Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 31 TIPPAÐI GRIKKLAND AT VINNA EM Í 2004 SÁ RANIERI FÁA SEKKIN – Havi verið mintur á tað í 12 ár TRÓNDUR ARGE – Í tíggju ár bleiv eg mintur á tað minst eina ferð hvørt vikuskifti, tá eg koyrdi hýruvong. Orðini eigur Flóvin av Fløtum Jespersen. Hann var í 2004 í somu støðu sum fleiri Leicester viðhaldsfólk og onnur, ið hava sett pengar á Leicester at vinna Premier League. Hann stóð til at vinna nógvar pengar, tí hann var so djarvur at trúgva upp á tað, sum flestu av hinum ikki gera. Minnast tað enn Flóvin av Fløtum Jespersen tippaði í 2004 Grikkland til at vinna EM endaspælið í Portugal. Hann setti fimm hundrað krónur á tað, sum tey flestu metti var ómøguligt. Til odds hundrað tippaði hann Grikkaland, sum aldrin hevði skorað í einum endaspæli, at vinna. Tað endaði við, at Grikkaland vann 1-0 á Portugal í finaluni. – Hvørt vikuskifti í tíggju ár var tað altíð onkur, sum minti meg á tað, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen, sum koyrir hýruvogn í vikuskiftunum. – Seinastu tvey árini eru tað kanska meiri eina ferð um mánaðin, at eg fái ein viðmerking um tað, men tey kenna meg aftur. Tað er stuttligt og havi onkuntíð fingið eitt gott prát um tað, sigur havnarmaðurin, ið ikki var heitur upp á at fara í miðlarnar tá, men søgan gekk runt í býnum. – Tey nærmatu vistu tað og telefonin ringdi eisini, tá Grikkaland vann finaluna. Eg tímdi illa í miðlarnar tá, men endaði við at gera eina samrøðu við Páll Holm Johannesen á Sosialinum, greiðir Flóvan av Fløtum Jespersen frá. Hví tippa fólk upp á Leicester? Bæði Grikkaland í 2004 og Leicester í 2016 eru sera ósannlíkar søgur, men í báðum førum eru tað fólk, sum halda tað er vert at seta pengar á. – Eg giti tað eru tvey sløg av tipparum, sum hava sett pengar á Leicester, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen og greiðir frá. – Eitt eru tey, sum síggja nakað og so tippa tey tað. Tá hevur hevur tað einki við hvussu nógvar ferðir tú fær pengarnar aftur. Hini eru tey, sum hava roknað seg fram til, at sannlíkindini fyri at Leicester vinnur eru størri enn eitt til fimm túsund, sigur Flóvin. Fleiri av teimum, sum hava tippað upp á Leicester at vinna, hava valt at taka pengarnar út til lægri odds, men harvið tryggjað sær yvirskot og pengar, um ta skuldi hent, at Leicester ikki vann. Hetta hevði Flóvin ikki gjørt, um hann fekk møguleikan í 2004. – Húsið vinnur altíð. Soleiðis er tað eisini við veddingarfyritøkunum, ið geva áleið 98 prosent aftur fyri hvørja krónu í miðal. Tá tú so hevur rakt eitt gott odds, sum eg gjørdi tá, so er at halda fast, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen, sum tó skilur hví fólk velja at gera tað, tá talan er um stórar upphæddir. Hann vísir á, at veddingar­ fyritøkurnar hava alt á síni síðu, Teir hava allan kunnleikan á síni síði, og avgera sjálvir hvørji odds teir geva. Tá tú so hevur rakt eitt gott odds, sum blívur meiri sannlíkt við tíðini, so er tað tú sum vinnur. Tí Grikkaland í 2004 Tá Flóvin av Fløtum Jespersen í 2004 valdi at seta pengar á Grikkland at vinna EM, var tað ikki heilt av tilvild. – 2004 var eitt ár við fleiri undarligum úrslitum, har millum annað FC Porto vann Champions League. Grikkaland hevði vunnið sín undankappingarbólk við millum annað tveimum sigrum á Spania. Grikkaland hevði ikki tapt í tvey ár tá, greiðir hann frá. Grikkaland hevði tá aldrin skorað ella vunnið í einum endaspælið, men tað steðgaði ikki tipparanum at seta pengar á til odds hundrað. – Undan finaluni setti eg 7.500 krónur á Portugal, so um Grikkaland ikki vann, so fekk eg hóast alt áleið 12 túsund krónur aftur, greiðir Flóvin av Fløtum Jespersen frá. Hugsaði ongantíð Leicester Ein skuldi trúð, at Flóvin av Fløtum Jespersen var ein av favorittunum, at hava sett pengar á Leicester, men sjálvt ikki hann tordi at trúgva upp á tað. – Tað kundi verið ókeypis at sagt ja nú - men nei, eg hugaði