hósdagur 5. mai 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
25
Komandi partur
Í komandi parti verður umframt framhald
av frásøgnini hjá Jørgen Frantz eisini ein
lýsing av Carl Johan Bech.
E
in partur av hesi røð verður eisini
ein lýsing av Jørgen Frantz, eisini
við tilfari, sum ikki hevur verið
serliga kent áður.
Sjálvur havi eg tað samband við hesa
søgu, at vit eru úr sama grannalagi í
Konradsbrekku, sum Gr. Kambansgøta
kallaðist tá.
Mamma mín, Elisa f. 1911, hjá Mallu og
Pola skómakaranum, og Hella f.1910, systir
Jørgen Frantz, vóru vinkonur allar teirra
dagar. Helst eru tær komnar inn til hvørja
aðra, so Elisa man hava kent Jørgen Frantz,
sum ein drong, sum var nokk so fitt eldri
enn hon.
Framvegis búgva somu ættir í hesum
húsunum, og tað hava tær gjørt í meira enn
100 ár.
Barndómurin hjá Jørgen Frantz
Jørgen Frantz var føddur 29. november
1900, hann varð uppkallaður eftir abbanum
Jørgen Frands (1819-1917.
Í jólablaðnum Følv fyri 1963 er ein
áhugaverd frásøgn hjá Jørgen Frantz um
hansara barndóm. Millum annað skrivar
hann um abban:
Abbi mín, Klæmint Jacobsen, á Reyni
doyði í 1917, væl omanfyri 80. Eg minnist
hann mest sum ein gamlan mann. Hann
var tó ikki rætti abbi mín, men morbróður
mammu mína. Meðan hon var lítil doyði
móðir hennara í Elduvík og kom hon tí út
á Reyn at vera. Sambandið við rætta abba
mín, Elduvíksbóndan, hevur síðan verið
lítið.
Vit børnini hava altíð kallað Klæmint
abba. Hann hevur eisini í øllum førum verið
okkum sum ein abbi, eins og Trina, kona
hansara, var okkum omma við umsorgan,
hóast vit ikki vóru í ætt við hana.
Veruliga var Klæmint á Reyni eitt vakurt
umboð fyri tær gomlu Føroyar, sum nú helst
eru horvnar. Hann var eingin ítróttarmaður,
men vanligur heldur høgur maður við
vánaligum gongulagi. Hann rópti ikki í
grindabáti og rann ikki í hálu tarabrúnni,
men sat á skrivstovuni við síni turru ríkjandi
rødd og stýrdi handli Skibsteds í Tinganesi.
Men hetta gjørdi hann á ein undursaman
hátt, ið blandaður var av ramum álvara og
skemti. Ja ótrúligt er at hetta graválvarsama
og reinføra gamalmenni eisini var ein
meistari í skemti. Meðan hann turrisligur
og vælgerðin sat og spann eina meining til,
kundi alt í einum berast tær fyri, at hetta
var tað bera skemt og satira. Ongantíð havi
eg hitt eitt menniskja við so avgjørdum ræði
yvir andliti sínum sum abbi. Tá ið eg var
lítil var eg so spinnandi illur, meðan hann
við tó mest trúverda andliti stóð og segði
mær eim heilt óreina lygn, sum t.d. at omma,
sum eg júst hevði sæð í køkinum, var farin
til Skarvanesar.
Vakti telefongentuna!
Tá ið telefonin var komin vágaði eg mær
mestsum av forvitni og kæti, at rópa »háh«
niður í hornið. Eg var beinanvegin bangin
fyri hesa ólukku eg hevði volt, og abbi
segði ógvuliga álvarsamur, at hetta átti eg
ikki at gjørt, tí nú hevði eg vakt gentuna á
telefonstøðini! Hetta angraði eg og hopaði
inniliga, at gentan skjótt sovnaði aftur.
