hósdagur 5. mai 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
21
KLUMMAN
Barbara Holm
Bind tín mann?
»Eg verið svøk, um eg verið spurd einaferð
aftrat, um eg havi fingið maka«, segði ein
støk vinkona mín herfyri, og eg kundi bara
nikka játtandi.
Kennir tú ikki tað? At tú veitst ávísir
spurningar fara at koma, hóast tú faktist
helst vildi sloppið undan at svara teimum?
Til dømis er púra vónleyst hjá einari kvinnu
síðst í 20’unum fyrst í 30’unum at hava
spýggisjúku uttan tað obligatoriska »nåå,
man tað ikki vera ein onnur orsøk til at tú
spýr?«.
Hvat skalt tú siga til tað?
»Nei eg havi akkurát havt menstratión, so
tað kann tað ikki«. Tað svaraði ein vinkona
mín til stjóran hjá sær herfyri, tá ið hann
spurdi. Og tann annars so sjálvhátíðarligi
stjórin kendi tað sjónliga pínligt. Men tað
er nú ein nokso festligur máti at avmontera
líknandi spurningar – at simpelthen
diska upp við status á tínum mánaðarligu
bløðingum.
Men soleiðis eru vit væl øll. Vit seta
óskyldugar spurningar uttan at veruliga
hugsa okkum um, men kanska raka vit við
okkara bestu meining beint inn á kjarnuna
á einum persóni. Kanska tann staka
vinkonan í veruleikanum vildi ynskt sær
ein maka. Kanska tann við spýggisjúkuni
vildi ynskt, at hon kundi vera við barn.
Kanska ikki.
Um tú ert sum mín staka vinkona, og tú
faktist helst vildi havt ein mann ella kvinnu
við tína lið, so hevur internetið sjálvandi
eina loysn. Tú kanst bara binda tær ein
fyribils maka, inntil hon/hann á tí hvíta
hestinum kemur framvið.
Manskór í Norðurlandahúsinum Tórshavnar Manskór fær í fríggjadagin vitjan av
sveisiska manskórinum Männerstimmen Basel, sum er eitt ungt kór við 32 sangarum,
millum 18 og 35 ár. Seinnu árini hevur kórið fingið sera góð úrslit í altjóða kappingum
m.a. í Tallinn, Montreux, Cincinnati og Cornwall. Tórshavnar Manskór hevur í ár verið
virkið í 30 ár og hevur øll árini lagt seg eftir at framføra kórsang á høgum støði.
High School
Musical í
Norðurlanda
húsinum
High School Musical er ein
spennandi, stuttligur og
romantiskur leikur, ið fer
fram á East High School.
Sangleikurin er bygdur á sera
populera filmin við sama
heiti. Filmurin varð sýndur á
Disney Channel í 2006.
Vit hitta Troy Bolton og
restina av kurvabóltsliðnum,
lítillætnu Gabriellu Montez
og hennara nørdavinir.
Tvíburðarnir, Sharpay og
Ryan, gera alt fyri, at Troy
og Gabriella ikki skulu finna
saman – og so avgjørt ikki
taka teirra sjálvskrivaða
høvuðsleiklut í ársins
sangleiki. Alt hetta skapar
stuttleika, spenning og
romantikk.
Edmund Williamson týddi
leikin. Bárður á Lakjuni týddi
sangirnar Marjun Djurhuus
og Bárður á Lakjuni hava
Sangleikabreytina undir
hond. Umleið 50 næmingar
eru við í leikinum. Teir eru
úr Klaksvík, Gøtu, Leirvík og
Fuglafirði. Leikurin byrjar
týsdagin komandi.