aldrin um tað. Eg sigi sum Gary Lineker. Eg hevði ikki gjørt tað fyri odds eina millión, tí tað ber jú ikki til at Leicester vinnur Premier League, sigur Flóvin og smílist, tí tað var júst tað sum hendi. Eins og í 2004, tá Grikkaland vann EM. Flóvin av Fløtum Jespersen spældi nakað av fótbólti sjálvur um aldarskiftið við næstbesta liðnum hjá HB, umframt trý ár á besta liðnum hjá AB. Í dag tippar hann ikki nógv, men sigur at tað fyri at tú skal vinna í tipping, so skalt tú vinna á húsinum. Tað gert tú ikki við bara at spæla favorittin at vinna. Tað er helst nakað um tað. TRONDUR@SOSIALURIN.FO vunnu 80.000 krónur, men settu alt á Herfølge at vinna Champions League, greiðir klaksvíkingurin frá. Vandin er yvirmót Tað ljóðar púra ørt, at nakar nakranttíð hevur sett pengar á, at Herfølge skal vinna Champions League, men lýsur eisini væl støðuna í Herfølge um aldarskiftið. – Tað vandamikla er, at tú vilt nakað størri. ”Faxe” helt vit kundu klára Champions League, og tí var alt fokus á tí, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Herfølge vann í fyrsta umfari á AIK Stockholm, men tapti síðani greitt fyri Glasgow Rangers. Í UEFA Cup gekk heldur ikki, har liðið tapti fyri AEK Athen. – Eg haldi vit brúktu ov nógva orku upp á Champions League í mun til Superliguna. Eg havi vit fingu yvirmót, sigur Jákup Mikkelsen. Herfølge liðfelagir møtast aftur Seinni í hesum mánaðinum møtast allir spælararnir frá Herfølge liðnum, sum vann DM í 2000. – Vit í Herfølge møtast aftur 27. mai, sum 16 ársdagurin fyri at vit vunnu DM. Vit skulu spæla ein uppvísningsdyst, fortelur fyrrverandi málverjin hjá Herfølge, í gleðir seg. – Tað passar mær væl, tí eg havi frí tað vikuskiftið. Tað eru 15 ár síðani eg havi sæð teir, so tað verður stórt at síggja teir aftur, sigur Jákup Mikkselsen, sum bara hevur verið í samband við onkran av teimum gjøgnum Facebook síðani minniliga árið. Jákup Mikkelsen er í dag 45 ára gamal. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Hans Erik Danielsen, miðlafólk hjá Fótbóltssambandinum, var vitni til, tá Claudio Ranieri lagnudagin í 2014 fekk sekkin sum venjari hjá Grikkalandi, eftir at teir høvdu tapt 1-0 fyri Føroyum. – Tað var mín uppgáva at fara inn í skiftirúmið hjá grikkum og býta um troyggir. Á veg inn verið eg steðgaður av einum vakti. Innanfyri síggi eg fleiri mans ganga runt, meðan Claudio Ranieri situr í einum lítlum rúmi. – Eg spyrji so hvat er á vási. Tá fái eg at vita, at hatta er starvsnevndin hjá fót­bólts­ sam­bandinum, sum helst er í holt við at koyra venjaran frá. Løtu seinni kom so Claudio Ranieri út, men hann sá ikki út sum tann persónligheitin, ið vit kenna hann frá á vøllinum. Tað var ein mótfallin maður, sum bleiv førdur á tíðindafundin, segði Hans Erik Danielsen 17. november 2014 í Pireus við Sosialin. Ranieri fjepparar í dag Í dag minnist Hans Erik Danielsen aftur á dagin, sum fleiri hava kallað fyri startskotið til Leicester ævintýrið við Claudio Ranieri. – Vit, sum vóru rundan um landsliðið tá, hugsa sjálvandi nakað serligt um Claudio Ranieri, tí vit vóru viti til, tá stóra persónligheitin fall, sigur Hans erik Danielsen, ið tók fleiri myndir av umrødda venjaranum. – Eg minnist, at eg tók fleiri myndir av honum, tí bæði hann og Lars Olsen stóðu uppi og vit hómaðu, at eitt bragd var á veg. Tann Claudio Ranieri, sum vit síggja í dag standa á síðulunjuni og stjórna sínum spælarim, hann stóð eisini á síðulinjuni í Pireus. Men sum dysturin gekk, so sá hann bara, at hetta var dagurin har tað ikki fór at rigga, greiðir toftamaðurin í FSF frá. – Eg veit ikki hvat tey flestu mundu halda um mannin fyri hálvum øðrum ári síðani, men í dag eru tey flestu nokk Claudio Ranieri fjepparar, sigur Hans Erik Danislen at enda. Claudio Ranieri var ikki landsliðsvenjari, tá Føroyar vunnu 2-1 á Grikkalandi, men var í landinum sum viðmerkjari hjá italskum sjónvarpi, tá Italia vann 1-0 í 2011. TRONDUR@SOSIALURIN.FO