Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 20 Ein dagur á Grynnuni Leygarkvøldið verður Tórsgøta karmur um eitt spennandi og stuttligt tiltak. Vistfrøðiligt vín frá Noma, fiskarættir av ymiskum slag og tiltikna fiskasúpanin frá Birgiri Enni verður at fáa í Reinsarínum og í Perluni. Harmonikutónleikur fer at ljóða um alla Tórsgøtu og í Sirkus verður loppumarknaður. Les meira á reinsariid.fo Fólk yvir 40 arbeiða best 25 tímar um vikuna BARBARA HOLM Nú siga granskarar á lærda há­ skúl­anum í Melbourn, at ein arbeiðsvika á 25 tímar er tað mest opti­mala fyri at skapa tey bestu úrs­litini. Tað skrivar dr.dk. Í øllum førum tá ið umræður fólk yvir 40 ár. Teir 25 tímarnir um vikuna eru við til at betra um kongitivu før­leikarnar í heilanum. Tað merkir okkara førleikar til at hugsa, skilja viðurskifti og loysa trupul­leikar. Um arbeiðsvikan verður longri, gerast fólk troytt og møða heilan, heldur enn at styrkja hann. Tað er jú bæði gott og ringt fyri heilan at arbeiða, sigur professarin Colin McKenzie sambært dr.dk. – Tað kann bæði vera gott og gagnligt fyri heilan, men ov nógvir tímar elva heldur til strongd og møði, sum kann minka um kogn­itivu førleikarnar, sigur hann sambært dr.dk. BARBARA@SOSIALURIN.FO Hetta hendir... MANGT OG HVAT Tunnilsdagin 7. mai verður aftur gingið Húsagongd í Sandavági Gestablídnu fólkini í Sanda­vági, bjóða inn í teirra hugnaligu stovur at njóta tónleikin hjá Leu Kampmann, Dánjal á Neystabø, Martin Joensen og Ólavi Højgaard, Sámal Ravnsfjall, Tær Fýra, Jens Marna Hansen, Guđriđ Hansdóttir og fl. Leygarkvøldið kl. 20.30, verður Tøting karmur um serstakt tónleikatiltak Um tiltakið siga fyri­skip­ arar­nir, at tey hátíðarhalda eina nýggja útgávu og fáa smakkroynd á einari komandi útgávu. Handan listafólkanavnið Rökkvi, goymur seg Fuglfirðingurin Rógvi Oddvørson. Ungu tónleikarnir ið mynda Ranchus eru: Sigmund Zachariasse, Ólavur G. Á Skipagötu, Hans Andrias Gregoriussen og Sjúrður Samuelsen Samuelsen. Húsagongd í Sandavági Rökkvi og Ranchus í Tøting Okkurt... Vit gerast eldri og eldri áðrenn vit fara á pensjón. Og júst tí eru granskarar farnir at hyggja nærri eftir, hvussu vit skulu tilrættisleggja okkara arbeiðslív