Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 27 ÁRNI GREGERSEN At andstøðan og samgongan í politiska gerandisarbeiðnum ikki arbeiða saman um lógaruppskot, er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum. Hetta hevur verið soleiðis í mong ár, vísir ein kanning, sum Hallur av Rana, stjórnamálfrøðingur hevur gjørt fram til 2012. Seinasta tingseta var onki und­ antak. – Hetta er sjálvandi ikki serliga gott, tí andstøðan kann eins væl og samgongan koma við góðum hugskotum og góðum uppskotum, sigur Bárður á Steig Nielsen, for­ maður í Sambandsflokkinum. Hann vísir til, at hetta er ein siðvenja í Føroyum. Í dagliga arbeiðnum vísir tað seg eisini gjøgnum tey uppskot, sum andstøðan leggur fram. Ofta er talan um »parade-uppskot«, sum annaðhvørt verða løgd fram fyri at provokera samgonguna ella fyri at seta kílar ímillum tingfólkini hjá samgonguni. – Viðhvørt verður hetta gjørt, tí andstøðan veit at onkur av sam­gongufólkunum brennur fyri einum serligum máli. Hetta málið verður so lagt fram, hóast and­ støðan oftast veit, at málið ikki fær politiska undirtøku, sigur Bárður Nielsen. Hitt slagið av málum er mál, sum andstøðuflokkarnir oftast hava í stevnuskránni. Tey verða løgd fram, hóast andstøðan væl veit, at ongin undirtøka er fyri hes­um málum. Fá mál frá tingfólkum Andstøðan leggur vanliga nøkur mál fram, men tað vísir seg, at sam­gongufólk leggja enn færri mál fram. Tey tingmál, sum samgongan leggur fram, koma vanliga frá lands­stýrisfólkunum. – Ja, tað er rætt og tað haldi eg eisini er í lagi. Málini verða vanliga fyrst gjøgnumgingin í samgonguni, men so er tað landsstýrisfólkini, sum saman við embætisverkinum gera uppskotini, sum samgongan so tekur undir við í tinginum, sigur Bárður Nielsen. Hann nevnir, at tað er embætisverkið, sum landsstýrisfólkini hava atgongd til, sum skulu tryggja, at tey uppskot, sum verða løgd fram, lúka allar fakligar teytir og sum heild hóska inn í samlaða føroyska lógarverkið. Í farnu tingsetu fekk andstøðan fýra uppskot samtykt. Uppskot til samtyktar, sum ikki broyta tað stóra og sum samgongan væl kann liva við. S o n ja J ó g va n s d ó tt i r , uttanflokka, er tann tingkvinnan, sum hevur fingið flest mál gjøgnum tingið hesa setuna. Sonja Jógvansdóttir er ikki partur av samgonguni, men hoin er parlametariska grudnarlagið undir samgonguni, sum situr. Eitt annað mál, sum ikki kom frá landsstýrinum, men sum kortini var samtykt, var uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina, so samkynd kunnu giftast. -Eg haldi, at hetta fór ígjøgnum, tí samgongan segði ferð eftir ferð, at her var ikki talan um eitt samgongumál, men eitt mál, sum Sonja Jógvansdóttir legði fram saman við trimum tingkvinnum, sum umboða samgonguna, sigur Bárður Nielsen. Samstarv viðhvørt Hóast tað er staðfest fleiri ferðir, at tað er sjáldan, at andstøðan fær egin mál ígjøgnum, so eru tó hendinga mál, sum samgonga og andstøða eru samd um og sum so allir flokkar bera gjøgnum Løgtingið. Nýgg jasta málið av hesum slag er byggingin av udnirsjóvartunnlunum millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Her er talan um eitt uppskot, sum allir flokkar tóku undir við í seinastu tingsetu og tá ið nú onkrar tillagingar skuldu gerast, so tóku aftur allir flokkar undir við málinum. -Her er talan um mál, sum ofta eru gjøgnumgingin og avtalað uttanfyri tinggátt, men sum Løgtingið so tekur undir við, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir eisini á semjuna, sum var, tá ið partar av Føroya Banka vóru einskyldir í sínari tíð. -At vit eisini samstarva er eisini ein veruleiki, men at andstøðan annars ongantíð fær egin uppskot ígjøgnum. Tað haldi eg er eitt sindur óheppið, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Andstøðan eigur at fáa uppskot ígjøgnum Eisini Annita á Fríðriksmørk, for­ kvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, heldur at summi andstøðuuppskot eiga at fáa undirtøku ÁRNI GREGERSEN At andstøðan ongantíð fær síni upskot ígjøgnum í tinginum, er neyvan besti mátin at arbeiða uppá. Andstøðan hevur sjálvandi eisini góð hugskot. – Tí er hetta ikki besti mátin at arbeiða uppá, sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk Hetta heldur hon grund­ leggjandi, men hon sær eisini fleiri av trupulleikunum, sum forða fyri at hetta hendir. Seinasta dømi, sum hon vísir á, er eitt dømi um at yvirtaka kortmyndugleikan úr Danmark. – Uppskotið er gott og vit tos­aðu eisini um taka undir við tí, men tá ið vit høvdu fakfólk inni í nevndini at viðgera málið, vísti tað seg, at hetta er eitt mál, sum arbeitt verður við. Eitt annað sum var, var, at fleiri ting eru broytt síðani uppskotið var gjørt, sigur Annita á Fríðriksmørk. Hon vísir á, at lógarverkið er vorðið størri og lógirnar eru meira vavdar inn í hvørja aðra – Vit hava yvirtikið fleiri og fleiri mál, sum vit umsita í Føroyum so tað krevur eisini eitt samanspæl við embætisverkið at gera uppskot til lógir, sigur hon. Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi heldur, at tað mangan hevði borið til at samstarva um uppskot. Hon vísir á, at í arbeiðnum við at nýskipa fiskivinnuna, verður roynt at fáa andstøðuna við í arbeiðið. – Tað er ikki vist, at hetta eydn­ ast fult út, men eg veit at roynd­ irnar verða gjørdar, sigur hon. Ongin sið­venja fyri stórum semjum Í politisku skipanini í Føroyum er ongin siðvenja fyri semjum, sum røkka tvørtur um markið millum andstøðu og samgongu – kortini finnast undantøk Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, heldur, at andstøðan sjálvandi eisini kemur við góðum uppskotum Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, heldur, at arbeiðshátturin er eitt sindur óheppin Eitt undantak í seianstu tingsetu var málið um broytignarnar í hjúnabanddslógini