
interaktivur sjónleikur er – ella
tað er í øllum førum ikki tað
interaktivur sjónleikur nýtist at
vera. Gunnvá Zachariasen greiðir
mær nærri frá.
– Ofta er tað so, at áskoðarin ikki
heilt veit av at hann hevur verið
við inni í leikinum, fyrr enn aftaná.
Spakuliga verður man drigin inn í
leikin. Í summum leikum í størri
mun enn í øðrum.
Sum eg skilji hetta, so merkir
tað, at leikararnir ikki lata sum
um at vit ikki eru inni í rúminum…
Hetta er nakað ið altíð hevur kenst
løgið fyri meg tá ið eg havi verið til
sjónleik - at leikararnir hava staðið
á pallinum, og SJÁLVSAGT vita av
at vit ákoðarar vóru har, men lati
sum um at vit ikki vóru har… Eitt
sindur sum hugdi eg at Lord of the
Rings í sjónvarpinum heima, og
at Fordo visti at eg sat og hugdi.
Tað hevði altso kenst løgið, og
onkusvegna gjørt tað heila meira
ódramatiskt. Tí dámar mær væl
hendan tankan um interaktivar
tankar, har leikararnir ikki goyma
tað at vit áskoðarar eru í rúminum,
men heldur brúka tað - sjálvsagt til
eitt ávíst mark - hatta við at blíva
drigin upp á pallin, tað fer absolutt
út um míni mark. Hevði eg um ikki
annað sloppi at vant áðrenn, so
hevði tað kanska gingið.
– Nei, sjálvt eg sum eri sjón
leikari, mær dámar ikki at verða
drigin uppá ein pall soleiðis.
Eg trúgvi ikki at tað eru serliga
nógvum ið dámar tað. Hinvegin
er tað fantastiskt at sum áskoðari
tryggt at kunna luttaka í leikunum.
Hetta slagi av leiki fær meg
at hugsa um klóvna leikin hjá
Kjartan Hansen »Terry’sa Saga«,
tað var júst ein sovorðin leikur,
ið dróg meg sum áskoðara við og
fekk meg at luttaka, uttan at eg
kendi meg ótrygga og útstillaða.
Gunnvá nevnir júst Kjartan og
seg sjálva sum tveir føroyingar, ið
hava arbeitt nógv við interaktivum
leiki. Tað vóru eisini tey bæði sum
sótu við borðið á norðurlendsku
leikararáðstevnuni, tá ið tey vórðu
biðin at vera vertir.
– Tað var í 2014 at tey spurdu
okkum um vit í Føroyum
kundu vera vertir fyri NORDIC
PERFORMING ART DAYS í 2016.
Vit fóru bæði tvey í sjokk. Eingin
kjansur at vit klára tað, hugsaðu vit
bæði. Og so søgdu vit ja.
Vit flenna báðar. Sif Gunnars
dóttir, stjórin í Norðurlanda
húsinum var við á fundinum. Hon
játtaði teimum beinanvegin at
sleppa at brúka Norðurlandahúsið
hesar dagarnar. Tað gjørdi alt
lættari.
– Tað at karmarnir vóru í lagi
gjørdi alt lættari.
Føroyar hava fyrr verið karmar
um LEIKread, sum er eitt av til
tøkunum sum verða í Norður
landahúsinum í sambandi við
NORDIC PERFORMING ART
DAYS, tó nú undir nýggjum
navni: NEW NORDIC DRAMA.
6 norðurlendskir leikir verða
settir upp av 12 norðurlendskum
leikarum. Føroysku leikumboðini
vera Nicolaj Falck og Durita Dahl
Andreassen, og Marjun Syderbø
Kjænes hevur skrivað føroyska
leikin »Tóm Rúm«. Frumfram
førsla av teimum 6 norðurlendsku
leikunum á NEW NORDIC DRAMA
2016 verður 27. maj.
– NORDIC PERFORMING ART
DAYS er bæði til fyri leikarar –
føroyskar sum útlendingar – og
fyri aðrar leikáhugaðar føroyingar.
Skránin fyri dagarnar 24. - 28.
maj er tætt pakka, og eg haldi at
leik-óáhugaðir føroyingar eisini
áttu at fari at víðka sær um
sjónaringin. Allir leikirnir eru
spennandi. Serliga spennandi ljóða
leikirnir FLUGO og DARK SIDE OF
THE MIME.
– Hetta eru veruliga »top of the
pops« leikarar sum koma okkara
vegir hesar »DAGARNIR«
sigur Gunnvá Zachariasen at
enda. So fólk mugu óiva skunda
sært at keypa atgongumerki til
sýningarnar. Atgongumerki verða
keypt gjøgnum Norðurlandahúsið.
Á www.nlh.fo. Hevur tú fingið
blóð uppá tonnina og ætlar tær
til fleiri leikir, ja, so ber til at fáa 4
atgongumerki fyri prísin av 3.
– Vit vilja vísa føroyingum á nýggjar leikhættir. Vit vilja bróta tann
sáttmálan sum vanliga er millum leikarar og áskoðarar.
Soleiðis sigur Gunnvá Zachariasen samkipari av norðurlendsku
leikdøgunum »NORDIC PERFORMING ART DAYS«. Sáttmálin Gunnvá
Zachariasen sipar til, er vanliga leikuppsetingin við einum palli sum
plássið hjá leikarunum og stólarnir sum plássið hjá áskoðarunum.
– NORDIC PERFORMING ART DAYS, 24. - 28. MAI
THE DARK SIDE OF THE MIME er ein samanrenning av klassiskari
miming og 'splatter, porn and violence'. Eg veit ikki hví, men eg
má síggja hendan leikin. Men onkusvegna kennist tað sum eg
fari at hata leikin eins nógv og eg fari at elska hann. Ikki allar
leikupplivingar eru vakrar - ella í øllum førum ikki vakrar á sama
hátt. Hendan verður heilt víst øðrvísi, øðrvísi vøkur... Eg dugi ikki
at siga meir. Les lýsingina av leikinum á nlh.fo, og keyp tær so
atgomgumerki, hetta kemur tú bert framá einaferð í lívinum.
VIT VILJA VÍSA
Á NÝGGJAR LEI