hósdagur 5. mai 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
29
Songhoy Blues er ein heilt serligur bólkur frá einum parti av heiminum, ið hevur
upplivað nógvar ósemjur seinastu mongu árini. Hóast trýst frá islamistum í
heimlandinum, eru limirnir avgjørdir at halda tónleikinum í Mali á lívi
SIGURJÓN EINARSSON
E
in
av
áhugaverdu
bólkunum, ið vitjar á G!
í ár, er Songhoy Blues.
Bólkurin er ein oyði
markar punk/blues bólkur úr
Timbuktu í Mali. Orsaka av
borgarakríggi og álagdari sharia
lóggávu, flýddu limirnir í bólkinum
úr heimstaðnum til Bamako,
har bólkurin varð settur á stovn,
stendur m.a. at lesa um bólkin á
heimasíðuni hjá G!
Á sumri í 2012 tók ein samgonga
av jihadistum, saman við limum
úr Tuareg-ættarbólkinum, ræði
á býum norðaliga í Mali í Vestur
afrika. Heimurin hugdi at, meðan
eitt nú aldargamli Timbuktu –
býurin við ríku mentanini – var
út fyri grovum puritanskari
útreinsing,
har
søguligir
bygningar og bókasøvn, við
nógvum fornum skriftum,
vórðu oyðiløgd. Sharia lóg
gávan varð sett í gildi, ið m.a.
forbjóðaði framførslum, dansi
og tónleiki, sum má tulkast at
vera ein sera miskunnarleys
avmarking í einum landi, ið
er kent í nærumhvørvinum
–
og
eisini
restina
av
heiminum – fyri teirra tónleik.
Ein av limunum í Songhoy
Blues sigur í samrøðu við Wall
Street Journal, at bólkurin varð
stovnaður fyri at veita vón fyri
mongu flóttafólkini, ið føldu seg
noydd at flýggja. Teir kendu seg
onkursvegna noyddar at veita
mótstøðu. Teirra máti var at gera
hetta gjøgnum ljóðførini.
Henda søgan um bólkin og
íblásandi eftirspæli, tá herdeildir
reka jihadistarnar burtur úr
býunum, verður søgd í heimildar
filminum »They Will Have to
Kill Us First«, ið varð sýndur
í Norðurlandahúsinum farna
mikukvøld.
Heysaveiddir av
Damon Albarn
Hóast limirnir í Songhoy Blues hava
upplivað stríð yvir fleiri ár, megna
teir fýra úr Timbuktu enn at spæla
við so
stórari spæligleði, at ikki gekk
rúm tíð, fyrr enn umboðsmaðurin,
Marc-Antoine Moreau, fekk eyguni
upp fyri bólkinum.
Moreau var nógv úti um seg, fyri
at finna nýggjar bólkar, ið kundu
vera við í tónleikaverkætlanini,
Africa Express, saman við
Blur-forsangarinum, Damon
Albarn, sum var oddamaður
fyri verkætlanini. Tá teir
hoyrdu Songhoy Blues
framføra á einum lokalum
spælistað í Mali, vóru teir
ikki í iva um, at Songhoy
Blues skuldu verða ein partur
av tónleikaverkætlanini.
Saman við Damon Albarn,
spældi Songhoy Blues eitt nú
á Roskilde Festivalinum í fjør
saman við Africa Express, har teir
framførdu í heilar fimm tímar.
Langa konsertin endaði við, at
fólk komu inn á pallin og bóru
Damon Albarn av pallinum, hóast
hann ikki hevði
skund at enda
konsertina fyri tí
fagnandi fjøldini
av áhoyrarum.
Ein funky
útgáva av
Talking Heads
Í februar í fjør lótu
Songhoy Blues teirra
útgávu úr hondum,
ið kallast Music In
Exile,
har
kenda
lagið »Soubour« er
frá. Bólkurin hevur
eitt heilt serligt ljóð,
ið blandar klassiskan
americana-ljóð
og
b l u e s
gittar saman
við maliskum rútmum.
Blues hevur í veruleikanum
sín uppruna í Vesturafrika, har
tað síðani kom við trælunum til
USA, ið síðani bleiv til tann blues-
tónleikin, sum vit kenna hann
í dag (hetta er tann heilt stutta
útgávan av søguni).
Altjóða tónleikamiðlarnir
hava víst hesum bólki stóran
ans, ið á serligan hátt blandar
ymiskar tónleikastílar. NME og
The Guardian hava bæði skýrt
útgávuna sum eitt meistaraverk,
har Songhoy Blues m.a. verða
samanbornir við eina funky
útgávu av Talking Heads.
FRÁ SAHARA TIL SANDIN Í SYÐRUGØTU
TÓNLEIKUR
K o m a n d i
vikurnar fara
vit í Vikuskiftis
Sosialinum – við
jøvnum millum
bilum – at varpa ljós
á nakrar av tónleika
bólkunum/einstak
lingunum, ið vitja
á okkara klettum í
summar. Ætlandi er
at finna onkra áhuga
verda søgu fram
um bólkin/ein
staklingin, um
framt at lýsa
tónleikin.
MYNDIR: (G! MYND) @ ÓLAVUR FREDERIKSE: (G! MYND) @ ÓLAVUR FREDERIKSE