Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 28 HANUS KAMBAN U m vit samanbera við støðuna í dag í mongum av heimsins londum, eru vit so heppin – á hesum oyggjum úti í Atlants­ hav­inum – at búgva í einum til tað góð­um ríki. Vit hava ókeypis atgongd til sjúkra­hús, vit hava røktarheim, vit hava pen­sjóns­ skipanir, vit hava styrk til arbeiðsleys, og í høvuðsstaðnum hava vit ókeypis buss- flutning. Samfelagið roynir at tryggja eisini fólkum við skerdum førleika betri kor. Mong búgva í stórum og góðum húsum. Tað privata fyritakssemið hevur her góð líkindir. Okkara samfelag er eitt demokrati við valrætti til øll oman fyri ein ávísan aldur. Henda støða er ikki komin av tilvild. Tí Norðurlond, sum vit eru partur av, hava leingi staðið sum best staddi blettur á klótuni, hvat viðvíkir vinnu, mentan, vælferð, javnbjóðis korum, frælsi og tolsemi. Millum orsakirnar til hetta kann ein nevna tríggjar. Ein aldargomul norrøn frælsismentan, har tingið bar í sær fræið til eitt framtíðar fólka­ ræði. Ein kristintrúgv, við skilnaði millum ríki og kirkju, har borgarin var »menniskja fyrst og í øðrum lagi kristin«, sum Grundtvig tekur til. Og ein arbeiðararørsla, sum skerdi kapitalsins rásarúm og klipti hansara kløur, og sum samstundis væl og virðiliga útihýsti tí slagi av einaræði, sum hevur varpað myrkar skuggar yvir mong einaferð sosialistisk lond. Men heimurin stendur ikki í stað, og eisini yvir Norðurlanda ríkjum reka í hesum tíðum dimm skýggj. Eg fari á hesum fyrsta mai at nevna nakrar av hesum hóttanum og avbjóðingum, ikki fyri at bera fram daprar spádómar, men út frá tí hugsan, at best er at binda um heilan fingur. Her er fyrst at nevna tað, at í heiminum er gjógvin millum rík og fátæk í ógvisligum vøkstri. Hetta hevur m.a. samband við, at í 20. øld vóru tveir hættisligir verðsligar politiskir átrúnar, nazisman, sum fall í 1945, og stalinisman, sum fall í 1989. Men tann triðja verðsliga religiónin, trúgvin á tann Fría Marknaðin, eisini hon hættislig, varð gloymd, og hon er tí framvegis við sítt fríska lív. Eitt talandi dømi um avleiðingarnar av hesum er USA. Hetta land, har kluftin millum rík og fátæk er grefliga yvirdimensionerað, stendur samstundis sera niðarliga, ofta niðast, hvat viðvíkur trivnaði, vælferð, áliti millum fólk og sosialum veitingum. Veldug økir í hesum ovurríka landi eru í dag sosialar oyðimerkur. Eg kann nevna í hesum sambandi, at kann­ ingar vísa, at í statum við størri javna millum menniskju og meiri vælferð trívast vinnan og tað privata fyritakssemið best. Tann næsta hóttanin, sum er skyld við ta fyrru, er tann hugsan, at tann ríki umboðar eina serliga friðaða kastu, sum ikki, eins og aðrir borgarar, nýtist at rinda samfelagnum sína skyldugu upphædd. Tær avdúkingar, sum Panama-lekarnir hava drigið fram, vísa, hvussu vanlig henda hugsan er. Undir skattasviki av slíkum slag býr altíð eitt ynski um at snara søgunnar hjóli aftur til eina miðøld, við ongum sosialum veitingum, ongari ókeypis sjúkrarøkt, ongari ókeypis skúlagongd og ongari vælferð. Tað vit her hóma er – øðrvísi orðað – tann fulltikna sosiala barbariseringin. Leggja vit hesar báðar hóttanir saman, so er hetta