hósdagur 5. mai 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
30
ÍTRÓTTUR
ÓTRÚLIGA AVRIKIÐ
HJÁ LEICESTER
Í 2000 var Herfølge dømt til niðurflytara í donsku Superliguni, men í besta Leicester
stíli vann lítla felagið við føroyska landsliðsmálverjanum Jákupi Mikkelsen í mál
danska meistaraheitið. Tú kundi eisini sagt, at Leicester gjørdi ein Herfølge
Leicester er púra óvæntað vinnari av Premier League. Søgan um
lítla liðið, ið brádliga hevur sett øll tey stóru upp á pláss er longu
skrivað fleiri ferðir. Her er ein føroyskur vinkul upp á tríggjar
søgur, sum hava fylgt við avrikunum hjá Leicester
TRÓNDUR ARGE
T
að er í dag 16 ár síðani
Herfølge tók øll á bóli í
donksum fótbólti. Eins
og Leicester í dag, so
var liðið mannað við spælarum,
sum ikki vóru nóg góðir til stóru
feløgini. Onkur teirra kom enntá
frá fjarskotnu klaksvíkini, og
hevði sum so ikki sett sær fyri
at vinna nakað meistaraheiti í
fótbólti.
– Ja, eg kenni meg eitt sindur
aftur í Leicester, sigur Jákup
Mikkelsen, sum í dag er fyribils
venjari hjá ÍF.
Hann stóð í mál hjá Herfølge
minniliga árið um aldarskiftið.
Tippaðir til niðurflyting
– Vit blivu eins og Leicester
tippaðir til niðurflyting. Eftir
nakrar góðar dystir, so væntaðu
vit at tað fór at kiksa. Men vit
høvdu ein venjara, sum trúði
uppá tað og brádliga broyttist
alt, greiðir Jákup Mikkelsen
frá. Tað var um vetrarsteðgin,
at spælararnir eisini byrjaðu at
trúgva upp á tað.
– Vit byrjaðu at trúgva upp á
tað, tá vit høvdu spælt 11 dystir
og ongan tapt, sigur fyrrverandi
landsliðsmálverjin.
Hóast Brøndby yvirhálaði
Herfølge stutt frá málstrikuni,
so vann lítla felagið fyrsta plássið
aftur og harvið gull.
Vrakaðir og avvístir
Wes Morgan, Robert Huth, Marc
Albrighton og Danny Drikwater
eru allir spælarar, sum stóru
feløgini í Onglandi hava vrakað.
Soleiðisi var eisini í hópinum hjá
Herfølge í 2000. Cris Hermansen
(Esbjerg), Jesper Falck (AB) og
Kenneth Jensen (FCK) komu
frá størri feløgum, har teir ikki
kundu brúkast.
– Vit høvdu fleiri spælarar,
sum høvdu eina fortíð í størru
feløgum, men felags fyri allar var,
at tað var ongin veruligur profilur
á liðnum, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup sum Jamie Vardy
Heilt stóra søgan í Leicester er
áleyparin Jamie Vardy, sum fyri
fáum árum síðani spældi í lægru
deildunum í Onglandi. Hann
hevur sett mett fyri at skjóta mál í
flest dystum upp í slag, og vunnið
sær pláss á enska landsliðnum.
Jákup Mikkelsen heldur ikki at
Herfølge hevði ein ”Jamie Vardy”
á liðnum, men spurdur um hann
ikki er ”Jamie Vardy” er hann ikki
heilt avvísandi.
Jákup Mikkelsen kom úr
Djúpumýru og KÍ til Herfølge, har
hann vann danska meistaraheitið
og var á gáttini til at skifta til FCK.
– Eg endaði við at útliva mín
dreym sum fótbóltsspælara,
og hevði aldrin droymt um at
uppliva nakað líknandi, sigur
Jákup Mikkelsen.
Stórur áhugi
Áhugin fyri Leicester er vaksin
alsamt, so hvørt teir hava tikið enn
eitt stig móti meistaraheitinum.
Soleiðis upplivdi Jákup Mikkelsen
eisini støðuna í Herfølge.
– Tað vóru altíð journalistar
til venjing hjá okkum og tað var
stórur áhugi fyri liðnum. Øll vildu
vita hvat vit gjørdu. Í Leicester
skalt tú helst ganga tað við nógv
í hesum døgum, greiðir Jákup
Mikkelsen frá.
Hóast áhugin fyri Herfølge var
stórur, so megnaðu spælararnir
at halda fokus.
– Tað er eitt sindur ringt at
minnast, tí tað eru 16 ár síðani,
men minnist at John ”Faxe”
Jensen var fantastiskur og vit
høvdu fokus á rætt astað, hóast
órógvi rundan um felagið, sigur
fyribils venjarin hjá ÍF.
Fleiri tippisøgur
Eitt, sum hevur fylt nógv í
tíðindaflutninginum rundan
um avrikið hjá Leicester, eru tey,
ið vóru so djørv at seta pengar
á Leicester at vinna Premier
League. Tað gav pengarnar aftur
ikki færri enn fimm túsund ferðir.
Tað vil siga 5000 krónur fyri
hvørja krónur.
Slíkar søgur vóru eisini í
Herfølge um aldarskiftið.
– Ein áskoðari í Køge vann
40.000 krónur. Hann kom á
leikvøllin, tá vit blivu yvirhálaðir
av Brøndby móti endanum, og
bjóðaði okkum at keypa seðilin.
Eg veit ikki um onkur kanska
bjóðaði túsund krónur, men ogin
keypti seðilin, fortelur Jákup
Mikkelsen.
Aðrir mundu helst fáa yvirmót,
tá teir árið eftir tippaði Herfølge
at vinna Champions League.
– Eg kendi ein í einum
sokallaðum tippiklubba. Teir
TRÓNDUR ARGE
Mánakvøldið vann Leicester City
ensku Premier League. Tað uttan
at spæla, tí Tottenham megnaði
ikki at vinna á Chelsea, og harvið
vann Leicester Premier League í
køkinum hjá Jamie Vardy, um tú
vilt.
Í Vikuskiftis Sosialinum hesa
ferð, hava vit funnið tríggjar
føroyskar vinklar upp á tríggjar
søgur, sum hava fylgt við bagdinum
hjá Leicester.
Jákup Mikkelsen upplivdi í 2000
at vinna Superliguna við Herfølge.
Hóast tað er stórur munur á
Superliguni og Premier League,
so hevur søgan um Herfølge og
Leicester fleiri líkheitir.
Fleiri miðlar í bretlandi hava
havt søgur um fólk, ið hava tippað
Leicester at vinna til odds fimm
túsund. Í 2004 tippaði Flóvin av
Fløtum Jespersen Grikkaland at
vinna EM til odds 100. Vit spyrja
hví nakar kann finna upp á at tippa
so ørt.
Ein føroyingur var vitni til, tá
Claudio Ranieri bleiv koyrdur í
skiftirúminum hjá grikkum, eftir
at teir tapti fyri Føroyum í Pireus.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
LEICESTER GJØRDI EIN HERFØLGE