Veruliga var eingin greiður yvir, hvat
abbi hugsaði. Sambandsmenn hildu hann
helst vera sjálvstýrismann og øvugt. Men
eitt kann avgjørt sigast um hann, at hann
var ein erligur álvarsmaður og eins stórur
skemtari og argapisa. Fólk høvdu virðing
fyri honum. Róliga andlit hansara, hvítu
tinningarnir og krókuta nøsin gjørdu hann
viktorianskt hábornan.
Trina omma mín, Trina á Reyni kallað,
var á ein hátt, eins sermerkt og framúr
menniskja sum abbi. Hon doyði í 1909, av
teirri orsøk minnist meg hana ikki so væl
sum abba. Vit børnini vóru sera góð við
hana. Best minnist eg rødd hennara.
Verður vaksin
Johan R. Jaobsen greiðir frá, at aftaná at hava
tikið realprógv her í Havn í 1916 fór Jørgen
Frantz til Danmarkar á Sorø Akademi,
har hann gjørdist studentur í 1919 og fór
undir at lesa søgu og franskt mál. Á heysti
1922 gjørdist hann tuberklasjúkur. Hóast
hann var innlagdur á Boserup sjúkahús
og onnur sjúkahús sum t.d. Vejlefjord
sanatorium, gjørdist hann ongantíð frískur
ella raskur aftur. Hann kom tí ikki at taka
sítt embætisprógv sum cand. mag. fyrr enn
í 1932. Í 1934 var hann settur í starv á Institut
for Historie og Samfundsøkonomi í Lærda
háskúlanum í København og skuldi hann í
hesum starvi greina viðurskiftini um »Den
grønlandske monopolhandels historie« og
kom hann eisini í hesum sambandi inn á
føroysk viðurskifti.
Meðan hann læs í Keypmannahavn,
starvaðist hann sum blaðmaður á
»Politiken«, har hann var høgt í metum sum
blaðmaður, hóast hann til tíðir kundi hava
»ein hvassan penn« og sína egnu áskoðan
um ymisk viðurskifti.
Hann gav út í 1936 bókina »Færøerne
Natur og Folk« ið skuldi lýsa Føroyar sum
ferðamannaland. Í 1939, eftir at hann var
deyður, kom út skaldsøgan »Barbara« sum
skyldmaður og vinmaður hansara William
Heinesen skrivaði lidna.
Bókin er eisini umsett til fleiri tungumál
og er skaldsøgan eisini gjørd til film. Seinni
eru so aðrar bøkur sum t.d. »Nordiske
Kroniker«, »Dýrmæta lív« v.m. sum William
Heinesen og Chr.Matras hava ritstjórnað.
Jørgen Frantz Jacobsen bar orð fyri at vera
ein evnaríkur maður, ið setti sær stór mál,
sum hann eisini hevði nátt, um hann ikki
gjørdist sjúkur á ungum árum og doyði bert
37 ára gamal í 1938. Hann varð jarðaður í tí
gamla kirkjugarðinum undir Svínaryggi.
Í seinni pørtum verður tikið ymiskt fram,
sum er skrivað um Jørgen Frantz.
Rættingar: Í seinasta parti var ein mynd,
sum segðist at vera av Carl Johan Bech
saman við ókendari kvinnu. Her hevur
keldan mistikið seg. Fólkini á myndini
vóru systkini Hans Andreas og Armgarð
Djurhuus.
Tað var hundurin, og ikki sonurin, hjá
Sigmund á Argjum, sum kallaðist Prop!
Hetta er ein av tekningunum hjá Jørgen Frands, abba Jørgens Frantz. Uttast til høgru er Enok Bærentsens Danselokale,
sum Havnar kirkja nú eigur. Hinumegin eru húsini hjá Julionnu Klett, sum tá var Svane Apotek. Aftanfyri síggja vit yvir á
Skálatrøð og Konradsbrekku, har gamli Jørgen Frands bygdi sær hús i 1884. Húsini hjá honum er, har tað verður flaggað
Carl Johan Bech á ungum árum
Clement Jacobsen var abbi Jørgen Frantz.
Ein sermerktur havnarmaður
Tekning: William Heinesen
UM JØRGEN FRANTZ