Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 26 ÁRNI GREGERSEN T ríbýtta valdið í Føroyum ger, at tað er Løgtingið sum er lóggevandi, með­ani landsstýrið er útynnandi valdið. Dómsvaldið liggur hjá dóm­ stólunum. Men seinastu mongu árini hava broytt hesi viðurskiftini nakað. Í fleiri førum er tað soleiðis, at Løgtingið er ein partur av út­ ynnandi valdinum. Dømini eru mong, men sterk­ asta nevndin hjá Løgtinginum, tá ið tað kemur til júst hetta, er fíggjarnevndin, sum í veru­leik­ anum er ein partur av umsitingini – umframt at fíggjarnevndin vanliga umboðar Løgtingið, tá ið tingið ikki er saman. Men gongdin er eisini hinvegin, har landsstýrið alt meira stýrir Løgtinginum. Allar flestu uppskotini, sum verða samtykt í tinginum koma frá landsstýrisfólkunum. Tað eru tey, sum leggja uppskotini fram, meðan samgongan í ting­in­um so í flestu førum tekur und­ir við uppskotunum frá lands­stýris­ fólkunum. Tað vísir seg at vera alt færri uppskot frá andstøðuni og tað er ein rár hending, tá ið uppskot frá andstøðuni verða samtykt. Í júst endaðu tingsetu vóru fýra uppskot frá andstøðuni samtykt. Og talan var bert um uppskot til samtyktar – ikki lógaruppskot. Løgtingið samtykti tvey upp­ skot til samtyktar frá Sam­bands­ flokkinum. Annað var at heita á landsstýrið um at skipa eitt vakstrarforum á stovn og hitt var at heita á landsstýrið um at betra atgongdina fyri føroyskum fiska- vørum á ES-marknaðinum. Eitt uppskot var samtykt, sum Annika Olsen legði fram. Tað snúði seg um at heita á landsstýrið um at gera tillaðingar í revsilógini og tað seinasta var eitt uppskot til samtyktar frá Elsebeth M. Gunn­leygsdóttur um at heita á landsstýrið um at geva niðurslitnum sjómonnum fyritíðarpensjón. Í hvør sínum parti Í gerandispolitikkinum er tað soleiðis, at tað er ómetaliga sjáldan, at ein samgonga tekur undir við uppskotum hjá andstøðuni. Uttan mun til, hvussu skilagóð uppskotini eru, so hendir vanliga tað, tá ið tey eru viðgjørd í nevnd, at meirlutin í nevndini (sum van­ liga er samgongan) sigur, at upp­ skotið er skilagott, men hetta er nakað sum landsstýrið arbeiðir við og tí tekur meirlutin í nevndini ikki undir við uppskotinum. Sum vit hava sæð í seinastu tingsetu, so eru bert heilt fá upp­ skot hjá andstøðuni komin ígjøg­ num í Løgtinginum. Samlaða talið av uppskotum í Løgtinginum hesa tingsetuna hevur eisini verið sera lágt. Til­sam­ ans 108 uppskot, sum er tað sama sum í 1999. Ein orsøk í hesi tingsetuni er sjálvandi, at val var 1.september í fjør og at samgongan ikki var skipað fyrr enn 14.september. Tað ger tingsetuna styttri enn vanligt. At talan so eisini er um eina nýggja samgongu, sum tók við i september í fjør, ger sjálvandi eisini, at uppskotini frá landsstýrinum ikki eru so mong í tali, sum tey annars ofta eru. Tá ið ein nýggj samgonga tekur við, so skal hon sjálvandi seta seg inn í viðurskiftini, áðrenn hon er tilreiðar at gera broytingar. Hendan samgongan, sum altso tók við 14.september boðaði í val­ stríðnum frá, at nógvar broytingar fara at verða gjørdar. Fyrst og fremst í fiskivinnuni, men tað er stórarbeiði, sum skal gerast. Fiskivinnunýskipanin var ong­ an veg komin, hóast øll politiska skipanin hevur vitað í áravís, at gald­andi skipan fer úr gildi 31. desember 2017. Ein bólkur, sum lands­stýris­ mað­urin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hevur sett, arbeiðir í løtuni við at gera uppskot til eina nýggja skipan. Bólkurin hevur fingið ein ar­ beiðs­setning, sum í veruleikanum er bygdur á politisku málini, sum samgongan hevur fyri fiski­ vinnuna. Eitt annað stórmál, sum er á veg er pensjónsskipanin. Har arbeiðir eisini ein politiskur bólkur, sum eftir hvat landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, ætlar skal vera liðugur við sítt arbeiðið áðrenn summarfrítíðina. Og landsstýriskvinnan við heiulsumálum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, hevur eisini ein stóran bólk sitandi, sum skal gera eina menningarætlan fyri heilsuverkið. Tað arbeiðið er sett at vera liðugt hálvan hendan mánaðin. Andstøðan við, men... Arbeiðsbólkarnir eru settir. Tann bólkurin, sum arbeiðir við nýskipan av fiskivinnuni, er ein fakligur bólkur, men afturat honum eru tveir fylgibólkar. Annar er mannaður við um­ boðum úr fiskivinnuni, meðan hitt er ein politiskur fylgibólkur. Har er andstøðan sjálvandi við, men onki bendir á, at hendan samgongan ikki fer at samtykkja eina nýskipan av fiskivinnuni, sjálvt um andstøðan ikki er við. Pensjónsbólkurin er mannaður við tveimum umboðum fyri hvønn flokk og 9.mai verður fudnur í bólkinum, har formennirnir í politisku flokkunum eisinis eru við. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna, hevur sagt, at arbeiðið verður gjørt liðugt nú – uttan mun til um tað eydnast at gera eina felags semju ella ei. Viðvíkjandi arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við einari menn­ ingarætlan fyri heilsuverkið, so er tann bólkurin fyrst og fremst mannaður við fakfólki og fólki úr heilsuverkinum. Hesin bolkurin skal vera liðugur við sítt arbeiðið hávan mai. Tá ið hesir bólkar hava gjørt sítt arbeiðið liðugt, so er ætlanin at lógaruppskot um broytingarnar far at koma fram í ólavsøkutingsetuni. Hvussu nógv uppskotd tal­ an er um er óvist, men tá ið stór­ broytingar henda, so hevur tað sum oftast við sær, at ein hóp­ur av lógum skulu tillagast broyt­ing­ unum. Landsstýrið er aftanfyri allar flestu uppskotini, sum kom gjøgnum Løgtingið í einari tingsetu VEIKT TJÓÐARTING STÝRT AV STERKUM LANDSSTÝRI POLITIKKUR Samgonga og andstøða Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, er tann tinglimur, sum hevur fingið flest uppskot í gjøgnum í farnu tingsetu