tann politikkur, sum tann republikanski flokkurin í USA umboðar, og sum hevur verið brúktur til at niðurlaga vælferðarríkið hjá Roosevelt forseta, frá tíðini undan øðrum heimsbardaga. Tað er tanka­vekjandi, at júst henda kós – ein sosial, mentanarlig og religiøs barbarisering – til­skilað ella ótilskilað verður hálovað av politiskum røddum eisini í okkara landi. Hetta eru fólk, sum liggja í andvekri av sorg ella øði, tí at havnarbørn hava ókeypis atgongd til býarins bussar. Umboðar ein slík rødd ein politiskan flokk, liggur nær at hugsa, at sami flokkur – hóast føgur orð, fríða skræðu og virðilig undantøk – í roynd og veru vil avlaga ta vælferð, verkafeløg og flokkar við tógvið stríð hava vunnið. Upp í hesa umrøðu fari eg at skoyta nøkur fá orð um átrúna. Nýggj gransking, serliga av fornfrøðiligum slag, hevur tey seinnu árini borið fram eina nógv broytta mynd av kristindómsins fyrstu søgu. Dømir eru um bæði forn- og gudfrøðingar, sum vísa á, at kristindómurin ikki bara var ein nýggjur átrúni, men líka so nógv ein sosialur upp­ reistur. Upp ímóti rómverjaríkisins náðileyst harðrendu og blóðugu kapitalismu settu bæði Jesus og Paulus fram hugmyndina um Guds ríki, eitt samfelag her á fold, eyðkent av rættvísi, javnaði og tokka millum menniskju. Tað norðurlendska samfelagsmodellið er gott, ja, í heiminum finst onki betri. Men ábøtur eiga at verða gjørdar. Her heima hendi eitt framstig nú fríggjadagin, tá ið borgaralig rættindir til hjúnarband vóru latin einum minniluta, sum hevði verið fyri vanbýti. Hinvegin eiga, fyri bara at taka eitt dømi, korini hjá støkum uppihaldarum at verða gjørd munandi betri. Mong okkara hava fyridømir. Onkur hevur Kristus sum fyrimynd, onkur Móður Theresu, onkur kanska Nelson Mandela. Mín egna fyrimynd er José Mujixo, sum var forseti í Uruguay árini 2010-15. Hann var upprunaliga kollveltingarmaður og hevði sitið fangi í mong ár undir ræðuligum umstøðum. Tá ið hann sessaðist í ríkisins fremsta embæti, sýtti hann fyri at búgva á forsetaborgini, súkklaði mangan til arbeiðis og læt 90% av síni løn til tey fátæku og til vælgerandi endamál. Eg havi her savnað nakrar av hansara útsøgnum: Valdið kemur ikki úr erva, men úr fólk­ sins hjørtum. Tað góða lívið er ikki at vera fjøtraður til marknaðin, nei, tað góða lívið er einfeldi, hjartalag millum menniskju, ævin­týr, kærleiki, vinskapur, samhaldsfesti, familjan. Tað vakrasta við degnum er lýsingin. Minnist til tað, míni børn. Eftir náttina kemur altíð ein lýsing. Eg fari at enda hesa fyrsta mai-røðu við hesi yrking eftir William Heinesen: Ratio, Avidus og Caritas – hesir tríggir guddómar valda heimssøgunnar gongd. Mikil í veldi er Ratio, skilið, hegnið, snillingurin mæti, hann sum uppfann vognin og skipið, telduna, kjarnorkuverkið og rúmdarrakettina. Meiri í veldi er Avidus, kraddisjúkan, imperialismunnar og bardagans øsari, fólkamorðsins láturverji, dómadagshjólsins handhavi. Mestur í veldi er kortini Caritas, sum ongin varnast, at kalla ósjónligur, men tó allastaðni hjá – tann stillføra vevkonan, sum við náðigum hondum vevur okkara skroypiligu men ófølniligu vón. TAÐ GÓÐA RÍKIÐ SAMFELAG Røða hildin í Vestmanna 1. mai 2016